mánadagur 26. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 120 - 26. juni 2006 ]
Flogbóltslandsliðið til Danmarkar
Áðrenn farið verður til EM-undankappingina í Belfast, fer mansliðið á
venjingarlegu í Danmark, har teir millum annað skulu spæla móti donsku
steypavinnarunum
At føroyska kappingarárið liggur stilt, hevur havt við sær, at tað hevur verið
so sum so við venjingadystum hjá flogbóltsmonnunum.
Herfyri gjørdist talan tó um tveir dystir móti Íslandi, og týsdagin verður so
aftur dystur á skránni. Hesin verður móti donsku steypavinnarunum úr Gentofte
Volley.
Mikumorgunin verður leiðin so løgd til Belfast, og hósdagin er fyrsti dysturin
á ferðini á skránni.
-mørk
Tað tykist ganga
ógvuliga striltið hjá
nøkrum at sleppa
leys í toppinum, og
eisini í botninum er
munurin lítil ella at
detta burtur ímillum í
botninum
FORMULADEILDIN
14. UMFAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltskappingin er reiði
liga hálvrunnin. Seinastu
vikuna hevur 14. umfarið
verið
á
skránni.
Fyri
nøkrum vikum síðani varð
víst á, hvussu ofta tað hevur
verið javnt, tá ið bestu lið
ini hava dystast. 14. umfar
var undirstriking av hesum.
Rættuliga sjáldan kemur
tað fyri, at tað í fýra av
fimm førum endar við ein
um stigi í part. Soleiðis var
tað hesa ferð.
B36 var einasta felagið,
sum í hesum umfarinum
fekk fulla úrtøku, og tað
bar við sær, at meistararnir
lupu bukk upp um bæði HB
og NSÍ og nú eru á triðja
plássi og rættuliga við í
oddastríðnum.
ÍF var einki at reypa av,
og tað er einki at siga til,
um fuglfirðingar høvdu
størri fokus á leygardeg
num í hesi vikuni, tá ið
teir á Varmakeldu skulu
spæla móti VB/Sumba.
Fyri vánirnar hjá báðum
feløgunum eisini næsta ár at
vera partur av bestu deildini,
verður tann uppgerðin ógvu
liga týdningarmikil.
VB/Sumba stóð seg betri
í Gundadali ímóti B36,
enn ÍF gjørdi tað, og at
tað í evstu løtu eydnaðist
teimum at javna til 1-1 á
Jóansøku ímóti B68 ber við
sær, at tað framvegis eru trý
feløg – B68, VB/Sumba og
ÍF – sum stríðast so at siga
borð um borð fyri at sleppa
undan niðurflytingini. At
B68 aftur misti á stokkinum
var staðfesting av, at higartil
í ár hava toftamenn ikki
havt marginalirnar við sær.
Trettan umfør eru eftir av
hesum kappingarárinum, og
harvið kunnu tað framvegis
vinnast 39 stig. Tað er tó
rættuliga sannlíkt, at tað
fara at verða tvey av hesum
trimum, sum 21. oktober
fara at standa við Svarta
Peri.
Skála hevur fleiri tær
seinastu
ferðirnar
víst
spæl, sum ikki hevur bent
á niðurflyting. Úrtøkan
hevur ikki staðið mát við
leikliga partin. At tað hesa
ferð eydnaðist at fáa eitt
stig ímóti oddaliðnum ber
við sær, at tað nú skulu í
hvussu so er tvey umfør til,
áðrenn Skála verður sogið
niður um strikuna.
Nýggjur hálvárs
meistari
EB/Streymur er ovast á
støðutalvuni, nú Formula
deildin er hálvrunnin. Spurn
ingurin er, um felagsliðið
fer at vera á sama plássi, tá
ið kappingin verður liðug
og 27 umfør avgreidd.
