Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 120 - 26. juni 2006 ] Buffon kanska til Premier League Hóast øll eygu nú eru vend móti HM, so eru italiumenn framvegis í ferð við at kanna stóru gøluna, sum kom undan kavi stutt fyri HM. Í ringasta føri, so kann hendan merkja, at Juventus verður tvangsglutt eina deild niður, og tað vilja spælararnir í stjørnusetta hópinum ikki finna seg í. Tí ljóðar nú, at fleiri av stjørnunum í løtuni kanna, hvørt tað er gjørligt at fáa sáttmála aðrastaðni. Eitt nú sigst Arsenal liggja framvið eftir Gianlugi Buffon, sum av mongum verður mettur sum heimsins besti málverji. Juventus rindaði í síni tíð 350 mió kr. fyri málverjan, men roknað verður við, at Arsenal kann keypa spælaran fyri 220 mió kr. -mørk Beckham var liðugur Enski landsliðsskiparin var nær við at smella um, tá hann skoraði sigursmálið í 1/8-finaluni hjá Onglandi móti Ecuador. Vætumangul var orsøkin, og sjálvur segði Beckham, at hann var um at smella í svørðin, áðrenn hann í 87. minutti varð skiftur út fyri Aaron Lennon. Úr ensku leguni verður sagt, at ensku spælararnir í dystinum, sum varð spældur mitt um dagin, drukku tilsamans 70 litrar av vatni. Vanliga nýtslan í einum landsdysti liggur um 20 litrar fyri alt liðið. -mørk Hóast HB-liðskip­ arin iðraði seg nógv um dýra sjálv­málið, so tykistVagnur Mohr Mortensen bara hyggja frameftir móti komandi avbjóðingunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vanligi HB-liðskiparin, Jan­us M. Joensen, var sjúk­ ur, og tí var tað Vagnur Mohr Mortensen, sum leiddi HB inn á Tórsvøll leygardagin. Sami Vagnur var tó maðurin, sum skeyt HB-vónirnar niður, tá hann við høvdinum beindi bóltin í egið net. Eitt mistak, sum spælarin sjálvandi harm­aðist. – Sjálvandi er tað ótrú­ liga keðiligt. Men hin­ vegin, so haldi eg sam­ stundis, at tað var gott, at tað var eg – og eitt nú ikki onkur av blaðungu spælarunum – sum gjørdi hatta mistakið. Tað sá út, sum ætlaði tú at beina bóltin til horna­ spark? – Eg sá faktist bóltin rættiliga seint. Tí gjørdist eg sera kløkkur, og tíverri stútaði eg so beint í málið, tá eg skuldi senda burtur. Vagnur iðraði seg ann­ ars – sum vera man - um, at tað ikki eydnaðist HB at spæla seg víðari, nú møguleikin til hetta var somikið góður. – Fyrstu løtuna hava vit trupulleikar, men tá mið­vøllurin byrjar at spæla, fáa vit eitt gott tak á dystinum. Har gjørdu allir eitt framúr arbeiði, men eg má draga Ólav (í Ólavsstovu, blðm.) fram­ um. Hann imponerar meg, hvørja ferð vit spæla. – Men hatta er heilt klárt tað vánaligasta lið­ ið, sum eg havi verið við til at spæla ímóti í Europa-Cup høpi. Og tað er nokk ivasamt, nær vit fáa ein somikið góðan møguleika aftur. – Tað ger tað kanska eisini eyka tungt. Men eitt slíkt mistak kann koma fyri hjá øllum, og eg má so bara vísa, at eg eri førur fyri at taka hetta á meg. Og tað geri eg best við at sýna nøkur góð avrik, staðfesti Vagnur Mohr Mortensen at enda. Føroyskur fótbóltur hevði alla orsøk at iðra seg, tá Vagnur Mohr Mortensen púrasta óenyðugt sendi bóltin í egið mál og harvið HB út í Europeiska myrkrið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Intertoto ikki er tann kappingin í Europa, sum hevur mest uppá, so var tað ikki frítt, at føroyskur fótbóltsheimurin sum heild var spentur upp á seinna dystin hjá HB móti lettiska FC Dinaburg. Hóast greiða yvirvág hjá heimaliðnum, so megnaði HB at toga ein 1-1 javnleik við sær úr Letlandi, og tað gav á pappírinum eitt framúr útgangsstøði undan seinna dystinum. Her var ein málleysur javnleikur nóg mikið hjá HB, um liðið skuldi spæla seg víðari, og fyri tað nógva lá ein slíkur eisini í luftini. Til at tosa við Fyrsta korterið ella har á leið hevði HB kanska dekan ov nógva virðing fyri mótstøðuni. Alt ov