mánadagur 26. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2006
17
Jóansøkufestivalur
loysti startskotið
av fyri enn einum
føroyskum festival-
summari. Sosialurin
var á staðnum
fríggjakvøldið og
leygarkvøldið, og við í
blaðnum eru konsert-
ummælir
JÓANSØKU
|FESTIVALUR
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Dennis Holm, ein av fyri
skiparunum av Jóansøku
festivalinum, var væl nøgdur
við heildina av tiltakinum,
men viðmerkti at har vóru
einstøk ting, sum kundu
verið gjørd annarleiðis.
Hesir lutir verða tiknir
upp í eftirmetingunum av
tiltakinum, ið nú standa fyri
framman.
Tónleikurin
Tónleikanøvnini vóru uppá
sítt pláss. Við nøvnum sum
Andrew Strong, Carpark
North, Hanus G. Johansen
og Rasmus Lyberth var
lagt upp til góðsku og tað
vóru eisini fleiri góðar
tónleikaframførslur á høv
uðspallinum á Eiðinum,
nærhendis
fótbóltsvøllin.
Og breidd var í tónleikinum
– frá vísusangi til soul-
tónleik til dagførdan pop-
rock og aftur víðari til meiri
tyngri rocktónleik – og var
hann framførdur av einum
íra, dønum, íslendingum
og føroyingum. Jóansøku
festivalurin er eitt fínt høvi
hjá tónleikarum at vísa sín
tónleik fram og nógvar
kreftir gera hetta møguligt.
Karmarnir um tónleikin vóru
í lagi við ljóðgóðsku í topp.
Festivalur og stevna
Men tað er ein sannroynd,
at har væl kundu verið fleiri
festival-gestir. Tað kann
hugsast, at her er eitt lítið
stríð at hóma ímillum formin
av festival-hugtakinum og
stevnuna, sum vit kenna
hana – í hesum førinum
Jóansøkan. Í ár fevndi Jóan
søkufestivalurin seg yvir
heilar 4 dagar, meðan hin
í fjør var ein dag. Soleiðis
man hetta vera størsta tiltak
í Suðuroy nakrantíð. Men
harafturat kemur kappingin
frá hinum festivalunum.
Avleiðingin er jú, at føroyski
festival-gesturin er noyddur
at velja og vraðka ímillum
øll tilboðini, sum liggja í
summarmánaðunum.
Gitingar um talið av
festival-vitjandi
Tað er uttan iva spennandi,
sum fyrireikari, at vita
eftir, hvussu nógv atgongu
merkir
verða
seld
til
eitt slíkt stórt tiltak sum
Jóansøkufestivalurin var.
Men sunnukvøldið var ov
tíðliga at siga neyvt frá,
hvussu nógv atgongumerkir
vóru seld. Dennis Holm
metti, at um 1.500 fólk
vóru og lurtaðu. Yvirlit
yvir tað fíggjarliga var
enn ikki komið heilt uppá
pláss sunnukvøldið, hetta
skuldi komið uppá pláss
í nærmastu framtíð. Aðrar
keldur mettu umleið 1000
áhoyrarar vóru við stóra
pallin. Men undirritaði var
á staðnum leygarkvøldið og
metir, at har ikki vóru nógv
meiri enn 700-800 fólk, tá
ið tað vóru mest. Men sum
sagt, so vóru karmarnir fyri
einum góðum tónleikatiltaki
í lagi, bæði, tá ein hugsar
tónleikanøvn og eisini tað
tekniska.
Jóansøkufestivalurin 2006
farin aftur um bak
tíðindi