Í fjør var Skála leingi odda
lið. Teir vóru við í kapping
ini inntil síðstu sekundini
í síðsta umfarinum. At
teimum ikki eydnaðist at
halda tørn um oddasessin
komst av, at leikbannini
og skaðarnir vóru mein
fram ímóti kappingarenda.
Skaðar og leikbann er veru
leiki, sum teir í EB/Streymi
mugu rokna við. Fleiri av
teirra spælarum hava longu
verið uttanfyri orsaka av
skaðum, men higartil hevur
tað ikki bilað. Sunnudagin
megnaðu teir at koma afturí
aftur, hóast Skála legði sann
førandi fyri og fekk fyrsta
málið. Moralurin er í topp
og hugburðurin góður hjá
EB/Streymi, og tað hevur
stóran týdning.
Fyri nøkrum vikum síð
ani vístu vit á, at liðini í
tøttu toppkappingini hava
ikki ráð at missa stig ímóti
teimum niðari á talvuni.
Við hesum í huga tapti EB/
Streymur sunnudagin meiri,
enn GÍ, NSÍ, HB og KÍ
gjørdu við teirra javnleikum
í hesum umfarinum.
NSÍ var á gáttuni at vinna
í Gøtu. Trý stig í Sarpugerði
høvdu verið vorðið sum
úrtøka. Men sum so mangan
í hesum kappingarárinum
so endaði toppuppgerðin
við javnleiki og einum
stigi í part. Oddaliðini
hava ilt við at vinna móti
hvørjum øðrum. Í næsta
umfari verða toppdystirnir
B36-HB og NSÍ-KÍ. EB/
Streymur tykist eiga lætta
uppgávu á heimavølli móti
B68, meðan gøtumenn iva
leyst kenna seg eiga stóra
avbjóðing á Skála.
Vón og vónbrot
Føroyskur fótbóltur sum
heild tók á við HB í Inter
toto kappingini. HB hevði
góð kort á hondini undan
heimadystinum, men tað
eydnaðist ikki at fáa mál,
og so kostaði meiri enn
óheppið sjálvmál víðari lut
tøku.
B36 vísti í fjør, at tað
ber til at vinna seg víðari
í næsta altjóða umfarið.
Eftir UEFA lutakastini
fríggjadagin er B36 aftur í
ár besta vónin um, at tað
skal eydnast føroyskum
felag at vinna seg víðari í
europeisku kappingini.
Nógv virksemi er á fót
bóltsskránni, og hjá fleiri
verður talan um lítlan og
ongan summarsteðg. Merkis
vert var tað í vikuskiftinum,
at VB/Sumba og B68 spældu
leygardagin á døgurða.
Hesi leiktíðini er ikki ser
liga nógv Formula snitt
yvir. Spurningurin er, um
tað í sovornum førum átti
at verið umhugsað heldur at
spælt sunnudag, hóast talan
er um stevnudyst.
Sundalagið best á miðjuni
Bobby Bolton til FSV04
Bobby Bolton er nýggjur venjari í FS Vágar 04. Hann væntast at
koma til Føroya mitt í næstu viku, veit heimasíðan hjá FSV04 at siga.
57 ára gamli Bobby Bolton er ikki ókendur í Føroyum. Í áttati árunum
var hann venjari Fuglafirði og eitt skifti eisini í Runavík. Seinastu
árini hevur hann arbeitt í Liverpool FC. Har hevur hann í seks ár verið
ungdómsvenjari og síðani í tvey ár analytikari, sum tað verður sagt á
FSV04 heimasíðuni.
Dysturin á Sandi í dag var tann síðsti, sum Hegga Samuelsen hevði
ábyrgdina av FSV04 liðnum. Hegga var hjálparvenjari, tá ið Bill
Jacobsen vandi FSV04, og nú verður Hegga aftur ungdómsvenjari.
-jh
Hóast teir leingi lógu undir, so eydnaðist EB/Streymi at fáa stig av Skála – og harvið halda fast um oddasessin í Formula-deildini
Mynd: Sofus D. Johannesen