Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 120 - 26. juni 2006 Eitt humanitert framstig Um vikuskiftið varð fráboðað, at Filipp­in­ urnar hava avtikið deyðarevsingina. Hetta eru av sonnum stór tíðindi hjá teimum mongu, sum stríðast fyri avtøku av hesi barbarisku revsing. Filippinurnar hava nýtt deyðarevsingina rættiliga nógv og hava tí ligið ovarlaga í tí skeiva endanum av hag­tøl­ u­num yvir deyðarevsing. Her hevur landið ver­ið í bólki við Kina, Iran og USA, sum eru á odda í hesum syndarligu hagtølum. Tað eru júst í ár liðin 300 ár síðan seinasta av­rættingin fór fram í Føroyum og vit í roynd og veru tóku av deyðarevsing. Hetta sig­ur nakað um søguliga perspektivið! Allir mannarættindafelagsskapir eru ímóti deyðarevsing. Teir vísa á, at henda revsing er klárt í mótstríð við tey menniskjansligu, et­isku og átrúnaðarligu virði, sum eyð­ kenna eina framkomna nútímans siðmenn­ ing. Deyð­a­­revsing er endalig bæði á ein og ann­an hátt. Vandin fyri mistøkum er sera stórur og er tá eingin møguleiki at broyta ella gera ein órætt um. Søgan, t.d. eftir annan heimsbardaga, hevur avdúkað ein hóp av mistøkum í Bretlandi og USA, har ósek eru vorðin avrættað. Hvussu er so ikki vorðið, har rættarskipanin er minni framkomin enn í hesum londum? Øll humanitert hugsandi fólk eiga at fegn­ ast um avgerðina hjá Filippinunum. Henda avgerð er eitt stórt humanitert framstig. Henda avgerð er við til at økja um mótið og stríðsviljan hjá humaniterum og á­trún­að­ar­ ligum bólkum og felagsskapum, sum kring allan heim virka fyri avtøku av deyðarevsing. Henda avgerð hjá Filippinunum kann tykj­ ast lítisverd, tá hugsað verður um, at nógv lond framvegis nýta deyðarevsingina. Men soleiðis eigur ein ikki at hugsa. Fyri hvørja ferð eitt land legst afturat tí fjøld av siðmentum tjóðum, ið ikki nýta hesa ræðuligu og ómenniskjansligu revsing, flyt­ ir heimurin seg eitt stig longur fram, sæð frá einum humaniterum sjónarmiði. Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. - Øll mentan hevur eina rúmliga dimensjón. Mentanin verður styrkt tess meiri tilvitað vit gerast um umhvørvið í býnum. Takið býarumhvørvið meira við í kjakið um ment­an og hjálpið Havnini at finna seg sjálva Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Síðsta mikukvøld kom HB á vitjan hjá KÍ í For­mu­l­a­ deildini. Dystirnar millum hesi feløg plaga at vera góð­ir og væl leiktir. HB byrj­­aði dystin best, fingu brots­­spark, men vælleik­ andi Mein­hard bjargaðí, men løtan bleiv stokkut, tí bert løtu seinni hevði HB skorað til 0-1. Meinhard var møguleiga heldur skjót­ ur út úr málinum, men so kom ferð á KÍ spælið, áðr­ enn nakar varnaðist var KÍ frammanfyri 3-1. Far­ ið varð eisini til hálvleik við hesi støðu, 3-1, til KÍ. Sigast skal, at mál­ini sum KÍ fekk vóru sera góð og væl gjøgnumsæld. Hvat venjarin Tony Paris hevur sagt við leikararnar í hálvleikinum er ikki gott at vita, men eg haldi, at tá seinni hálvleikur byrjaði, sá ein hvat ætlanin hjá KÍ var, athalda leiðsluna og spæla verjuspæl í samfullar 45 