mánadagur 26. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 120 - 26. juni 2006 ]
NSÍ venjarin stóð við
undarligari kenslu, tá ið
stríðið var lokið. Undan
ferðini til Gøtu hevði hann
einki havt ímóti at vinna
eitt stig. Hann hevði trý á
kontini, men misti tvey í
evstu løtu.
– Tað sveið hjá okkum,
at teir fingu mál, tá ið so
lítil tíð var eftir. Sæð yvir
allar 90 minuttirnar er tað
ivaleyst í lagi, at vit fáa
eitt stig í part. Vit høvdu
ilt við rættuliga at koma
fyri okkum. Tíðliga í 2.
hálvleiki hava teir góðan
møguleika, sum ikki gevur
mál. Tá vakna okkara av
álvara, vit fáa eitt mál, og vit
høvdu møguleikar at økja
um leiðsluna. Málverjin
bjargar væl, og í einstøkum
støðum taka spælararnir
skeivar avgerðir, tá ið teir
eru fýra ímóti tveimum,
sigur Trygvi Mortensen.
-jh
FSF bíðar ikki longur
Fríggjadagin avgjørdi kappingarnevndin hjá FSF, at dysturin
í kappingini um Løgmanssteypið millum EB/Streym og VB/
Sumba skal spælast mikukvøldið. Hetta er annars dysturin,
sum nú hevur bíðað í skjótt 100 dagar, tí enn er endalig greiða
ikki fingin á málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen hjá
HB.
Enn er tað málið ikki viðgjørt av ítróttardómstólinum, men
hetta er tó ikki nakað, sum FSF sigur seg vera sinnað at bíða
eftir. Ikki minst, tí finalan í steypakappingini skal spælast á
ólavsøku, og tey tí vilja hava dystin avgreiddan.
-mørk
Eingin viðgerð fyrstu
tríggjar vikurnar
Anja Hovgaard, forkvinna
Ítróttardómstólinum, sigur
við Útvarpið, at talan
verður neyvan um nakra
viðgerð av HB-málinum
fyrstu tríggjar vikurnar.
Hetta tí dómstólurin ikki er
fullmannaður, nú feriutíð
er.
So er spurningurin, hvørt
talan verður um viðgerð,
tá komið er út í hálvan
juni mánað. Tá eru dagarnir
fram móti ólavsøku vorðnir
somikið fáir, at verður
talan um úrskurð, sum
gongur ímóti kappingar- og
dómsevndini hjá FSF, verður
púrasta vónleyst at finna
fram til finaluluttakararnar,
áðrenn komið er fram til
ólavsøkuna, har steypa
finalan vanliga er fastur
táttur.
-mørk
Undarlig kensla í Runavík
GÍ
veteranurin
Magni
Jarnskor helt, at úrslitið var
at liva við.
– Vit áttu at havt lagt
okkum framum við einum
ella tveimum málum. Men
vit vóru ikki nóg avgjørdir
frammanfyri málinum, og
Jens Martin Knudsen stóð
seg sera væl. Hann var
eisini heppin, tá ið Gunnar
Nielsen rakti í høvdið á
honum,
heldur
Magni
Jarnskor.
Veteranurin heldur, at tá
ið teir ikki megnaðu at gera
mál, tá ið teir høvdu yvirvág
og
málmøguleikar,
so
kunnu teir ikki vera annað
enn nøgdir, at tað kortini
eydnaðist at fáa eitt mál
og eitt stig. NSÍ var omaná
góða løtu í 2. hálvleiki, og
tá høvdu teir møguleikar at
gera fleiri mál enn tað eina,
sum teir fingu. Tá ið vit
so koma afturíaftur og fáa
mál í yvirtíðini, so kennist
tað næstan sum um, at vit
vunnu eitt stig í staðin fyri
at missa tvey, heldur Magni
Jarnskor.
-jh
Niclas Niclasen hevur staðið
seg væl í GÍ miðverjuni,
síðani hann fyrr í ár flutti
úr Klaksvík og KÍ og til GÍ
og Gøtu.
Nú boðar GÍ heimasíðan
frá, at teir í Gøtu eru so mikið
væl nøgdir við samstarvið
við verjuspælaran úr Klaks
vík, at teir hava boðið
honum at halda fram næsta
ár, og Niclas hevur tikið av.
Harvið er greitt, at Niclas
Niclasen eisini í 2007
verður GÍ spælari.
-jh
Niclas heldur fram í Gøtu
Hetta er at liva við