Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 23 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 »We at B36 are pleased to notice a substantial number of visitors from Malta, Turkey and other European countries…« Braneggjaður heimasíðuvertur á www.b36.fo eftir lutakasti til Europa-Cup Óli Holm, FSF-forseti, sigur, at seinasta snaringin í Páll M. Joensen-málinum als ikki merkir, at FSF ikki viðurkennir Ítróttardómstólin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hetta málið snýr seg als ikki um nakað stríð millum FSF og ÍSF. Tað snýr seg um, at vit ikki meta dóm­ stólin hava nakað at gera við kappingarmál. Tað er ein støða, sum vit alla tiðina hava havt, og í fjør gjørdu vit vart við júst somu viðurskifti, tá B36 ætlaði sær at senda inn kæru, tá teir vórðu dømdir at tapa dyst í steypakappingini. Soleiðis sigur Óli Holm, nú FSF í skrivi til ÍSF hev­ ur sagt, at tey ikki meta, at ítróttardómstólurin skal hava nakað at siga í mál­ inum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen. Eitt skriv, sum FSF hevur sent, eftir at dómstólurin hevur heitt á FSF um at útflýggjað skjøl í sambandi við máls­ viðgerðina. Og FSF-forsetin leggur dent á, at hetta einki hevur við eini vantandi virðing fyri ítróttardómstólinum at gera. – Tað, sum vit alla tíð­ ina hava skilt við Ítróttar­ dómstólinum, er, at hesin bara skal taka støðu um prinsipiel mál, sum hava týdning fyri reglur og lógir. Dómstólurin arbeiðir ikki undir nakrari tíðarfreist, og tí er vónleyst, um hesin eisini skal viðgera kærur, sum hava við kappingar at gera. Tað kann jú hugsast, at mál tá verða viðgjørd, langt eftir at kappingarnar eru lidnar, og tá ber ikki til at broyta útfallið á hesum. Vilja ikki nokta Reglurnar hjá Ítróttar­ dóm­stólinum staðfesta, at dómstólurin einsamallur ger av, hvørt mál skulu takast upp ella ikki. Merkir útsøgnin hjá Óla Holm saman við skrivinum so, at FSF ikki ætlar at útflýggja skjøl, hóast tvíhildið verð­­ur um, at tey skulu út­flýggjast? – Tað ger tað ikki. Hev­ ur Ítróttardómstólurin fram­ haldandi ta fatan, so mugu tey biða Dómsnevndina um skjølini. Vit hava bara víst á, at vit avgjørt ikki meta, at hetta er eitt mál, sum eigur at viðgerast av einum Ítróttardómstóli, staðfestir Óli Holm. Seinasti leikurin í Páll M. Joensen málinum tykist vera í stríð við ÍSF-lógirnar, sum FSF annars virkar undir Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Staðfestingarnar í reglunum hjá ÍSF og FSF eru ymiskar, hóast hesar snúgva seg um júst somu nevndir. Og hetta tykist vera stóri knúturin, nú FSF hevur sent ÍSF bræv, har FSF mælir frá, at Ítróttardómstólurin skal viðgera málið um Páll M. Joensen. Reglurnar eru enn ikki broyttar Hóast FSF soleiðis ikki hevur dagført viðtøkurnar fyri dómsnevndina, síðani Ítróttardómstólurin varð settur á stovn fyri fáum árum síðani, so er neyvan ivi um, at tað enn eru reglurnar hjá ÍSF, sum FSF virkar undir. Dagføringar í hesum sam­ bandi eru ávegis. FSF hevur samtykt nýtt lógarverk, sum at kalla ger upp við bygnaðin, sum higartil hevur verið galdandi innan ÍSF. Tær lógirnar fáa gildi frá 1. januar komandi, og til ta tíð ætlar ÍSF eisini at broyta sínar viðtøkur, soleiðis at stríð ikki verður millum ymsu sersambondini um, hvussu ÍSF eigur at virka. Men hóast føroyingar í hesum døgum hava tosað nógv um visjón 2015, so eru vit enn ikki komin til 1. januar 2007. Og tí kann FSF illa bera seg undan, at tað framhaldandi er ÍSF, sum hevur seinasta orðið í føroyskum fótbólti. Fótfinta ella styrkisroynd Men eftir øllum at døma er tað júst hetta, sum FSF vil hava. Við ikki at vilja útflýggja Ítróttar­dóm­stól­ inum skjøl úr máls­við­ gerð síni, setir FSF seg bein­leiðis ímóti, at nakar ítróttarinstansur skal vera hægri enn FSF sjálvt. Spurningurin er so, hvørt talan er um fótfintu, sum hevur til endamáls at grugga málið um Páll M. Joensen, ella hvørt talan er um eina endaliga styrkisroynd mótvegis ÍSF. Sleppa prinsippum upp á fjall Eitt er, hvørt talan er um solorenning, fótfintu ella bara politikk. Annað – og helst eins týdningarmikið – er, at FSF við hesum snøgt sagt noktar feløgum at testa tesurnar, sum FSF hevur um mál og málsviðgerð av ymsum slag. Higartil hevur málið um Páll M. Joensen púra greitt gingið eftir fordømum. Púra rætt skuldu vit kanska lagt afturat, tí hvørki kappingar- ella dómsnevnd meta seg vanliga hava heimild at fara inn at broyta mannagongd, tá talan er um præcedens- dómar. Tí skal tað júst vera ein slíkur dómstólur, sum tekur slíka avgerð – um hon skal takast. Og fyri bæði HB og føroyskan fótbólt hevur tað væl áhuga at fáa stafðest, hvørt galdandi umsiting av lógarverkinum er røtt ella ikki. Dómstólurin skal tala – So leingi vit hava verandi skipan innan føroyskan ítrótt, so kann eingin seta seg yvir ítróttardómstólin. Somikið avgjørdur er Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, tá hann verður spurdur, hvørt FSF hevur heimild til ikki at vilja góðkenna ítróttardómstólin. Og hann er skjótur at leggja afturat, at tað bara er dómstólurin sjálvur, sum ger av, hvørji mál skulu takast upp. – Tað er nevndin í hesum, sum púra suverent ger av, hvørji mál verða tikin upp. Ein og hvør – limafelag ella persónur – hava rættin at kæra. Men tað er dómstólurin sjálvur, sum ger av, hvørji mál verða viðgjørd, sigur Heðin Mortensen, sum í løtuni er staddur uttanlands, og sum tí enn ikki hevði sett seg í allar smálutir í mállinum. -mørk FSF eigur eisini dómstólin »…og okkum vitandi hevur einki fótbóltsfelag, sóiðani núgaldandi kappingerreglur fyri fótbólt vórðu samtyktar, nakrantíð gjørt galdandi, at avgerðir hjá dómsnevndini ikki skulu verða endaligar.«. Somikið greið er staðfestingin, sum umsitingin hjá FSF hevur sent ÍSF. Ein staðfesting, sum millum annað hevur við sær, at FSF ikki hevur útflýggjað ítróttardómstólinum málsviðgerðina av málinum um Páll M. Joensen. Tað er tó ikki heilt rætt, tá sagt verður, at føroyskur fótbóltur ikki hevur góðkent ítróttardómsólin sum verandi eitt slag av hægstarætti fyri føroyskan ítrótti – eisini fótbólt. Upprunin úr fótbóltinum Fyrst og fremst, so stavar ítróttardómstólurin beinleiðis frá fótbóltsheiminum. Hetta tá tað í 1981 var almikið rok um, hvørt MB ella LÍF skuldu flyta upp í táverandi 1. deild. Tað málið endaði til seinast í rættinum sum sivilt sakarmál, og tað var ein støða, sum ítróttarheimurin fyri alt í verðini vildi sleppa undan. Tí varð síðani farið undir at smíða eitt lógarverk fyri ítróttardómstólin. Føroyski ítróttarheimurin var tó ikki heilt búgvin til hetta, og tí varð uppskotið ikki lagt til endaliga samtykt í 80’unum. Uppskotið er tó seinni samtykt. Ikki minst, tí eitt mál úr fótbóltsheiminum skapti trýst á ein slíkan instans. Hetta tá B36 førdi eitt sera prinsipielt mál allan vegin til dómsnevndina, hóast teir – sambært formanninum í felagnum – vóru væl vitandi um, at dómsnevndin ikki fekk gjørt nýggjan úrskurð í málinum. Hetta prógvaði tó, at ynskið um ítróttardómstól framvegis var til staðar, og síðani er ein slíkur eisini samtyktur av aðalfundinum. Og eisini her hevur FSF havt sín leiklut. Umvegis umboðan á stjórnarfundi, so hevur FSF verið við til at leggja uppskotið fyri aðalfundin, og á aðalfundinum hava føroysku fótbóltsfeløgini hvør í sínum lagi eisini møguleika at siga sína hugsan. Sum vit hava skilt tað, so varð uppskotið tó einmælt samtykt, tá hetta var fyri, og tí ber helst illa til hjá fótbóltinum nú at siga, at ongar avgerðir enn tær hjá FSF verða góðtiknar av føroyskum fótbólti. -mørk FSF vil ikki loyva dómstólinum framat Politiski leikurin um Páll M. Joensen-málið tykist langt ífrá vera liðugur enn. Seinasti leikurin er, at FSF biður Ítróttadómstólin um at síggja burtur frá málinum Dómstólurin skal ikki viðgera kappingarmál Reglur hjá ÍSF fyri dómsnevndir innan ÍSF »Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika enn Ítróttadómstóli ÍSF« ” Reglur hjá FSF fyri dómsnevndir innan ÍSF »Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika, t.d. aðalfundi, tó undantikið avgerðir, ið reka feløg ella einstaklingar úr ÍSF« ”