minuttir. um hetta var taktikkurin hjá venjaranum var hann hol í høvdið. KÍ hevði jú ein super fyrra hálveik, eftir mínum tykki var eingin grun til nakra spælbroyting í seinna hálv­leiki, møguleiga vóru KÍ’ararnir trýstir aftur av einum vælleikandi HB-liði, men eitt veit eg, at KÍ liðið var ógvuliga tamt í seinna hálvleiki av tí sama, at KÍ flutti fólkið longur aftur, farligari blivu HB’ararnir. Tá umleið 10 minuttir eru eft­ir fær HB eitt fantastiska flott mál, bólturinrakar sjálva stongina heilt uppi við tvørtræið og brestur í KÍ-málið. Meinhard kundi bert hyggja, eitt sera flott mál. Nú knappliga er støð­ an 3-2, og tað vísti seg at KÍ-ararnir høvdu einki aft­ ursvar. Verjuspælið hevði gjørt leikararnar dovnar. KÍ hevði tó enn 3 stig í posanum, men so hendur tað, sum aldrin skal henda, ein HB’ari blívur feldur beint uttan fyri brotsteigin hjá KÍ, bert lítil tíð er eftir at leika. Har hjálpti eingin mann­garður, BB’arin dundr­ aði bóltin undir tvørtræið og í málið, eitt sera flott mál, støaðn 3-3. Um tað er venjarin hjá KÍ, sum í hálvleikinum hevur lagt hendan verjutaktikk, kann eg bert siga, var tað ein taktikkur, sum kostaði KÍ tvey stig. Til endans kann eg siga, at elsti maður hjá KÍ var besti maður hjá KÍ-liðnum hendan dagin. Vóru tað ordrar frá venjaranum?? John Sigurd Joensen 1. Hví hevði Róðrarsamband Før­oya fund saman við start- og høvuðsdómarunum eftir eystanstevnukappróðurin ? 2. Varð góða veðrið orsøk til, at startdómarin fyri skjótari at kunna avgreiða startin, brúkti øðrvísi framferðarhátt enn vanligt, so slakki var varð á endanum ? 3. Varð ein triði bátur á­var­ að­ur, annars hevði helvtin av 10 mannaførunum ligið fast­ir í startinum? 4. Bleiv á fundinum staðfest, um manningin á Eysturoyingi og Vestmenningi høvdu skyld­ina av óhappinum, ella var talan um ein tekniskan feil? 5. Var avgerðin í tíð­ind­a­skriv­ i­num, sum Hans David Han­ sen kappingarleiðari hevur undirritað, einmælt ? Í vikuni verður broyt­ing gjørd í reglunum sum sig­ur: Skot­ið verður av, um bátur hongur. Fyri hetta fær hann gult kort. Tó verður onki kort givið, um tekniskur feil­ur kann ávísast. Tað er ein undanførðsla av nevndini í Róðr­ar­sam­ bandi­num at staðfesta, at rætt varð farið fram av start og høvuðsdómara og at onki kann gerast við hetta málið, tí ongin hev­ur kært. Tit sum valdir eru at hava ábyrgdina av kapp­ róðr­inum, og at úrslitið er so rættvíst sum gjørligt; tit hava skyldu at taka málið upp av eintingum, um tit meta, at úrslitini í FM- kapp­ing­ini hjá fleiri av lut­takandi bátunum kundi verið øðrvísi, um bátarnir ikki hingu fastir umframt avleiddu ávirkanini, at onk­ ur bátur av hesi orsøk ætlaði at leggja árarnar inn. Mín áheitan á Róðr­ar­sam­ band­ið, skal verða. Lati kapp­róðurin á Eystanstevnu verða ein steyparóður, ið ikki telur við í samlaðu FM- kappingini í ár. Hetta er eisini áheitanin frá flestu av luttakandi 10 mann­ aførunum. Við ítróttarkvøðu Nakrir spurningar í samband við tíðindaskrivið frá Róðrarsambandinum Løgtingsmaður kári p. højgaard