mánadagur 26. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2006
16 tíðindi
Frægastu útróðrar
bátarnir, sum royna
við línu, liggja um
100 pund á línuna,
og nógv tann størsti
parturin av veiðini
er hýsa. Onkur bátur
eisini gjørt hampiliga
setur eftir hvítingi
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit vóru á Kósabrúnni
í morgun, tá ið útróðrar
báturin,
Nevið
Reyða,
legði at landi. Teir høvdu
roynt sunnanfyri – ella í
Svínoyarhavinum,
teir
rópa. Á 30 línum høvdu
teir millum 2.200 og 2.300
pund. Nógv tann størsti part
urin av veiðini var hýsa,
eini 200 pund var gráur
fiskur.
Nevið Reyða er ein 32
fót stórur glastrevjabátur
av slagnum, Viksund. Báta
eigari er Hendrik Sørensen,
sum er ættaður av Viðareiði,
men býr í Klaksvík.
Teir seta við trakt. Agnið
er høgg uslokkur og tað, sum
rópt verður sauri. Hetta er
ein sildafiskur, sum er væl
bíligari enn makrelur.
Tveir mans eru við bátin
um á útróðri, meðan ein
tekur sær av umrekingini
á landi.
Petur Juul Jacobsen, ið er
annar av monnunum, sum
við eru, sigur, at fiskiskap
urin vanliga er smáligur
hesa tíðina av árinum.
– Onkur annar bátur
royndi norðanfyri okkum
síðstu nátt, kanska nakað
ytri, og teir fingu væl av
hvítingi. Sum vit skiltu,
hevði hesin báturin umleið
100 pund á línuni, harav
meginparturin var hvíting
ur.
Útróðrarmaðurin
letur
væl at hýsuprísinum, sum
munar væl, nú útróðurin er
so slakur.
– Eg haldi, vit fáa einar 15
krónur í miðal fyri hýsuna,
og tað er góður prísur.
Annars ligg ur hýsuprísurin
upp í einar 18 krónur fyri
kilo, sigur hann.
Petur
Juul
Jacobsen
sigur, at tað gongur væl
hjá teimum at fáa línuna
umriknað til hvønn túrin.
Nevið Reyða roynir við
línu alt árið.
Útróðrarbátar í Klaksvík
hava smáligan fiskiskap
Froya landar
í Klaksvík
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun landar línu
skipið, Froya, í Klaks
vík.
Pól Fuglø, landing
arformaður á Landing
armiðstøð Føroya, veit at
siga, at teir hava millum
75.000 og 80.000 pund,
meginparturin longa og
brosma.
Línuskipið,
Grani,
landar í morgin. Teir
hava eini 110.000 pund.
Seinni í vikuni koma
Gáshøvdi, sum trolar
uttan fyri og Varðin, sum
trolar á landleiðini, inn
at landa.
Línuskipið,
Núpur,
sum er undir Íslandi,
kemur eisini inn at landa
í vikuni.
Pól Fuglø væntar, at
Núpur kemur hósdagin.
Bedingin hjá Klaks
víkar Skipasmiðju er
eldri enn bedingin hjá
Klaksvíkar Sleipistøð,
hóast báðar hava
sínar røtur tíðliga í
farnu øld
Handverksvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Brunnbáturin, Tjørnunes,
stendur í løtuni uppi á
Klaksvíkar Skipasmiðju,
sum lítla beding í Klaksvík
verður rópt.
Tjørnunes er brunnbáturin
hjá East Salmon. Hann er
smíðaður hjá Brøðrunum
Petersen í Fuglafiðri og
longdur á Tórshavnar Skipa
smiðju.
Á
lítlu
beding
skal
Tjørnunes sýnast og hava
aksiltrekk, og eisini verður
báturin
pussaður
upp,
meðan hann stendur á bed
ingini.
Bjaringarbáturin, Ziska,
hevur eisini verið uppi á
bedingini hjá Klaksvíkar
Skipasmiðju, har hann er
reinsaður og botnmálaður.
Ziska er júst farin av aftur
bedingini.
Gomul beding
Bedingin hjá Klaksvíkar
Skipasmiðju er eldri enn
bedingin hjá Klaksvíkar
Sleipistøð, hóast báðar
hava sínar røtur tíðliga í
farnu øld.
Tað vóru Kjølbro og Dáv
ur í Gerðum, skipari, sum
løgdu lunnar undir ta størru
bedingina í 1928 og Aksel
Olsen og brøður hansara,
sum løgdu lunnar undir
lítlu beding longu í 1919.
Aksel var sonur Húsa-
Pól.
Bedingin hjá Klaksvíkar
Skipasmiðju er nú í triðja
ættarliði og maðurin, sum
stendur aftanfyri bedingina
í dag, er Martin Olsen.
Upp til 100 tons
Martin sigur, at teir plaga at
vera fýra mans til arbeiðis á
bedingini, men í løtuni eru
teir trígg ir.
– Vit taka skip og bátar
upp, sum eru minni enn
100 tons.
Hann vísir á, at tað mesta,
teir takast við á bedingini,
er timburarbeiði, har timb
urskip verða umvæld.
Sjálvur er Martin útbúgv
in skipstimbrari, og tá ið
norðoyingar settu Dragan
í stand, var hann maðurin,
sum legði teimum lag á í
fríløtunum.
– Um veturin er minni at
gera, men um summarið er
meira lív í á bedingini.
Martin Olsen sigur, at
Klaksvíkar Skipasmiðja ger
lítið við maskinumvælingar,
men teir hava nógv aksil
trekk og annars uttandura
arbeiði við bátar og smærri
skip.
Á lítlu beding skal Tjørnunes
sýnast og hava aksiltrekk,
og eisini verður báturin
pussaður upp, meðan hann
stendur á bedingini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Pól Fuglø, landingarformaður og Petur Juul Jacobsen,
útróðrarmaður, sum júst er afturkomin við útróðrarbátinum,
Nevinum Reyða
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nevið Reyða leggur at landi. Teir hava roynt í Svínoyarhavinum í nátt. Meginparturin av veiðini er hýsa
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tjørnunes á lítlu beding í Klaksvík