mánadagur 26. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 120 - 26. juni 2006
– Tær allarbestu
løturnar hava verið
at uppliva næmingar
vaksa og blóma sigur
Signar á Brúnni, sum
eftir 37 ár í starvinum
fór frá sum lærari
fríggjadagin
Samkoma
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað er ikki sørt, at hann er
eitt sindur rørdur, har hann
situr við eini heilsan frá 10.b
í hondini, sum takkar honum
hjartaliga fyri hansara stuðul
og áhuga sum flokslærari
seinastu árini. Eftir 37 ár í
starvinum, hevði Signar á
Brúnni sín seinasta starvs
dag fríggjadagin. Størsta
partin av tíðini hevur Signar
starvast í Fuglafjarðar skúla,
har lærarar, starvsfólk og
skúlastýri hátíðarhildu løt
una saman við Signari og
familju við røðum, gávum
og sangi.
Stórar løtur
Lítið man vera at ivast í,
at stuðulin og áhugin hjá
Signari, sum 10. b sipar til
í heilsani, kemur frá hjartan
um. Spurdur, hvørjar løtur
hava verið tær bestu hesum
mongu árini sum lærari,
ivast Signar ikki
– Tær størstu løturnar
hava uttan samanbering
verið, tá tað er eydnast at
stuðla einum næmingi, sum
kanska ikki var so sterkur, at
røkka sínum málum, sigur
Signar, sum eisini altíð
hevur verið fúsur at royna
aðrar undirvísingarhættir,
har tað ikki bara er bókligi
førleikin, ið verður løntur.
Hann minnist við einum
brosi eina verkætlan, har
tveir flokkar skuldu gera
eina stuttsøgu hjá Heðini
Brú til film.
– Næmingar, sum ofta
høvdu tað tungt við tí bók
liga, vístu seg tá brádliga
sum sannir tekniskir snill
ingar ella sum føddir sjón
leikarar. At síggja, hvussu
tey vuksu og blómaðu við
røttu avbjóðningini, var heilt
ótruligt. Tað eru slíkar løtur,
eg ikki vildi býtt um fyri
nakað, sigur Signar.
Stór broyting
Longu sum heilt ungur setti
Signar sær fyri at gerast
lærari, og eftir trý ár sum
vikarur í Gøtu skúla, var
hann ikki longur í iva um,
at tað var í hesum starvinum,
hansara framtíð lá. Hann tók
prógv á Læraraskúlanum í
1969, og burtursæð frá tíð
ini sum løgtings- og lands
stýrismaður, hevur hann
starvast sum lærari síðani
– tey allarflestu árini í
Fuglafjarðar skúla.
Størstu broytingina í skúl
anum hesi árini heldur Signar
seg síggja í hugburðinum
til hetta at læra. Í gamla
skúlanum høvdu næmingar
sum heild ivaleyst kensluna av
at verða tvungnir til at læra – í
dag væntast teir at gera tað av
áhuga. Sum ein avleiðing er
stranga disiplinið sett til viks
og størri sínamillum virðing
millum lærarar og næmingar
sett í staðin. Signar ásannar,
at í ávísan mun hevur tað
fakliga kanska goldið prísin.
Hinvegin ávarar hann staðiliga
ímóti at bøta um tað á ein hátt,
so menniskjaliga virðingin
verður við skerdan lut.
– Tað fakliga skal sjálvandi
raðfestast høgt, men tað
kann ikki standa einsamalt.
Treytin fyri, at ein næmingur
yvirhøvur kann læra nakað,
er, at hann trívist í skúlanum,
sigur Signar, sum kortini
heldur, at skúlin eigur at
ansa eftir ikki at pakka næm
ingarnar inn í vatt.
– At geva næmingunum
eina spakuliga byrjan í skúl
anum verður uttan iva gjørt
í bestu meining. Men eftir
mínum tykki gongur tað
í so spakuliga onkuntíð.
Spurningurin er, um ikki
stoyturin verður tess størri,
tá næmingurin kemur í 3.
ella 4. flokk, og so er lítið
vunnið, heldur Signar.
Okkurt, ið ikki
samsvarar
Ikki óvæntað leitar prátið sær
í hesum sambandi til nógv
umrøddu PISA kanningina.
Nú fyrsti hvøkkurin hevur
lagt seg, heldur Signar tíð
ina vera komna at seta nakr
ar kritiskar spurningar til
kanningina, heldur enn at
góðtaka úrslitið sum eina
eintýðuga kolldøming av
føroyska skúlaverkinum.
– Sjálvandi skulu vit lurta
eftir kritikki, har hann er
uppá sítt pláss. Men okkkurt
er, ið ikki samsvarar, tí fleiri
kanningar hava í seinastuni
víst, at føroyskir næmingar
als ikki standa aftanfyri
aðrar. Tað átti at fingi okkum
at spurt, hvørji kriteriu verða
brúkt í PISA kanningini,
hvør stendur aftanfyri hana,
og hvussu hon er skipað.
So leingi, vit ikki kunnu fáa
tað innlitið í kanningina, er
tað eisini avmarkað, hvussu
skilagott vit kunnu brúka
úrslitið, sigur Signar.
At ávis øki innan skúla
verkið treingja til ábøtur,
ivast Signar ikki í, og sum
fyrrverandi landsstýrismaður
í skúlamálum hevur hann
eisini fylgt visjónskjakinum
um skúlan neyvt.
– Alt gott um stórar visj
ónir, men so leingi játtan
ikki fylgir við, verða tær
ikki annað enn møsn. Ber
tað ikki til at útvega peng
arnar, er betur at stíla eitt
sindur lægri, so tey, sum
starvast í skúlanum, fáa ein
møguleika at gera ætlaninar
til veruleika, sigur Signar.
Rætta løtan
At Signar hevur valt at fara
frá longu sum 61 ára gamal
er heilt tilvitað. Skalt tú
fara undir nakað nýtt, er tað
heldur seint at byrja, tá tú
nærkast teimum 70 heldur
hann. Hvat hann fer at takast
við, fer tíðin at vísa, men í
øllum førum gleðir hann seg
til at fáa betri tíð at røkja sín
áhuga fyri ymsum skapandi
arbeiði.
– At fara nú kennist sum
at fara úr eini veitslu, meðan
hon er uppá sítt besta. Eg
havi bara góð minni frá tíð
ini sum lærari og havi ikki
angrað eina løtu, at eg valdi
mær hetta sum mítt lívsstarv,
sigur Signar, sum heldur ikki
ivast í, at hann framvegis
fer at fylgja líka væl við í,
hvussu tað gongst sínum
gomlu næmingum
– Tað havi eg altíð gjørt, og
eg fegnist líka nógv hvørja
ferð, eg síggi í blaðnum,
at onkur av mínum gomlu
næmingum hevur tikið prógv.
So siti eg har og nikki og
hugsi “Hygga síggj! – hatta
væntaði eg altíð”, sigur Signar
at enda.
Signar farin frá:
Sum at fara
úr góðari
veitslu
Samkoman á Fuglafjarðar skúla fríggjadagin gjørdist ein serstøk løta fyri Signar og familjuna
Gamli flokslærarin hjá 10.b var ikki sørt rørdur av vøkru heilsanini, tey sendu honum á hansara síðsta starvsdegi
Frá skúlanum fekk Signar hesa vøkru grótplátuna, har hansara
gamla arbeiðspláss, Fuglafjarðar skúli, er ristaður á
(Mynd: Kjartan Madsen)
nøvn