mánadagur 26. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 120 - 26. juni 2006
tíðindi
Bæði hetlendingar
og føroyingar tóku
væl ímóti nýggju
farleiðini hjá Atlantic
Airways. Flogfarið
var fult á søguliga
túrinum úr bæði
Føroyum og Hetlandi,
og í London segði
Magni Arge seg
vóna, at henda leiðin
skuldi verða í nógv ár
framyvir
FLOGFERÐ
Orð: Rólant Waag Dam
Myndir: Álvur Haraldsen
rolant@sosialurin.fo
Tað var eitt stúgvandi
fult flogfar, sum fór av
flogvøllinum við kós ímóti
London fríggjamorgunin.
Hetta
var
túrur
hjá
Atlantsflog á nýggju leiðini,
sum eitur Føroyar – London
umvegis Hetland.
Magni Arge, stjóri í
Atlantic Airways, bjóðaði
ferðafólkunum vælkomnum
umborð. Hann greiddi
frá, at teir og ikki minst
hetlendingar, vænta sær nógv
av rutuni, og at tað er teirra
ynski, at fólkið í Føroyum
og Hetlandi fer at taka væl
ímóti nýggju farleiðini.
At Atlantic Airways flýgur
til London er onki nýtt. Men
tað er heldur onki nýtt í, at
Londonfarleiðin enn ikki
hevur riggað ordiligt. Atlantic
Airways hevur flogið á
London umvegis Aberdeen,
og felagið hevur eisini
roynt at flogið beinleiðis
til London. Nú royna teir
ein heilt annan møguleika,
tá teir fáa hetlendingar við
upp í leikin.
Longsta innanríkis-
flogsamband
Og júst tað at fáa hetlendingar
við á Londonleiðina, ger túrin
serligan á fleiri ymsar hættir.
Fyri tað fyrsta var túrurin
fríggjadagin søguligur, við
tað at hann var tann fyrsti av
sínum slag. Eitt annað sum
ger túrin bæði søguligan og
serligan, er, at hetta er longsta
innanríksflogsambandi í
Stóra Bretlandi.
Tá føroyingar fara við
flogfari út í heim, so er
fyrsta málið at kalla hvørja
ferð Keypmannahavn, og
úr Keypmannahavn er tað
at farið verður víðari, um
tað er ynskið. Hetlendingar
hava tað á sama hátt sum
føroyingar. Tá teir fara
út um landoddarnar, so
gongur leiðin til Aberdeen.
Við nýggju leiðini hava
føroyingar og hetlendingar
møguleikan at uppbyggja og
grundleggja eitt beinleiðis
samband til ein metropol í
Evropa.
Hetta er eitt samband,
sum Atlantic Airways
metir, at bæði føroyingar og
hetlendingar eru áhugaðir í
at grunda. Og okkurt er, sum
bendir á, at so er. Flogfarið
úr Føroyum til Sumburgh
í Hetlandi var so gott sum
fult. Túrurin niður gekk upp
á stás, og hukveikjandi er tað
at staðfesta, at tað tók líka
langa tíð at koma úr Havn
til Sørvágs, sum at koma úr
Sørvági og til Hetlands.
Í Hetlandi fingu lokalu
fjølmiðlarnir høvi at práta
við Magni Arge, áðrenn farið
var umborð aftur á flogfarið.
Helvtin av ferðalagnum fór
tó ikki víðari, men tómu
setrini í flogfarinum fyltu
hetlendingar út, so flogfarið
fór líka fult úr Hetlandi sum
úr Føroyum, og helst er
hetta ein ábending um, at
hetlendingar eru sera glaðir
fyri nýggju farleiðina.
Nógv ár framyvir
Túrurin til úr Hetlandi til
Stanstedt í London tók ein
tíma og tjúgu minuttir. Í
London varð skipað fyri
einum hátíðarhaldi, har øll
í ferðalagnum kundu njóta
ein glas av champagne ella
djús saman við pinnamati
og violintónleiki. Til hetta
hátíðarhaldið segði Magni
Arge nøkur orð, har hann
millum annað segði, at
hann fegnaðist um, at
fólkið tók so væl ímóti
nýggju farleiðini. – Henda
leiðin fer ikki bara at vera
ein summarleið. Her verður
talan um heilársflúgving. Og
tað er heldur ikki so, at vit
bara flúgva henda teinin í ár.
Tað skulu vit gera nógv ár
framyvir, segði Magni Arge
millum annað.
Søgulig
flogferð
Ferðafólkini á veg
Í Hetlandi vóru nakrir víkingar við í hátíðarhaldinum, og Hans Hansen, sum var partur av ferðalagnum, skifti
keppin út við ein víkingahjálm
Pinnamatur og
ferðafólkið í London.