ofta fluttu teir reyð/svørtu seg eftir hæli, heldur enn at møta mótstøðuni, og tí gekk nógv fyri seg heilt oman móti HB-brotsteiginum. Einstakar ferðirnar gjørd­ ist talan eisini um veruliga vandastøður. Millum annað við tveimum fríspørkum á brotsteigarmarkinum, har Tróndur Vatnahamar bjarg­ aði øðrum, men hitt brast á stólpan. Spakuliga fóru tingini tó at venda rætta vegin. HB kom eftir, at lettisku mótstøðumenninir vóru til at tosa við, og so líðandi komu nøkur álop eisini í lag. Gylta møguleikan fekk HB, tá Páll M. Joen­ sen beint fyri steðgin fekk eina langa sending. Sera hegnisliga sneiddi hann lettisku miðverjuna av sær, áðrenn hann setti kós móti málinu. trekkið varð kanska heldur langt, men tað eydnaðist at kippa bóltin upp um málverjan, men ólukkutíð tók bólturin í stólpan, áðrenn hann støkk í mótstøðubein og út til horna. Og heldur í hes­ um var eydnan við HB, tá Rasmus Nolsøe knall­aði hornasparkið móti máli­ num, har málverjin akkurát fekk jústað bóltin uppum. Katastrofan Lagið millum viðhaldsfólki var heilt gott, tá HB fór út til seinna hálvleik. Vertirnir tóktust eisini at hava tam­ arhald á tí mesta, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom vanlukuliga málið. Vandin tóktist annars mill­ um lítil og eingin, tá bóltur varð sendir innfyri. Vagnur Mohr Mortensen, sum var liðskipari fyri sjúka Janus M. Joensen, stóð á rætta staðnum, men tá hann skuldi stýra bóltinum til horna, var kósin skeiv. Í einum bleytum boga ferð­ aðist bólturin í nærm­asta málhornið, har ein lamsligin Tróndur Vatn­hamar bert kundi fylgja við eygunum. Og so var í veruleikanum liðugt hjá HB. Sjálvandi lúrdi vónin um eitt útjavn­ andi mál og harvið longda leiktíð, men tað var sjáldan, at teir veruliga sendu nakra hóttan um hetta. Talan gjørd­ist fyri tað nógva um langar bóltar niðan, har stóra lettiska miðverjan ong­ ar trupulleikar hevði. Og framvegis hevði HB eisini ilt við at flyta fólk niðan. Bara einstaka ferðir varð roynt at spæla út á kantarnar fyri at fáa bóltin inn um mótstøðuverjuna. Nakað sum annars tóktist vera mest upplagda uppskriftin hesa løtuna. Gyltur møguleiki Tí gjørdist status tað sama, sum tað so oftani hevur verið hjá føroyskum fótbólti. Eitt tepurt tap, men hesa ferð við vissuni um, at tapið var púrasta óneyðugt. Sæð burtur frá vitjanini hjá ÍBV á Tórsvølli fyri einum ári síðani, so var talan kanska um lakastu europeisku mót­ støðuna, sum eitt føroyskt felag hevur fingið. Tað vita spælararnir í HB helst betri enn nakar annar, og tí er einki at ivast í, at iðranin hesa ferð var nógv størri, enn hon nakran tíð áður hevur verið um tap av hesum slagnum. Tók tað sum ein maður HB-FC Dinaburg 0-1 (0-0): Sjálvmál sendi HB úr Europa Tað var kortini gott, at tað »bara« var ein Intertoto-dystur. Í øllum førum vildi stútarin hjá Vagni í egið net verið sera kostnaðarmikil, var talan um Champions League undandyst savnsmynd HB-FC Dinaburg 0-1 (0-0) FC Dinaburg víðari við samanlagt 2-1 0-1: sjálvmál, 55. Dómari: Adrian McCourt (Norður Írland). HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Vagnur M. Mortensen, Poul Thomas Dam (Hendrik Rubeksen, 83.) - Kári Nielsen, Ólavur S. í Ólavsstovu, Jovan Radinovic-Panic – Tór-Ingar Akselsen (Rókur av F. Jespersen, 83.), Páll M. Joensen (Johan Ejvind R. Mouritsen, 67.), Jákup á Borg. Gul kort: Jákup á Borg 59, Mortan úr Hørg 69. FC Dinaburg: Vadims Fjodorovs – Andrejs Zuromskis, Mikhail Popov, Nikita Shmykov, Vadims Logins – Jurijs Sokolovs, Aleksejs Boruns, Andrey Markov, Edgars Burlakovs (Sergejs Valuskins, 57. (Jurgis Pucinsks, 75.)) – Pavel Ryzheuski (Dmitrijs Cebotarjovs, 88.), Olexandr Kryklyvy. Gult kort: Vadims Logins, Aleksejs Boruns, Pavel Ryzheuski, Sergejs Valuskins, Vadims Fjodorovs. FAKTA UM DYSTIN