Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 120 - 26. juni 2006 tíðindi Samanumtikið var fríggjakvøldið á Jóan­ søkufestivalinum ein lunkað uppliving. Tón­leikurin var góður, men har vóru alt ov fá fólk til at njóta hann. Spurningurin er, um vit nú síggja eina avleiðing av tí kapping, sum teir mongu festivalarnir skapa fyri seg sjálvar. Jóansøku­ festivalur Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Myndir: Rókur Jákupsson Jakobsen Bólkurin India legði fyri. Undirritaði náddi ikki at fáa alla framførsluna við, men tað sindri sum eg hoyrdi var harður rokkur, sum kanska hevur røtur aftur í 80´unum. Tað vóru heilt fá fólk á staðnum tá ið India løgdu út, og hetta darvaði tíanverri upplivingina nak­ að. Næstir á pallin vóru lokalu hetjurnar í bólkinum Forgery. Heilt lokalir eru teir kortini ikki, tí teir eru úr Tvøroyri. Tó so tóku áhoyrarar heilt væl ímóti Forgery, sum spæla rokk av tí góða gamla slagnum. “For %”¤#!?&#, vit mugu hava hesar til Havnar at spæla!”. Orðini eigur oddamaðurin í bólkinum Marius, sum stóð og lýddi á Forgery. Tað er sum at hoyra teir bestu mannligu 80´bara sangararnir aftur, tá ið Jens Arne Leo syngur. Hann hevur tann eyðkenda vibratoin, tær eyðkendu hæddirnar og teir eyðkendu myrku tekstirnar, sum Iron Maiden, Halloveen og aðr­ar hetjur í 80´árunum borðreiddu við. Sangarin í Forgery var púra domi­ nerandi á pallinum, hóast at hann ikki gjørdi nógv burturúr sambandinum við áhoyrararnar. Hansara feitu gávur sum sangari var nokk til, at hann gjørdist tað mest minniliga við Forgery konsertini. Bólkurin byrjaði kon­sert­ ina við eini forritan, sum legði upp til eina rokkuta konsert. Har vóru byrsur og onnur kríggjsljóð at hóma, og stílurin var soleiðis lagd­ ur. Samanumtikið var hetta ein fín konsert. Bólkurin hjá Brandi Enni var vælumtóktur Brandur Enni vísti enn eina­ ferð, at hóast sín unga aldur er hann ongin ársungi, tá ið tað snýr seg um at skriva og framføra tónleik. Hansara fangandi niðurløg geva áhoyrarunum góðar sømdir til at njóta tónleikin, tí at tú trallar við løgunum bein­ anvegin. Hóast Brandur er odda­ maðurin í bólkinum, so skal man minnast til, at hann ikki er einsamallur um at framføra tónleikin. Bólkurin Anytime er mann­ aður við ungum monnum, og tað leggur tú eisini merki til. Teir eru ikki heilt samanspældir enn, men tað kemur við tíðini. Fríggjakvøld á Jóansøkufestivali