Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 9 Nýggja leiðin geva hetlendsku ferðavinnuni stórar møguleikar, og føroyingar og hetlendingar eiga at fáa eitt tættari samstarv og knýta vinarbond, heldur Andy Steven, sum arbeiðir í hetlendsku ferðavinnuni FLOGFERÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á túrinum úr Hetlandi til London, vóru ymisk hetlendsk umboð millum mongu ferðafólkini. Ein teirra var Andy Steven, sum arbeiðir í hetlendsku ferðavinnuni, og er tað tey rópa Area Director fyri Visit Shetland. Hann heldur, at hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri hetlendingar, og staðfestir hann, at hetlendingar eru ovurfegnir um nýggju leiðina. Frálíkt fyri ferðavinnuna – Nýggja leiðin gevur hetlendingum eina rúgvu av møguleikum. Ein vikuskiftisferð til London og aftur, er í dag ein møguleiki, og tað er nakað hetlendingar ikki hava kunnað áður. Men tað er bara ein partur av tí heila, vísir Andy Steven á. – Hetta er ein óførur møguleiki til vanliga hetlendingin, men eisini fyri ferðavinnuna er hetta frálíkt. London er jú ein fantastiska stórur marknaður, og sjálvandi eiga vit at kunna lokka ferðafólk til okkum. Til London koma ferðafólk úr øllum heiminum, og vit eiga at kunna lokka fleiri teirra til Hetlands, heldur Andy Steven. Áttu at samstarva Andy Steven arbeiðir í hetlendsku ferðavinnuni, og tí er tað natúrligt, at hann fyrst og fremst hugsar um hana, tá møguleikarnir opnast fyri Hetland og hetlendingum við nýggju rutuni. Men hann sær eisini møguleikar fyri Føroyar, og heldur hann, at vit kanska áttu at samstarva um at bjóða okkum fram uttanlands. – Hetland og Føroyar eru jú grannar, og hevur tú verið aðrastaðni fært tú hug at uppliva grannalandi. Kanska áttu vit at marknaðarført okkum saman sum ferðamál. Tað er so avgjørt ein møguleiki við nýggju farleiðini, sigur Andy Steven, sum eisini heldur, at føroyingar áttu at duga betri at marknaðarført oyggjar okkara. Vónbrotnir av Smyril Line Fyri kortum boðaði Smyril Line frá, at Norröna gevst við hetlandssiglingini. Hetta hevði ramaskríggj við sær í Hetlandi, og hetlendingar hava ikki dult yvir, at teir eru ógvuliga vónbrotnir av hesum. – Tú kanst ætla, at vanligi hetlendingurin er vónbrotin um avgerðina hjá Smyril Line, tí hetta var jú ein farleið vit vóru sera glað um. Tí kemur hetta tilboðið hjá Atlantic Airways sera væl við, nú vit fáa ein annan møguleika at ferðast út í heim. Men tað broytir ikki nakað upp ta sannroynd, at vit eru vónbrotin, sigur Andy Steven, sum heldur at tað væl hevði borið til, at samskipa flúgving og sigling millum Føroyar og Hetland. Nýggja farleiðin hjá Atlantic Airways lættir um gerandisdagin hjá fleiri, sum arbeiða nógv uttanlands. Ein teirra er hetlendski tinglimurin í enska parla- mentinum, Travis Scott, sum ferðast nógv til London til arbeiðis. Hann var tó ikki við á fyrsta túrinum, men fer at vera millum tey, sum fara at nýta ferðasambandi nógv. Ein, sum var við á fyrsta túrinum, var Leonard Cheyne og konan. Tey ferðaðust ikki í arbeiðsørindum, men vóru bara farin ein túr, nú tey fingu møguleikan at ferðast beinleiðis til London úr Hetlandi. – Vit hava longi ætla okkum til London, men hava ikki tíma at flogið umvegis Aberdeen. Men brádliga fingu vit møguleikan at flúgva beinleiðis til London, so vit gjørdu vit skjótt av at bíleggja ferðaseðil, fortelur Leonard Cheyne, sum fór ein vikuskiftistúr til London fríggjadagin saman við konuni. RWD Fantastiskur møguleiki Andy Steven heldur, at nýggja leiðin gevur hetlendsku ferðavinnuni stórar møguleikar Túrurin hjá Jørgen Pedersen Tíggju tímar vóru á muni, tá maskinmeistarin Jørgen Pedersen fór úr Danmark til Hetlands og so úr Hetlandi til Danmark. Hann fegnast um nýggju leiðina hjá Atlantic Airways FLOGFERÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Millum mongu ferðafólkini umborð á flogfarinum úr Hetlandi til London, var danin Jørgen Pedersen. Hann er maskinmeistari og hevur verið í Hetlandi og arbeitt umborð á einum skipi hjá Mærsk. Jørgen Pedersen ferðast nógv í sínum arbeiði, og hann fegnast um nýggju rutuna hjá Atlantic Airways. – Tá eg fór úr Danmark til Hetlands brúkti eg 15 tímar um at koma vegin fram. Eg visti ikki hvussu longi arbeiði fór at taka, og tí heldur ikki nær eg skuldi heima aftur. Tá eg so skuldi heim, fekk tey heima at kanna hvørjar møguleikar eg hevði. Tá varð eg ovurfegin um, at heimferðin kundi gerast tíggju tímar styttri, við at eg kundi flúgva úr Hetlandi til London, og so heim hagani, greiðir Jørgen Pedersen frá tá vit spyrja hann um, hvat hann heldur um nýggju farleiðina hjá Atlantic Airways. Magni Arge bjóðar ferðafólkunum vælkomnum umborð á søguliga túrin í land í Sumburgh í Hetlandi champagne til Sí myndatema á portal.fo Tíggju tímar á muni Tað søgdu Douglas Anderson og Jessie Salter við ein munn, tá tey vórðu spurd, hvat tey hildu um nýggju leiðina úr Hetlandi. Douglas og Jessie eru par, og komu umborð á flogfarið í London. – Vit fara ein túr til Hetlands at vitja foreldur míni, greiddi Douglas Anderson frá, sum dagliga arbeiðir sum timburmaður. – Í fjør brúkti vit tveir dagar um at koma úr Onglandi til Hetland, tí flogfar og ferja passaðu so illa saman. Nú tekur tað ein góðan tíma at koma fram, og tað er fantastiskt., greiðir Jessie Salter frá. Tey bæði síggja eisini aðrar møguleikar í leiðini, enn bara at vitja foreldrini í Hetlandi. – Eg havi altíð havt hug at vitja í Føroyum, og nú rutan er her, kunnu vit bara fara avstað, tá tað passar okkum, sigur Douglas Anderson, sum roknar við, at hann kemur at vitja her í Føroyum í næsta ár. RWD This is brilliant! Gjørdu skjótt av og bíløgdu Travis Scott