mánadagur 26. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 120 - 26. juni 2006
Røddin hjá Brandi er
útviklað heilt nógv, og
hann er í dag ein veruligur
klassasangari.
Hansara
klangur er ógviliga góður
og hann torir at “syngja
ígjøgnum”. Harafturat ligg
ur so væl fyri hjá honum at
fáa samband við áhoyrarin,
tí hann er opin og smæðist
ikki fyri at práta millum
løgini.
Haðani skal ljóða eitt
stórt “bravo” til teir ungu
mennirnar í Anytime.
The Dreams fingu lív í
Tá ið The Dreams komu á
pallin gjørdist ein beinan
vegin greiður yvir, at teir
eru mestsum stjørnur í
Føroyum. Teir hava eina
festliga “her koma vit” att i
tydu, og hon leggur ein óhá
tíðarligan dám yvir teirra
framførslu.
“Tú skuldi hitt hann – ein
sjeik so fitt an”. Vit eru von
at hoyra Nalju og Poppkorn
syngja hett a lag. Men nú
hava punkarirnir í The
Dreams eisini tikið henda
slagarin til sín. The Dreams
hava júst givið út eina
fløgu, við forpunkaðum
útsetingum av føroyskum
slagarum, og hett a er nakað
sum føroyski ungdómurin
dámar. Tey ungu geylaðu
við teimum, og bólkurin var
tann fyrsti sum fekk veruligt
lív í mannamúgvuna.
The Dreams spæla sera
væl. Teir drøna avstað við
teirra títt a tónleiki, og teir
er sera beinraknir í sínum
tónleiki. Har er ikki so
nógv fjas í tónleikinum.
Teir koyra bara ahead.
Sjálvur haldi eg, at teirra
spælistílur er rætt iliga eins
tátt aður, men tað tykist sum
um, at tey yngru dáma tað
rætt iliga væl.
Deja Vu tá teir
eru bestir
Eg havi altíð verið av
tí fatan, at Deja Vu eru
bestir tá ið teir hava gott ,
stórt ljóð. Tað fingu teir
á Jóansøkufestivalinum, og
hett a var tann feitasta Deja
Vu konsertin, eg havi hoyrt
í longri tíð.
Hóast tað sindri av fólki
ið eru á festivaløkinum ikki
ordiliga livdu við framførsl
uni hjá Deja Vu, so var als
onki galið við framførsluni.
Hon svingaði heilt væl, og
fekk eg persónliga nógv
meir burturúr henni, enn
eg havi fingið frá teim
um seinastu Deja Vu kon
sertunum.
Teir tykjast heilstoyptir og
samantvinnaðir, og løgini
liggja so væl hjá teimum,
at tú hómar yvirskot á pall
inum.
Serliga haldi eg at Rógvi
hevur tikið seg nógv fram
sum bassleikari. Hann hev
ur ein lekran, rundan klang,
og so hevur er hann eisini
tryggur á botninum.
Bólkurin spældi væl, og
tá ið íslendsku Dikta komu á
pallin aftaná, merkti tú ikki
nakað veldugt lop í dygd...
kanska heldur øvugt.
Íslendsku Dikta fingu
ikki ordiliga fatur
á suðuroyingum
Hóast teir spæla væl, og
hava onkur sera góð løg,
so gjørdist Dikta konsertin
ein linligari konsert, enn eg
hevði roknað við. Ljóðið
var óruddiligt, og hett a darv
aði ljóðmyndini so mikið,
at eg ikki ordiliga fataði
allan tónleikin.
Onkuntíð visti eg ikki um
tað var brek á ljóðinum,
ella um tónleikurin bara átt i
at ljóða soleiðis. Men tað
vísti seg, at har var okkurt
brek í, so tá ið tað varð
rætt að, gjørdist konsertin
beinanvegin nógv betri.
Sangarin er sera dugnaligur.
Hansara sangstílur líkist
eini samanrenning millum
sangaranum í Saybia og
sangaranum í Muse. Tón
leikurin er rokk/popp, og
onkur av løgunum bera brá
av, at teir eru sera dugnaligir
lagsmiðir.
Eftirsum at tað vóru so
fá fólk til staðar, var torført
hjá okkum ið lýða á, at
koma í rætt a hýri. Dikta
var eitt av teimum “størru”
útlendsku nøvnunum, men
áhoyrarin gav teimum als
ikki ans. Nú byrjaði tað at
gerast ørkymlandi at so fá
fólk vóru komin á staðið.
Páll, Finnur...
Teir eru kendir undir heitin
um Páll Finnur Páll. Men
fríggjadagin var tann fyrri
(ella tann seinni?) Pállurin
ikki við. Tangentleikarin
Páll fekk forfall, og tí skil
mátt u hinir limirnir royna
at klára seg sum frægast.
Okkara føroysku hitmak
arar #1 eru ikki smædnir á
pallinum. Hóast teir mangl
aðu ein mann á pallinum,
so koyrdu teir bara á. Og
tað riggaði bara heilt væl.
Fólkið geylaði við, tá ið
teir trivu í tær vælkendu
landaplágurnar, og bólkurin
má sigast at rigga sera væl
til festival tiltøk.
Vit vóru enntá so heppin,
at vit sluppu at hoyra onkur
nýggj løg, sum verða at
hoyra á tí komandi PFP
fløguni. Hesi løgini eru
sterkari og meiri nýmótans,
enn tey sum vit kenna so væl
frammanundan. “Maðurin
og Lívið” er eitt nýtt lag,
sum riggar ólukksáliga væl.
