Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 120 - 26. juni 2006 JÓANSØKU­ FESTIVALUR Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Umleið kl. 20.20, eftir at Gogo-Blues hevði havt eina fína framførslu. Trinu Robert Mc Birnie við vin­ monnum á pallin. Her var fyri ein stóran part talan um ein túr aftur í 60ini við slagarum og m.a. var Everly Brothers- slagarin “Bye bye love” á skránni. Í reyðum skjúrtum hevði Robert fingið tveir vælsyngjandi vinmenn, ið eisini spældu gittar, aftat sær. So tað var væl svingandi tónleikur við trí­ ræddaðum sangi, sum kom fleimaði úr hátalarunum og við sera góðum ljóðið skal leggjast afturat. Robert við góðari manning og vinum undirhelt teimum, sum høvdu leitað sær vestur á Eiðið. Sangir sum “Hon kom til mín nú eitt kvøldið” hitaðu væl, meðan ein stóð har í tí kalda náðileysa norðanvindinum - ein fekk hug at svinga við rytmunum frá tí væl koyrandi orkestr­ inum. Summi høvdu tikið termodrakt, uttan iva ein skilgóður tanki. Íslendsku Land og Synir vóru væl umtiknir og gjørdu teirra skyldu. Teir spældu poppløg, ið fullu væl í hoyra, og við einum lívligum frontfiguri var áhoyrarin fangaður. Eftir lívliga íslendska innleggið, var løtan komin at hoyra danskan harðan rock JÓANSØKUFESTIVALUR Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo “Vi kæmper hans sag i Danmark”, soleiðis innleiddi Henrik Bjørn úr Den Danske Mafia sangin hjá teirra idoli “Så længe jeg lever”. Tónleikurin áhoyrarin hoyrdi var eitt bland av hørðum rokki, sum t.d. ZZ top spældi hann, og John Mogensen. Teir tríggir tónleikararnir hava í trý ár spælt saman undir navninum Bad Monday, men síðan hava teir broytt navn til Den Danske Mafia. Undir hesum navninum hava teir tulkað løg eftir John Mogensen sála. Teir hava hugtikið stóran part av danska lurtaraskaranum, hava luttikið á fleiri festivalum og hava fingið fimm- stjørnað ummælir frá donskum bløðum. Og teir fingu eisini fólkið á Eiðinum við hesa løtuna teir spældu. Tað rokkaði, tað er vist. John Mogensen er jú als ikki ókendur millum føroyingar og tónleikurin fekk eina góða móttøku frá teimum, ið høvdu funnið vegin fram. Slagarar sum “To mennesker på en strand” og “Der er noget galt i Danmark”vóru sjálvandi at hoyra. Men um tað var hugnin og hitin inni í teimum væl isoleraðu sethúsunum í Vágs bygd ella okkurt heilt triðja, er ikki til at siga, tí tað var ikki fyrr enn hesa løtuna, at fólk byrjaðu at koma á festival hetta kvøldið. Tó so, tey flestu í mongdini framanfyri DDM sóu út til at hugna sær og at hava fingið eina góða konsertuppliving. John Mogens livir víðari – í »heavy hami« tíðindi Robert og Vinmenn í reyðum skjúrtum Den Danske Mafia í svørtum og við tungum rocki. Teir góvu okkum áhoyrarum løg hjá John Mogensen í tungum rock-hami Robert og Vinmenn í reyðum skjúrtum