mánadagur 26. juni 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 120 - 26. juni 2006 ]
Gamla lagið
á Skála
Jónhard Frederiksberg
fegnaðist um, at tað nú
av álvara tykist ganga
rætta vegin hjá Skála.
– Serliga í 1. hálvleiki
hekk tað væl saman hjá
okkum. Tað hevur alstóran
týdning, at Alexandur
Johansen. Hann megnar
væl at halda upp á bóltin
frammarlaga á vøllinum.
Harvið verður alt liðið
flutt longri fram á vøllin.
Eftir steðgin duttu vit
longri aftur á vøllin. Vit
høvdu ætlað at hildið
fram á sama hátt, sum
vit høvdu gjørt í 1. hálv
leiki, men teir vóru nógv
meiri álopshugaðir í 2.
hálvleiki, enn teir høvdu
verið undan steðginum.
Jónhard Frederiksberg
heldur, at teir kundu havt
vunnið, um teir vóru eitt
sindur hepnari:
– Í mun til spælbýti og
møguleikar kundu vit havt
vunnið. Vit eru tó fegnir um
eitt stig ímóti oddaliðnum.
Áskoðararnir vóru vitni til
gott undirhald, og avrikið
gevur okkum mót um, at
úrtøkan fer at økjast.
Oddaliðið
var heppið
Málskjúttin
hjá
EB/
Streymi, Hans Pauli Sam
uelsen, heldur, at hann
og liðfelagarnir avgjørt
skulu vera nøgdir við
eina stigið, sum teir
fingu við av Skála.
– Vit vóru verjukendir
fyrstu løtuna. Tað var
skjótt, at vit sóu, at hetta
var ikki tað, sum vit eru
bestir til. Besta verjan
hjá okkum er at leypa á.
Tað varð eisini staðfest
í 2. hálvleiki, tá ið vit
eirindarleyst fóru fram
á vøllin fyri at fáa mál.
Tíbetur eydnaðist tað.
Tit mistu í toppstríð
num?
– Vit mistu tvey stig
ímóti liði, sum sunnu
dagin var væl betri, enn
støðutalvan boðar frá. Sam
stundis vóru vit hepnir, tí
øll hini, sum vit kappast
við – við undantaki av
B36 – fingu eisini eitt stig
í part, staðfestir Hans Pauli
Samuelsen.
-jh
Setningurin er at
hondbóltskvinnurnar í
Klaksvík skulu vera best
í landskappingini og
steypakappingini
Hondbóltur
Jóannes Hansen
Fríggjadagin varð sáttmáli und
irskrivaður í Klaksvík, sum stað
festir, at Henrik Gerster næsta
kappingarár verður venjari hjá
hondbóltskvinnunum í Stjørnuni.
Henrik er kendur sum bæði hond
bóltsspælari og venjari. Hann
hevur eitt nú vant bæði H71 og
mans hondbóltslandsliðið.
Við heimasíðuna hjá Norðlýsin
um sigur nýggi Stjørnuvenjarin, at
tað verður farið undir venjingina
síðst í juli, og at hann og nevndin
í felagnum inntil tá fara at arbeiða
við at styrkja um spælarahópin.
Formaðurin
í
Stjørnuni,
Kristoffur Ragnarson, sigur við
Norðlýsið, at tey í felagnum eru
fegin um at hava knýtt besta
venjaran í landinum at kvinnu
liðnum, og at málið er at vinna
bæði FM heitið og steypakapp
ingina.
Í fjør vann Stjørnan FM, með
an tær taptu finaluna í steypa
kappingini móti Neistanum.
Henrik Gerster er nýggjur Stjørnu venjari
Leingi bendi einki á,
at tað var heimaliðið
á Skála, sum stríddist
fyri at sleppa leyst
úr botninum, og at
tað vóru gestirnir av
Mølini, sum royndu
at verja oddasessin
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Skála hevur higartil í ár ikki
verið tað, sum Skála var í
fjør. Sunnudagin vístu teir
á heimavølli, at teir eru um
at finna stevið. Toppliðið úr
Sundalagnum, og Skála var
leingi leikliga omaná.