Páll Finnur Páll prógvaðu
enn einaferð, at teir eru ein
sannur fongur hjá teimum ið
skipa fyri slíkum tiltøkum.
Hóast
bólkurin
spæld
onkrar feilir, so tóku teir
tað bara við einum smíli.
Thorbjørn Risager
Blue7 eru ótrúligir
Tá ið teir komu á pallin
vóru fólk kanska nakað
ivasom. “Eitt bluesorkestur
á
jóansøkufestivali...?”,
tóktist vera tann kollektiva
hugsanin. Men tá ið teir
blástu fyrstu tónarnar út,
trokaði tey fáu fólkini seg
fram móti pallinum.
Thorbjørn Risager Blue7
spæla eitt feitt slag av
blues. Tónleikurin svingar
og er harður, og so síggja
teir eisini knall gott út á
pallinum. Teir liva við fram
førsluni, og hett a peppar
eisini okkum áhoyrarar upp.
Teirra vælsvingandi blues
tónleikur er so lívsjátt andi
og væl spældur, at tú bara
kannst rópa “Ja!!!”.
Teir tóku øll á bólið, og
tað var ongin ivi um, at
tónleikararnir eru 100% pro
fessionellir í síni upptraðkan.
Fyrireikararnir
skulu
eiga eitt stórt herðaklapp
fyri at hava fingið hesar
framúr dugnaligu tónleikar
ar til at framføra á Jóan
søkufestivali.
Kontroversiellur
boðskapur frá 200
“Vit vita at vit eru politiskt
ókorektir, men tað skíta
vit”. Við einum tílíkum
setningi kann man næstan
samanfata
framførsluna
hjá okkara fólkakæru, men
samfelagsrevsandi punk
arum. 200 leveraðu eina
frálíka og stutt liga konsert.
Teir borðreiddi við onkrum
nýggjum tilfari, sum verður
at hoyra á komandi fløguni
“Graceland”. M.a. spældu
teir eitt lag sum teir kallað
“Smuglarin”, og hett a lagið
fer helst at verða kjakast
nógv um runt um í landinum
tá ið fløgan kemur út. Hett a
tí at teir traðka á tærnar hjá
trúboðarum.
200 spæla ótrúliga væl
saman. Hóast tónleikurin
drønar avstað við 200 Km/
h, so eru teir tryggir og
tjekkaðir meðan teir spæla.
Tað var týðiligt at síggja, at
fólkið dámar hesar ónøgdu
fýrarnar. Onki er betur enn
at geva miðfingurin aftur
við 200.
200 skulu spæla nógv í
summar. Teir skulu m.a.
spæla á navnframa Ros
kilde
festivalinum,
og
framførslan fríggjakvøldið
vitn aði um, at teir eru í
toppform.
Carpark North
– Ongin slingur
í valsinum
Høvuðsnavnið í fríggja
kvøldið var Carpark North.
Skráin fríggjakvøldið var
tíanverri nógv darvað av
seinkingum.
Bólkurin
skuldi eftir ætlan byrja at
spæla kl. 23.45, men ikki
fyrr enn klokkan 02 sluppu
teir í gongd. Hett a var sera
óheppið, og tað var týðiligt
at fólkið ótolnaðist. Tað
vóru enntá nøkur ið valdu
at fara inn í dans, heldur
enn at lurta eftir Carpark
North, og hett a heldur
undirritaði verða ófatiligt.
Men tað var vátt og kalt
at bíða so leingi, og tískil
kann man skilja at onkur
velur tí heitari loysnina. Tó
kann tað tykjast løgið, at
fyriskipararnir velja at byrja
dansin áðrenn konsertirnar
vóru lidnar. Men hett a
var helst vegna tí drúgvu
seinkingina, og tað mugu
fyriskipararnir bara taka á
sínar herðar.
C.N. vóru utt an iva hædd
arpunktið fríggjakvøldið
á
Jóansøkufestivalinum.
Ljóðgóðskan hjá teimum,
var klassar omanfyri tað
ið vit høvdu hoyrt framm
anundan. Hett a lyfti fram
førsluna fleiri støði upp, og
tú merkti at hesir menninir
eru 100% professionellir.
Hóast teir so seint sum í
síðstu viku spældu í Park
ini í Keypmannahavn, so
merktist onki til at teir nú
stóðu frammanfyri eini
fjøld sum (bara eftir teirra
málistokki) taldi eini 600
fólk.
Teir spældu nógv av tí
gamla tilfarinum hjá teim
um, men eisini okkurt heilt
nýtt . Teir eru í ferð við
at skriva tónleik til eina
nýggja fløgu, og lagið
“With in My Reach” tykist
at boða frá góðum.
Tað var eitt lítið sindur
av einum anti-klimaks,
tá ið CN spældu. Tá ið
mannamúgvan er so lítil,
og festivaløki so stórt, so
kemur tú ikki ordiliga í
rætt a hýri. Tónleikurin lá
als ikki eftir fríggjakvøldið,
men áskoðararnir vóru
heilt einfalt ov fáir í talið,
til at fáa tiltakið at røkka
tær hæddir, sum tað hevði
uppiborið. Í fjør var nógv
kjakast um, teir mongu
festivalarnar her á landið.
Kanska síggja vit nú eina
avleiðing av hesum kjakið.
Kappingin er hørð, og utt an
eina stóra fólkamongd, fært
tú ikki eitt tílíkt tiltak at
bera seg fíggjarliga. Livst
so spyrst.
tíðindi