mánadagur 26. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2006
11
Asfalt tiltakið hevur
slóðað vegin fyri at
menna Tórsgøtu og
økið millum Hotel
Tórshavn og Post
húsbygningin. Til
takið var væleydnað,
og møguleikarnir
við økinum komu
veruliga til sjóndar
undir konsertunum,
tá ið fólk sótu og
stóðu allastaðir har
sitast og standast
kundi. Tí vænti eg, at
Asfalt fer at birta til
nógv nýggj hugskot,
um hvussu vit kunnu
skipa økið
Rættleiðing: Eg má við
ganga at eg bleiv bæði
ovfarin og vónbrotin av at
lesa lesarabrævið hjá Ann
iku Olsen býráðslimi um
miðbýin og Asfalt. Ikki av
innihaldinum sum so, man
kann ikki vera ósamdur í,
at føroyski tónleikapallurin
er framúr góður eins og at
tiltakið var sera væl fyri
skipað.
Eg veit at vit báðar, og
mong onnur við okkum,
eru púra samd um, at økið
millum Hotel Tórshavn/
Sjómansheimið og Posthús
bygningin hevur nakrar eina
standandi møguleikar fyri
miðbýin, bert tað verður
skipað og brúkt rætt.
Tað sum harmar meg er,
at Annika Olsen skrivar,
at býráðsamgongan hevði
ætlanir um at byggja ein
stóran skrivstovubygning
og býráðssal á hesum øki.
Hetta er ikki rætt, og tað
veit Annika Olsen fullvæl,
tí tríggjar kvinnur í sam
gonguni atkvøddu ímóti
uppskotinum.
Áðrenn málið kom fyri
býráðið, hevði tað verið til
viðgerðar í fíggjarnevndini.
Teir tríggir limirnir úr sam
gonguni, og teir báðir úr
andstøðuni vóru samdir
um at leggja uppskotið fyri
býráðið um at bygningur
skuldu byggjast á økinum.
Málið var ongantíð viðgjørt
í samgonguni.
Tá málið kom fyri á
býráðsfundi 27. apríl var
eg tann fyrsta ið tók orðið,
og eg grundgav fyri hví eg
ikki kundi taka undir við
ætlanini. Síðani tók Annika
Olsen orðið, og hon hevði
somu støðu sum eg. Hetta
var eg sera fegin um. Tá
ið atkvøðast skuldi um
málið var meiriluti ímóti
og eg kann til stuttleika
nevna at útav seks kvinnum
atkvøddu
fimm
ímóti.
Sostatt vóru tað kvinnurnar
ið fingu steðga ætlanini og
ikki samgongan ella and
støðan. Annars er hetta
ikki nakað nýtt mál. Tankin
hevur javnan verið frammi,
og eru tað fleiri politikarar
og embætisfólk sum halda,
at hetta hevði verið tað rætta
at gjørt, eisini partamenn
hjá Anniku Olsen.
Fyri einum árið síðani, á
mentanarnáttini 2005, var
eg av Miðlahúsinum biðin
um at hugleiða um mentan.
Eg valdi at hugleiða um
býarmenning, og ein partur
av hugleiðingunum vóru
júst um hvussu vit betur
kunnu skipa miðbýin, har
eg vísti á, at vit eiga at
umskapa økið millum Hotel
Tórshavn og Posthúsbygn
ingin. Tað sum eg segði
hetta kvøldið var m.a.:
Vaglið, sum flest øll
helst eru samd um er tann
fysiska miðjan, virkar í
dag meiri sum eitt tómt
hol. Ráðhúsplássið er eitt
parkeringspláss, og tað ein
asta torgið í býnum liggur
uppi í SMS. SMS hevur
avgjørt sítt virði, men sum
tey sjálvi siga haruppi, so
er tað ein býlingur í Havn,
og ikki miðbýur.
Skal miðbýurin styrkjast,
haldi eg at tað mest natúrliga
er at ganga út frá Vaglinum.
Vit kunnu skapa eitt torg
hæddum,
sum
bindur
saman N.Finsensgøtu, og
Tinghúsvegin, við mentanar
gøtuna í Tórsgøtu, soleiðis
at henda fysiska miðjan í
býnum, hjartað í býnum,
eisini gerst tann mentala
og mentaða miðjan. Í dag
virkar Tórsgøta eitt sindur
bakgøtulig, men á henda
hátt verður hon latin upp
og tá ið nú Tórsgøta er vald
at vera mentanargøtan fram
um aðrar, kemur tað eisini
at merkja at tað verður latið
meiri upp fyri mentanini í
Havn.
Eitt sovorðið torg kann
fáa alt møguligt ymiskt inn
ihald. Vit fáa t.d. eitt veru
ligt ráðhúspláss, vit fáa eitt
natúrligt marknaðarpláss,
pláss fyri gøtusjónleiki,
tónleiki og framførslur,
men fyrst og fremst fáa vit
eina miðju sum er ætlað
gongufólki framum bilar.
Tað einasta óhepna, haldi
eg, við hesum hugskoti er, at
veðrið í Føroyum stundum
er so ómentað sjálvt á
summartíð, at tað viðhvørt
illa riggar at hugna sær og
framføra úti. Tí kundi ein
loysn møguliga verið at
torgið var lutvíst innilokað.
Ein yvirvaksin útistova ella
okkurt tílíkt. Sólargangurin
er annars einastandandi júst
her, og er tað tí eitt upplagt
stað at savnast í góðveðri
at njóta sólina og býin tá ið
veðrið er gott.
