Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 13 Sigmund í Hoyvík, andaðist hósdagin, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin klokkan 13. Ib Jensen, føddur í Danmark, búsitandi í Havn, andaðist leygar­ dagin, 71 ára gamal. Jarðar­ferðin verður kunngjørd seinni. Mary Jacobsen á Morskranesi, van­liga nevnd Maja, and­að­ist á Eysturoyar røktar- og ellisheimi leygar­ morgunin 24. juni, 82 ára gomul. Kistan fer frá Røktar- og ellisheiminum mánakvøldið 26. juni kl. 17. Jarðarferðim verður úr Selatraðar kirkju týsdagin 27. juni kl. 14. Tey, ið vilja minnast Maju, kunnu lata eina gávu til Eysturoyar røktar- og ellisheim. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Í dag, mánadagin 26. juni, verður Elin Maria Greg­er­sen í Syðrugøtu 80 ár. Føð­ingardagin er hon stødd í summ­ arhúsinum í Rørvig á Sælandi. Ellu Mia er ættað úr Heið­unum. Foreldrini vóru Dagmar, sum var ættað av Vollanum á Glyvrum, og Hans Andrias Nielsen í Heið­um. Nú eru húsini hjá teimum mitt í býnum. Tá ið Ellu Mia var barn og inntil fyri einum tredivu árum síð­ani, var tað rættuliga langt til næstu grannarnar. Hans Andrias var fiski­maður, og Dagmar var heima hjá børnunum og arbeiddi við­hvørt í fiski. Tvey ár eftir kríggið – tá ið hann var vorðin sjúkur av tuberklum – fór Hans Andrias ikki til skips aftur. Tá fór hann at seyma segl og gera rigningar til. Ellu Mia er elst av níggju systkjum. Hini eru Sjúrður í Syðrugøtu, Havgrímur á Sandi mikla, Tóra á Toftum, Viljormur, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, búði í Heiðum, Hildur sum býr niðri, Brestur í Heiðum, Hildigarð í Fuglafirði og Øssur sum býr í Heiðum. Eitt systkinabarn teirra, Hans Marius, vaks upp saman við stóra systkinaflokkinum. Hann býr í Heiðum. Ellu Mia var fjúrtan ára gomul, tá ið hon fór at tæna hjá Heiða doktaranum, sum Einar Djurhuus varð nevndur. Hjá honum og Ingu Malenu var Ellu Mia í fleiri ár. 10. desember í 1949 giftist Ellu Mia Ólavi Gregersen í Syðrugøtu. Tey búsettust í Syðrugøtu, og heimið gjørd­ist karmurin um stórt og fjøl­tátt­að virksemi. Longu áðrenn tey bæði giftust, var Ellu Mia flutt inn til Gøtu, har hon hjálpti vermóðrini, Suffíu Greg­ersen, sum hevði nógvar kvinnur kring alt land­ið í arbeiði. Tær bundu troyggjur. Hetta var meðan Ólavur gekk á Niels Brock í Keyp­mannahavn. Tá ið hann var komin heim aftur, og tey bæði høvdu givið hvørjum øðrum sítt ja, fór hann und­ir vinnuliga virksemið, sum støðugt øktist. Einki er at taka seg aftur í, at tað hevði avgerandi týdning fyri Ólav, at hann í konuni átti so dyggan stuðul. Hann koyrdi hýruvogn, og hon passaði børnini, sum vóru tøtt, og automatina og Sjómansbúðina, sum tey høvdu í kjallaranum. Í 1970 fóru tey eisini at selja matvørur, og tá nevndu tey handilin Valhøll. Ólavur fór skjótt at spinna tógv til virksemið hjá mammuni, sum hann seinni yvirtók og kallaði Tøtingarvirkið. Tað fór hann undir 7. januar í 1961. Í sjeyti árunum fór Ólavur undir reið­ara­ virk­semi. Bæði í tí og í øllum hinum virk­seminum høvdu tey nógv við fólk at gera, og ikki minst í tí part­inum átti Ellu Mia stóran leiklut. Hon var heima, bant og seymaði upp á børnini, fylgdi væl