mánadagur 26. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2006
Sjálvsagt skal trygdin
vera í lagi, men loyvið
endiliga børnunum
burtur frá telduni
og út at røra seg. Tað
er verri at liva við
sukursjúku ella aðrari
vælferðarsjúku, enn
at bróta ein arm, sigur
Claus A. Rasmussen,
pedagogur og ítróttar
venjari, sum hevur
brúkt trampolinina
miðvíst í arbeiðinum
við børnum
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er so leikandi lætt og líkatil
at leypa upp á trampolinina úti
í garðinum. Foreldrini skulu
ikki koyra til og frá, onki við
at pakka ítróttartaskuna ella
at roksa við møtitíðum og
kappingum. Og fram um
alt: Tað er bæði sunt og so
stuttligt.
Claus A. Rasmussen er
pedagogur á Dagstovninum
á Argjum. Hann hevur
elituprógv innan ítrótt og
er eisini høvuðsvenjari hjá
hondbóltslandsliðinum hjá
monnum. Claus greiðir frá,
at hann hevur góðar royndir
við at brúka trampolinina
miðvíst í arbeiðinum við
børnum. Eitt nú hevur hann
brúkt trampolinina nógv í
sambandi við venjing og
rørslu hjá børnum og hann
sigur trampolinina vera góða,
verður hon nýtt við skili.
– Við trampolinini styrkja vit
bæði grov- og fínmotorikkin,
og ikki minst javnvág og
tilvitan barnsins um kroppin,
sigur Claus A. Rasmussen,
sum hevur arbeitt í Føroyum
í eitt ár. Og hann vísir á, at
børn sum hava innlæringar-
ella máltrupulleikar hava
stórt gagn av at brúka trampo
linina, tí beinleiðis samband er
millum motorikkin og næmi.
Eisini hevur hann mangan
upplivað, hvussu børnini
livna upp, tá tey sleppa at
hoppa. Serliga børn, ið viga
ov nógv fáa eina kenslu av
lættleika og frælsi, eins og tá
tey eru í vatni.
– Børnini verða koyrd í bili,
sita framman fyri skíggjan
og eta ósunnan mat, meðan
tey sum heild røra seg alt ov
lítið. Fyrr høvdu tey hagan og
fjøruna at spæla sær í, og var
tað ein stórur fyrimunur fyri
tey at sleppa at menna og fáa
kropsligar avbjóðingar, sigur
Claus, sum vísir á, at nógv
av børnunum í dag, als ikki
duga at hoppa, tí tey eru so
stirvin.
Og Claus heldur fram,
at tað er sunt fyri børnini
at royna seg og at fáa eitt
sokallað kick, har tað kitlar
í búkinum og har tey bjóða
kropsligu og sálarligu mørk
ini av.
– Børn hava tørv á tí villa.
Sum tá tey standa á eggini og
hyggja útav ella tá tey reiggja
hart og høgt, sigur Claus, sum
eisini hevur tikið stig til ein
serligan rørslupedagogik í
barnagarðinum, har tey brúka
fimleikahøllina á Argja Skúla
til børnini. Harumframt hava
starvsfólkini á dagstovninum
tikið stig til, at broyta garðin
har børnini spæla, so hann
gevur børnunum fleiri krops
ligar avbjóðingar.
Skaðar eru altíð
Um allar skaðarnar, sum
verða fráboðaðir í hesum
døgum, sigur Claus, at børn
altíð eru komin til skaða so
ella so, men at hetta sjálvsagt
ikki skal gera, at verja tey
óneyðuga nógv, so tey ikki
sleppa at royna seg.
– Tá gerast tey veruliga
viðbrekin og bróta seg
sundur, bara tey røra seg
eitt sindur vilt, sigur hann,
og leggur afturat, at tað er
frægari at bróta ein lim, enn
at noyðast at dragast við dia
betes restina av lívinum, tí
barnið ikki hevur rørt seg
nóg nógv.
Trygdin í hásæti
Claus sigur, at trygdarkrøvini
sjálvsagt skulu lúkast. Trygd
arnet skal vera um trampo
linina og bara eitt barn skal
hoppa í senn. Eisini hevur
tað týdning at avmarka tíð
ina, so barnið ikki verður
so troytt, at tað verður
ókonsentrerað, tí tá henda
fleiri vanlukkur, sigur hann
og greiðir víðari frá, at vit
kenna tað frá rulluskoytum,
súkklum og skateboardum,
har vit sjálvsagt skulu loyva
børnunum at stuttleika sær,
men at tað samstundis eisini
er ein spurningur um at brúka
røttu trygdarútgerðina, og
annars vanligt vit og skil.
