Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 15 Stuðlarnir hjá teim­ um allar sjúkastu fjøl­ brekaðu børnunum í landinum eru upp­ sagdir, og foreldrini kenna seg sum nass­arar, tá tey seta seg í samband við myndugleikarnar. Hetta eru avleið­ ing­arnar av lógar­ broytingum, sum raka familjur við fjøl­ brekaðum børnum sera hart. Støðan er katastrofal, sigur Javni Vælferð Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Familjurnar liva eina til­ veru við sjúku, røkt og ein­ari óvissari framtíð, har tað nú í fleiri mánaðar hevur verið ógjørligt at fáa gerandisdagin at hanga saman. Stuðlarnir eru upp­sagdir og røktin latin yvir á foreldrini, sum eru farin heim frá arbeiði at átaka sær uppgávur, sum trískiftistoymi áður hevur havt ábyrgdina av. Í onkrum familjum eru tey kortini so heppin, at stuðlarnir enn eru í heiminum, men er tað bert stuðlunum fyri at takka, tí teir fáa seg ikki at lata familjurnar yvir til tilvildina. – Børn okkara hava brúk fyri stuðli alt samdøgri. Tey kunnu onki og nógv teirra eru so veik, at tey mugu hava andingartól og náttarvakt sitandi uppi yvir sær. Heilsustøðan hjá foreldrunum er í vanda, stress og strongd tyngja tey, samstundis, sum tey onki fáa at vita, tá tey seta seg í samband við Al­mannastovuna, sigur Lis Eklund í Niðristovu, for­ kvinna í Javni og mamma at fjølbrekaðum barni. Nýggja skipanin óvirkin Eftir at skipanin við stuðl­ um til tey allar sjúkastu børnini varð løgd yvir á Almannastovuna, hevur hvørki høvd ella hali verið á nøkrum, sigur Javni, sum fleiri ferðir heitti á politiska myndugleikan um at bíða við broytingunum og at geva pláss fyri einari tillagingartíð, tá skipanin varð broytt. Kortini varð lógarbroytingin samtykt, bert ein mánað áðrenn hon skuldi koma í gildi. Sambært Annlis Bjark­ hamar, dagligur leiðari hjá Javni, er forsøgan tann, at lógarbroytingin leggur upp til eitt tvíbýti, har børn við heilt serligum tørvi koma undir eina stuð­ulsfólkaskipan hjá Al­mannastovuni, meðan børnini við “lættari” ser­ ligum tørvi, sum kunnu integrerast á dagstovnar, verða kommunal ábyrgd. Ætlanin var, at skipanin skuldi koma í gildi 1. januar, men hetta var broytt í síðstu løtu, til at hon kom í gildi 1. apríl. – Nú skjótt 3 mánaðar eftir, at nýggj skipanin varð sett í verk, ræður óvissa og ótryggleiki á økinum. Serliga eru tað børnini við heilt serligum tørvi, eitt nú tey fjølbrekaðu børnini og familjur teirra, sum í løtuni liva undir ótolandi umstøðum, sigur Annlis Bjarkhamar. Og hon greiðir víðari frá, at tá lógarbroytingin varð sett í verk, valdi Al­manna­ stovan at siga allar stuðlar úr starvi fyri síðani at lýsa størvini leys av nýggjum. – Nú 3 mánaðir seinni er enn ógvuliga ógreitt, hvør støðan er á økinum. Almannastovan hevur heitt á onkrar stuðlar um at halda áfram eina tíð afturat, meðan tey eru í ferð við at seta nýggj fólk í starv. Nakrir stuðlar hava játtað at hildið fram, meðan aðrir hava fingið sær onnur størv, tí óvissan í stuðulsstarvinum var ov stór. Avleiðingarnar av øll­ um hesum mugu børnini og familjurnar bera, sigur Annlis Bjarkhamar. Ongan rætt til hjálp Og trupulleikarnir á øki­ num steðga ikki har. Tí uppskotið legði eisini upp til, at játtanin til stuðuls­ fólkaøkið varð broytt frá lógarbundnari játtan til rakst­rarjáttan. – Hetta hevði eitt nú við sær, at tað nú var játtanin á fíggjarlógini – og ikki tørvurin hjá barninum – sum var avgerandi fyri, um eitt barn fekk játtað stuðulsfólk, hvussu nógvar stuðulstímar barnið fekk og so framvegis, sigur Lis Eklund í Niðristovu, for­ kvinna