við og sýndi stórt gestablídni. Ellu Mia og Ólavur eiga seks børn: Sæunn (1950) í Saltangará, Dagbjørt (1952) í Norðragøtu, Elin (1954) á Nesi, Hallbera (1956) í Syðrugøtu, Malan (1959) við Gøtugjógv og Ólavur (1968) í Havn. Ommu­børnini eru seytj­ an, og lang­ommubørnini eru trý. Fyri Ellu Miu var tað dyggur smeit­ur, tá ið hon 17. oktober í 1980 misti mannin. Ólavur var bara 54 ára gamalur, tá ið hann andaðist. Hóast sorgina og saknin so hevur Ellu Mia síðstu fjórð­ings øldina hildið fram við innihaldsríka og fjølbroytta lívinum. Hon verður 80 í dag, men hon kennir seg ikki gamla. Hon bakar vafl­ur­ nar, sum ferðafólkini keypa saman við einum kaffi­munni í Tøting. Hon hevur stóran áhuga í sam­fel­agsviðurskiftum, dugir væl at práta og gevur sínar áskoð­ an­ir til kennar. Hon møtir til tiltøk hjá í Lions í Eysturoy, sum maðurin var ein av stigtakarunum til, og hon kennir seg eiga lut í virkseminum í Gøtu, í Heiðum og í allari oynni. Hon hevur opið hús, tá ið pisufundur er á sandinum, og tá ið G! festivalurin er á skránni, og leygardagin fylgdi hon væl við í, hvussu tað gekst Eysturoyingi. Í kirkjuni er hon trúgv, hon vitjar mentanarlig til­tøk, og í hesum døgum fylgir hon væl við í HM kapp­ingini í fót­bólti. Í danska summarveðrinum sæst hon á súkklu ella ger hon við­líka­ haldsarbeiði inn­an­dura og uttandura í summ­arhúsinum í Rørvig, sum hon og Ólavur keyptu fyri fleiri enn fjøruti árum síðani, og har henni dámar so væl at vera nakrar vikur hesa ársins tíðina. Næstu ættarliðini eiga eisini góð minni úti við Kattegat, og í dag eru fleiri av børnunum saman við mammuni og halda stóra dagin á Blåbærvej 1 í Rørvig. J Elin Maria Gregersen 80 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona og systir okkara Anna Østerø Skipanes andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum, í Elim og á grøvini. Tøkk til urguspælara og sangarar. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til Elim. Tøkk til øll, sum ringdu, fylgdu og teirra, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Ein serstøk tøkk til heimarøktarar og heilsuverkið. Familjunnar vegna Aksel Kári, Jóannes og Líggjas 22. juni 1976 fingu 21 mask­inmeistarar prógv á Maskinskúlanum í Havn. Teir vóru, aftast f.v.: Bjarki Thomsen, Tvøroyri, Oluf Simonsen, Vestmanna, Heini Heinesen, Sørvágur, Poul Andreas Joensen, Leirvík, Tummas M. Joensen, Kví­ vík, Kári Johannesen, Fugla­ fjørður, Bjarki Johansen, Sandavágur, Martin Kjær­ bo, Sumba, Rógvi Niel­sen, Tórshavn, Hans A. Poul­ sen, Toftir, Helgi Simon­ sen, Skála, og Páll Vík, Haldarsvík. Fremra rað f.v.: Kristian Andreasen, Klaksvík, Kristj­ an Dalsenni, Klaksvík, Esm­ ar Hansen, Klaksvík, Ingolf Heinesen, Norðragøta, Eli­ an Jensen, Sørvágur, Pauli Joensen, Vágur, Páll Joen­ sen, Fuglafjørður, og Jóhan Poulsen, Klaksvík. Jákup Petersen, Fuglafjørður, vant­ ar á myndini. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1976 Fyri 30 árum síðan: Maskinmeistaraprógv í juni 1976 Kunngjørt verður fyri ætt og kenningum, at minnishald verður yvir urnurnar við Miu Stokes, f. Rubeksen og Ben W. Stokes í kirkjugarðinum mikudagin 28. juni kl. 13.00. Janet, Ben John og Alan