Eisini skulu foreldrini
vera varug við, um børnini
bólta rút ella gera luftlop, tí
tá er sjálvsagt størri vandi,
um tey ikki hava lært at gera
tað. Og um børnini spæla
við bólt í trampolinini, so
skal tað vera ein bleytur
skúmbóltur, so børnini ikki
bekla og skeikla sær fótin,
um tey lenda á honum.
– Vandin fyri óhappi er nógv
størri, um fleiri hoppa í senn, tí
tey detta omaná hvønn annan,
og bróta armar ella bein. Eisini
kunnu óhapp standast av, at
barnið hongur fast í onkrum,
ella at tað dettur útav kantin
um. Tí er umráðandi, at bert
eitt barn hoppar í senn, og at
eitt trygdarnet verður keypt
og sett upp samstundis sum
trampolinin. Harumframt er
tað umráðandi, at fólk røkja
trampolinina væl. Harðir
kantar og moyrir trampo
lindúkar kunnu verða vanda
miklir, sigur Claus og endar:
– Tá trampolinin er so
vælumtókt, at hon er at
finna í hvørjari gøtu, so
verða sjálvsagt eisini fleiri
skaðar. Hetta er tað sama
sum við skateboards og
rulluskoytum. So hóast fleiri
skaðar eru, er eingin orsøk
til at rópa varskó.
Landssjúkrahúsið
hevur fingið nógvar
fráboðanir um
trampolinskaðar sein
astu tíðina. Lækni
heitir á fólk um at
brúka trampolinir við
skili
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Jóhannis Mortensen er orto
pedkirurgur á Landssjúkra
húsinum. Hann sigur, at tey
hava fingið fleiri fráboðanir
um trampolinskaðar seinastu
tíðina og at flestu teirra stand
ast av, at fólk spara trygd
arnetið burtur og at børnini tí
fara skramblandi útav, ella at
fleiri hoppa í senn. Seinastu
vikurnar kemur hann í tankar
um tríggjar tilburðir, harav
tveir brotnir albogar og eitt
brotið bein. Eisini sigur hann
seg hava upplivað fólk, sum
hava brotið báðar halarnar,
tí tey vóru ov tung og fóru
ígjøgnum trampolinina og
tí lendu tey á berum asfalti.
Jóhannis Mortensen sigur,
at tað er serliga vandamikið,
tá stór og smá hoppa saman,
tí tyngdin frá teimum stóru
senda tey smáu langt upp í
loft, og um onki trygdarnet er
fyri, fara tey sendandi útav.
– Brúkið trampolinina við
skili, tí tað er so keðiligt, tá
tað, sum skuldi vera stutt
ligt, endar við skaðum. Tí
hóast tað er sunt at hoppa
og røra seg, so er tað ikki
stuttligt um barnið skal
dragast við ein brekaðan
arm restina av lívinum, tí
tey vaksnu ikki vardu barn
ið, meðan tíð var, sigur
Jóhannis Mortensen, lækni
á Landssjúkrahúsinum.
Latið
børnini
hoppa á
trampolin
Brúkið vanligt vit og skil
Nærum 3.000 persónar, meginparturin børn, endaðu
á donskum skaðastovum í 2005, tí tey høvdu verið fyri
óhappi á trampolinum. 150 brotnir øklar og 350 brot
á armar, albogar og handliður. 1.100 skeiklaðir øklar,
knø, føtur ella nakkar.
2.200 komu til skaða á havatrampolinum, meðan restin
var fyri óhappi í ítróttarhøllum, á stuttleikaøkjum ella
á campingplássum, vísa tøl frá vanlukkuskrásetingini
hjá Statens Institut fyri Folkesundhed í Danmark.
FAKTA
2-4 føroysk børn fáa staðfest diabetes árliga
Tøl um diabetes: Sambært Diabetesfelag Føroya hava
eini 30 børn undir 18 ár diabetes og í meðal fáa eini
2-4 børn staðfest sjúkuna árliga.
Av ungfólki millum 18 og 30 ár eru eisini eini 30 -35
fólk, sum hava diabetes.
Hesa sjúkuna mugu fólk dragast við alt lívi, so rætt er
tað, út at røra seg!
Kristiana Rein, forkvinna í Føroya Diabetesfelag
FAKTA