í Javni. Og hon vísir á, at í almennu við­merk­ ingunum til lógaruppskotið sigur Almanna- og heilsu­ málaráðið eisini, at vandi kann vera fyri, at stuðul verður sýttur av fíggjarligum ávum. – Hetta kann Javni á ongan hátt góðtaka. Tí vit meta, at í einum so framkomnum landi sum Føroyar, har vit nú í 35 ár hava stríðst fyri livikorunum hjá teimum menningartarnaðu, eigur tað at vera ein rættur hjá einum og hvørjum við serligum tørvi at fáa ta hjálp og tann stuðul, sum hesin hevur brúk fyri, sigur Lis Eklund í Niðristovu. Og hon vísir á, at aftur­ meldingarnar sum tey fáa, vísa at foreldur kenna á sær, at tað í alt ov stóran mun eru tey fíggjarliga atlitini, sum liggja til grund fyri avgerðunum, sum verða tiknar í samband við stuðul og hjálp til familj­ una og barnið og at tað ikki er tørvurin hjá barn­ inum/familjuni sum eru av­gerandi. Frástøða til brúkaran Sambært Annlis Bjark­ hamar, mugu tey í Javna tíverri ásannað, at tað í alt ov lítlan mun verður tikið atlit til tey, sum koma at liva við avleiðingum av lógarbroytingunum, nevni­ liga barnið og familjuna. – Tað er í dag ov stór frástøðu millum tey, sum sita og smíða og samtykkja lógir, og tey sum daglig skulu liva við teimum avgerðum/broytingum, sum tiknar verða av politiska myndugleikanum. Tað verður gjørt alt ov lítið við at kanna tær avleiðingar, sum eitt nú ein slík lógar­ broyting sum henda hevur á gerandisdagin hjá til dømis fjølbrekaðum børnum og teirra familjum. Vit hava í hesum førinum eina ójavn­vág, har alt ov nógv fíggjarlig og umsitingarlig atlit verða tikin, meðan alt, alt ov fá atlit verða tikin til barnið/familjuna, sigur Annlis Bjarkhamar, sum eftirlýsir eina grund­ leggjandi broyting, tá tað kemur til bæði lógarsmíð og umsiting innan almanna­ økið. Og ein mamma sigur, at hon kennir á sær, at myndugleikarnir verða ikki nøgdir, fyrr enn hon hevur verið uppi í grótbrotinum og slept barninum útav eggini. tíðindi Tey havnarfólkini sum ikki vóru á fótum kl. 08.30 í morgun, mundu vakna við kaldan dreym. Árla á morgni oystu punk­ar­arnir í 200 lemjandi rokk­ tón­leik oman yvir Havnina frá dekkinum umborð á Norrønu Ungdómstúrur Rókur Jáupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Tá ið Norønna loysti í morgun, vóru eini 700 fólk í veitsluhýri við um­borð. Og tað var lagt upp til nakað heilt serligt, tí longu áðrenn tey flestu vóru liðug við sín morgunmat vóru 200 úti við miðfingrinum. Á dekkinum stóðu teir og rokkaðu, og ungfólkið kom beinanvegin streym­ andi frá kømrunum. Tað var eyðsæð hetta hóvaði teimum ungu, sum vóru við umborð. Hildu tað var yvirgangur Niels Galan, sum er sang­ari og gittarleikari í bólkinum 200, ringdi til Planet eftir at Norønna var farin úr Havn. Hann segði, at nøkur norsk ferða­ fólk umborð á Norrønu gjørdist bangin av tí harða tónleikinum. Tey hildu at tað var yvirgangur um­borð. Niels Galan greiður frá, at hann rópti á ein vinmann sum eitur Allan. Niels stóð sjálvur uppi á dekkinum á Norrønu, og hann tá ið hann rópti í mikrofonina, hoyrdist tað langan veg. Men hetta fitta skemt fekk eina held­ ur óvæntaða vending. Nøk­ur norsk ferðafólk umborð á Norrønu, hildu at onkur rópti á navnframa Allah. Og saman við tí harða punktónleikinum gjørdust tey bangin fyri, at yvirgangur var umborð á Norrønu. Men starvsfólki umborð sissaði tey, og greiddi teimum frá, at hetta bara vóru nakrir fittir punkarir, og sostatt fekk søgan ein góðan enda. Vakna, baby! Tey sjúkastu børnini við skerdan lut Lítli Dánjal á Krákusteini, sonur Hanus og Siu, hevur ongan stuðul í løtuni.