Við bilarnar haldi eg, at
vit skulu gera við, eins og
Pál Weihe mælir til at vit
gera við roykjararnar. Vit
skulu minka um rásarúmið
hjá bilunum, og virða rættin
til eitt bilfrítt umhvørvi.
Hetta haldi eg verða
mentanarbæti sum munar.
Við at taka aftur tey
14
parkeringsplássini
á vaglinum, og tey 10 í
Tórsgøtu,
niðanfyri
vaglið, og gera eitt torg
ístaðin, kunnu vit menna
sambandið millum handils
og mentanargøturnar í býn
um, vit kunnu fjálga og
fjølga um gongu og súkk
lufólkið, og tá skapa vit
ítøkiligt grundarlag fyri
mentanarligari menning.
Vit eiga at hava í huga at
býurin fer at vaksa. Í dag
búgva um 19.000 fólk í
kommununi, og tað tykist
sum alt fleiri hava hug at
flyta henda vegin. Tað haldi
eg er at fegnast um, tí eitt
størri fólkagrundarlag gevur
nógv betur møguleikar, ikki
minst fyri mentanarligum
tilboðum. Men fleiri fólk
og fleiri tilboð, krevja eisini
ein størri og betri miðbý. Tí
umráðandi at vit taka okkum
saman og endurskapa ein bý
við einari rættari miðju. Tá
tað er gjørt, er lagamanni
at lata miðbýin breiða seg,
út eftir Skálatrøð, og hvør
veit, um nøkur ár verður
kanska eisini møguligt at
lata miðbýin breiða seg
út eftir keiini, so vit aftur
fáa eitt havnaumhvørvi
sum fólk kunnu trívast í, í
Havn. Men vit hava eisini
brúk fyri grønum økjum í
býnum, miðbýarlundir og
parkir. Vit eru ikki heilt
fyri ongum í so máta. Við
arlundin er sjálvandi býar
park, og so hava vit eisini
Skansan, grøna økið á
Glasheyggi, og Græsagarð.
Men eg haldi at hesi økini
eisini líkasum sløðast eins
amøll runt í býnum. Tað
eru ov fáir streingir sum
leiða frá miðbýnum til
grønu lundirnar, og eina
ferð enn er tað tí at sjálvur
miðbýurin ikki hevur eina
rætta miðju, og tí at bilarnir
sleppa at fylla ov nógv.
Øll mentan hevur eina
rúmliga
dimensjón,
og
tí ivist eg onga løtu í, at
mentanin verður styrkt tess
meiri tilvitað vit gerast um
umhvørvið í býnum. Tí vil
eg biðja tykkum mentaði
fólk, at taka býarumhvørvið
meira við í kjakið um ment
an og hjálpa Havnini til at
finna seg sjálva.
Asfalt stuðlar upp undir
ein mentaðan miðbý
Forkvinna í
mentanarnevnd
Tórshavnar Býráðs
Hildur
Eyðunsdóttir
Til Signar
– eitt kosmiskt, pedagogiskt minni av
Bakkanum fyri fimmti árum síðani.
Heilsan frá Frits Johannesen til barndómsvinin Signar
á Brúnni á hansara seinasta starvsdegi
lag: Jeg vil male dagen blå
1. Bólsteinur var okkar' verð ,
eins og var tað sum í gjár.
Lógu har á rundum steini,
droymdu okkum burt í heimi,
seinan dag eg hetta gloymi,
eins og var tað sum í gjár.
2. Bólsteinur var okkar' verð,
eins og var tað sum í gjár,
fór av stað alt sum í streymi,
eins og var tað bert í dreymi,
goymi alt í einum »geymi« ,
eins og var tað sum í gjár.
3. Bólsteinur var okkar verð,
eins og var tað sum í gjár.
Spældu kring á hesum kletti,
kom av Borgini tað petti,
sum tú djúpt í hugan setti,
eins og var tað sum í gjár.
4. Bólsteinur var okkar' verð,
eins og var tað sum í gjár.
Fór' av stað so mangar stundir
hvønn ein dag í barnalundir,
barnahugur búði undir,
eins og var tað sum í gjár.
5. Bólsteinur var okkar' verð,
eins og var tað sum í gjár.
Gingu ár so mong á baki,
steinin eg í hugan taki,
tá ið nætur langar vaki,
eins og var tað sum í gjár.
6. Bólsteinur var okkar' verð,
eins og var tað sum í gjár.
Mong ár eru undan farin,
barnaverðin var sum varðin,
vísti vegin til hvønn dagin,
Eins og var tað sum í gjár.
7. Bólsteinur var okkar' verð,
eins og var tað sum í gjár.
Inn í steinin verur mangar,
vættrar smáar, hulduótangar,
hetta nú í huga prangar,
eins og var tað sum í gjár.
8. Bólsteinur er okkar' verð,
júst tann sami sum í gjár,
livir allur hesin steinur,
enn hann er ein dreymur reinur
okkar' ævintýraheimur,
júst tann sami sum í gjár.
Frits
(Lesið eisini frásøgn á síðu 14)
- Asfalt-tiltakið var væleydnað, og møguleikarnir við økinum komu veruliga til sjóndar undir
konsertunum, heldur Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs. Hon
heldur, at Asfalt tiltakið hevur slóðað vegin fyri at menna Tórsgøtu
viðmerkingar