Serliga undan steðginum
vóru skálamenn væl upp
lagdir. Pauli G. Hansen
var í vanliga leiklutinum
á sentrala miðvøllinum,
og sentrala Skála styrkin
gjørdist uppaftur størri, nú
Alexandur Johansen fyri
fyrstu ferð í ár var millum
teir fyrstu ellivu. Hann
var sentralur í trímanna
álopinum. Leikluturin hjá
honum var ofta at detta
eitt sindur aftur um hinar
báðu í fremstu røð. Jónhard
Frederiksberg og Debus
Danielsen høvdu hug at
flyta seg inn úr borðunum,
og hetta riggaði væl, tí
Alexandur vísti seg at vera
meistari í at taka ímóti bólt
inum, at verja hann, og væl
at síggja, nær hann skuldi
sleppa honum.
Oddaliðið var ikki í tí
lagnum, sum hevur borið
teir upp á fremsta plássið.
Teir løgdu merkiliga trilv
andi fyri. Tað kendist sum
um, at tað meiri ráddi um
hjá teimum at binda fyri
í verjupartinum, enn tað
ráddi um at leypa á, og
spælararnir vóru týðuliga
ikki álvuligir við hesa støð
una.
Bólturin var væl meiri
á EB/Streyma hálvuni í 1.
hálvleiki. Skála leyp á við
nógvum fólki, teir nýttu
breidd og dýpd, og teir
spældu seg til fleiri góðar
málmøguleikar.
Trupulleikin hjá teimum
var tann, sum ofta vísir seg
hjá teimum, ið ikki hava
undanvind. Tað gekk illa at
umseta møguleikarnar til
mál.
Eitt mál fingu teir, tá ið
sjey minuttir vóru farnir.
Arnhold Berg, sum er komin
fyri seg eftir leingi at hava
verið skaddur, legði fram
til Jónhard Frederiksberg,
sum legði út frá baklinjuni
til Alexandur Johansen,
sum skoraði.
Í øðrum førum var talan
um hálvar møguleikar eftir
innlegg, og í tí eina førinum
bjargaði
René Tórgarð
meistarliga, eftir at Debus
Danielsen við høvdinum
hevði sent bóltin niður í
vøllin, og tey flestu mundu
síggja bóltin í málinum, tá
ið málverjin vísti framúr
hegni.
Moralur og treiskni
Skála fekk ikki málið, sum
ivaleyst hevði havt givið
teimum meiri frið, og
sum 1. hálvleikur leið og
serliga í 2. hálvleiki fóru
teir í EB/Streymi at vísa
tenn. Tøvandi og trilvandi
útgangsstøðan var slept.
Eftir steðgin varð Marni
Djurhuus fluttur fram á
sentrala miðvøllin, og tað
kom meiri ferð og størri
tyngd í álopspartin.
Hans Pauli Samuelsen
var í útgangsstøðuni í høgra
borði. Saman við hinum
framrættaðu
monnunum
reikaði hann nógv. Eftir
steðgin var hann fyri tað
mesta í vinstra borði, og
har var tað, at hann ellivu
minuttir fyri leiklok vann
fríspark, sum bara 1-1
málið við sær.
Av brotsteigar samankom
ingini í vinstru royndi
Hans Pauli seg sjálvur við
frísparkinum. Sum Beck
ham so vísti Hans Pauli,
at manngarðarnir hava lítið
upp á seg, tá ið spælarin
hevur hegni at skjóta upp um
verjugarðin og í ta síðuna
av málinum, sum málverjin
roknar við, at liðfelagarnir
verja fyri. Skotið hjá Hans
Paula brast í nærra stólpan,
bólturin stakk í meskarnar,
og harvið hevði oddaliðið
vunnið eitt – kanska eitt
sindur heppið – stig.
Men tað er avgjørd dygd
at megna at koma afturíaftur,
tá ið mótstøðuliðið leingi
hevur verið omaná. Hesa
dygdina vísti EB/Streymur,
og tað er ikki minst henda
dygdin, sum fer at hava
alstóran týdning, nú teir í
Sundalagnum skulu verja
oddasessin og harvið stýra
fram ímóti fyrsta FM heitin
um nakrantíð.
Skála-EB/Streymur 1-1 (1-0):
Skála gav toppinum
skarpan gang
Samansetta liðið úr Sundalagnum og Eiði fekk veruliga at kenna, at Skála nú er um at finna
stevið, sum tey bæði seinastu kappingarárini hevur ført liðið heilt nær føroysku fótbóltstindunum
Mynd: Sofus D. Johannesen