Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 120 - 26. juni 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin í morgin 27. juni. Sjey sovarar. Halgisøgan sigur frá, at tá ið keisarin Decius legði eftir teimum kristnu, leitaðu sjey ungir menn sær skjól í einum helli í fjøllunum. Hellið, teir krógvaðu seg í, varð funnið, og stórir steinar settir fyri inngongdina, so at teir skuldu svølta í hel. 200 ella 300 ár seinni vórðu steinarnir tilvild veltir frá munnanum, og teir sjey vaknaðu við sítt fríska lív uttan at vita, hvussu leingi teir høvdu sovið. Tíðindaskriv 1.juli 2006 hevur Ulla As­kildsen arbeitt hjá P/F Poul Michelsen í 25 ár. Ulla byrjaði sum pakkifólk í ostapakkarínum. Eftir hetta kom Ulla í læru sum skriv­ stovufólk á skrivstovuni hjá PM. Síðan gekk leiðin til tele­ fon­søludeildina, har Ulla ar­beiðir enn, og har flest all­ir kundar kenna hennara vinsælu og blíðu rødd. Ulla hátíðarheldur dagin saman við familju, vinum og starvsfeløgum. Ulla Askildsen: 25 ár hjá P/F Poul Michelsen Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur. Í skúlanum byrjaði dagurin 7. mars eins og allir aðrir vanligir skúladagar, men tað, vit serliga minnast frá tí skúladegnum, eru myndirnar, Martin og Teitur teknaðu í evningartímunum. Myndin hjá Martini er av fjøllum og skýggjum, sum eru fylt við regni. Myndin, sum Teitur teknaði, vísir okkum náttúrunnar styrki – eitt froysandi eldgos við sterkum litum. Myndirnar vórðu hongdar upp í floks­hølunum, og brádliga fáa tær symbolskan týdning, sum møguliga ikki varð lagdur í tær, tá tær vórðu tilevnaðar. Martin og Teitur vóru góðir vin­ menn, vóru nógv saman í skúlanum og eisini eftir skúlatíð. Av lyndi vóru teir ógvuliga ymiskir. – Martin minnast vit sum tann stilla, hugsanarsama og lurtandi næmingin. Hann mintist ógvuliga væl til, sat undir hvørjum orði, tá ið lisið varð upp í flokkinum. Skemtingarsamur var hann og dugdi væl at fáa tað stuttliga burturúr. Teitur var livandi og glað­ur. Honum dámdi væl at spæla við svørði og skjøldri – ein rættur her­maður í lívs­ ins fríska leiki, har hugflogið gjørdist veruleiki. Teiti dámdi væl at tekna og gera søgur, var skapandi av lyndi. Tá ið vit komu í skúla 8. mars, var alt broytt. Okkara floksfelagar, Martin og Teitur, og beiggi Teit, Nikl­as, vóru ikki millum okkara longur. Skelkurin og saknurin kendust so tyngj­andi, at ringt var at seta orð á – tveir stólar í flokshølunum standa tómir, og vit verða hvønn dag mint á hesa døpru hend­ing. Vit mistu vinir og floks­ felagar okkara. Burtur eru teir, og vit gráta, og tá skulu vit minnast, at tárini eru lekjandi. Við jarðarferðina fortaldi prestur søguna um fuglin og leyvblaðið, har fuglurin við síni uggandi rødd royndi at siga leyvblaðnum, at hóast deyðan, so er vón fyri framman, tá ið várið og ljósið koma aftur. Fuglurin fer aftur at syngja um leyv­blaðið, sum honum var kær­ast, meira enn alt annað tilsamans. Eins og fuglurin mintist leyvblaðið, fara vit í flokkinum at minnast floks­felagar okkara og bera minni við okkum víðari fram á lívsleið okkara. Góðu Kristina og Rói, Sunniva, Páll og Jón! Orð eru fátæk, og ringt er at ugga í ófatiligu sorg tykkara, men vita skulu tit, at vit hugsa nógv um tykkum og tað, tit hava mist. Takk fyri tíðina, okkum untist at sleppa at vera saman við Martini og Teiti. Saknið tungan harmin vekur, at so dátt vit mistu teg, Harrin gevur, Harrin tekur, ei vit skilja Harrans veg; ei á foldum finnist tann, lívsins gátu grunda kann: Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur. Friður veri við minnunum um Martin og Teit. Lærararnir í 3.a á Venjingarskúlanum Minningarorð um Martin og Teit Martin Teitur Leygardagin andaðist Ib Jensen í Havn, 71 ára gamal. Ib datt oman, tá hann saman við øðrum var á útferð frammi við Gjónna í Leynum. Tað eru mong sum kenna mannin, sum á eyðkendum norðurjyskum, smílandi og væl upplagdur hevur staðið á trappuni við taskuni og eini bók í hondini. Ib Jensen var bókaseljari hjá adventistunum. Hann ferðaðist kring Føroyar og seldi bøkur í 45 ár. Tann kendasta man vera bókarøðin Skýmingarløtan, sum hann man hava selt millum 20- og 30 túsund av gjøgnum árini. Ib var føddur í Thy í Norð­ ur­jyllandi, og kom sum 27 ára gamal í 1961 til Føroya at starvast sum seljari hjá adventisasamkomuni. 45 ár sum ferðandi seljari høvdu nógvar ymiskar upp­ livingar við sær. Ikki var altíð líka lætt at ferðast tey fyrstu árini. Ib kundi greiða frá nógvum baldrutum túrum kring landið. Ib verður nógv saknaður í adventistasamkomuni, og av nógvum fólki kring landið. Eisini av børn­un­ um og teimum sum starv­ ast í skúlanum. Økið kring kirkjuna og skúlan hevur hann hildið á ein fyri­ myndarliga hátt. Hann var ein sera lítilátin persónur og gjørdi ongan háva burtur úr sær sjálvum. Hann syrgdi bara fyri øllum. Hóast Ib var dani og tosaði danskt, kendi hann seg sum føroying, og hann hevur eisini sagt, at her vildi hann jarðast. Av familjuni er bert ein systir eftir á lívi, og hon býr í Australia. Ib Jensen deyður Lesið Sosialin - so eru tit við