Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 21 Andrew Strong var høvuðsnavnið festivalinum og dró uttan iva ein stóran part av áhoyrarunum. Hansara kraftmikla rødd var í sentrum og hann hugtók áhoyrararnar við inniligum tulkingum av klassikarum, men tó vóru summar meiri væl eydnaðar enn aðrar JÓANSØKU­ FESTIVALUR Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Millum framførdu løgini vóru løg hjá Rolling Stones, Steppenwolf, Jimi Hendrix. Men sjálvsagt vóru teir kendu frá The Commitments eisini við, og tað vóru serliga hesir sangirnir, ið fingu lív í áhoyrararnar leygarkvøldið. Mustang Sally, Midnight Hour, Try a Little Tenderness og Ain´t no Mountain High Enough vórðu sera væl móttiknir og fjøldin sang væl við. “The Commitments” Tað var við í filminum The Commitments, at Strong av álvara gjørdist kendur, tá var hann einans 17 ára gamal. Í 1991 var hann innstillaður til eina Grammy-virðis­løn og kom undir sjóneyk­una hjá teimum stóru plátu­ feløgunum. Síðan hevur hann verið á konsertferð kring allan heimin við nøvn­ um sum Rolling Stones, Prince og Elton John. Fimm útgávur er komnar frá honum, tann seinasta var ein uppsamling við heitinum “Out of Time”. Á hesi fløguni eru egnar tulkingar av ymiskum kendum løgum og hetta er tað sum Andrew Strong ger, sum so nógvir aðrir soul-sangarar. Við “The Commitments” gjørdist hann kendur sum hin mest framúrskarandi “hvíta” soul-røddin í okkara tíð. Soul-sangur Tónleikurin var í soul- sjangruni, hóast traðka var inn í rock-genruna av og á. Bæði røddin hjá Strong og stóra orkestrið við tveimum blásarum góvu bestu møgu­ leikarnar fyri soul-tónleiki. Soul-sjangran er eyðmerkt við at sangrøddin er í mið­ deplinum, gjarna ein sakso­ fon og so skal sangurin snúgva sum eitthvørt inni­ligt tema. Serliga var lagið, klassikarin eftir Otis Redding “Try a little Tender­ness” væl framført, ein innilig ballada, har rødd­ in hjá Strong veruliga kom til sín rætt. Ójavnar tulkingar Tað vóru heldur løgini av “The Commitments”, sum skaptu afturljóð í áhoyrara­ fjøldini, enn tað vóru tulk­ ingarnar av “Fire” hjá Jimi Hendrix og “Out of time” hjá Rolling Stones. “Respect” var sungin av songkvinnuni í bólkinum hjá Strong. Hetta er jú ein sangur sum vanliga fær lív í fólk, og tað gjørdi hann eisini hetta kvøldið. Tónleikararnir gjørdu sítt og tað var ein fragd at hoyra væl svingandi tónleik við blásarum og ein væl koyrandi rytmu-part. Men til hesar sangirnar var ikki nógv forvitnisligt at heinta, lítið nýtt var lagt afturat hesum tulkingunum og ikki so nógv sál var lagt í, soleiðis tyktist tað. Og tað sama var galdandi fyri síðsta lagið “Born to be Wild”, ið tók skap sum eitt jam har Strong hevði fingið sær fatur á gittaranum. Hetta lagið var framført tá klokkan nærkaðist 01.00, og Smyril skuldu leggja leiðina norðureftir. Men samanumtikið var talan um eina fína konsert- uppliving, ið hugtók áhoyr­ aran, og punktum fyri ein­ um tónleikakvøldið við hópin av góðum tónleiki. Andrew Strong – Soul! Andrew Strong hugtók áhoyrararnar á Eiðinum við síni kraftmiklu rødd. Strong vísti eisini síni kynstur á gittar tíðindi