mánadagur 26. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 120 - 26. juni 2006 ]
Bara næsti heima
sigurin hjá B36 í
ár kom til høldar,
tá teir sunnudagin
sýndu munin á ovaru
og niðaru hálvu á
stigatalvuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At HM-fótbóltur er á
skránni sást millum ann
að á áskoðaratalinum í
Gundadali
sunnudagin.
B36-skýlið var valla meira
enn hálvfult, og fáu tandr
ini, sum stuðlaðu vitjandi
liðnum rúgvaðu ikki stór
vegis í stóra skýlinum vest
aru megin vøllin í Gunda
dali.
Heppin og vøkur mál
Sum so mundu tey, sum
høvdu valt Ongland og
Ecuador framum, heldur
ikki missa tað heilt stóra.
Snøgt sagt, so var munurin
millum liðini fyri tað nógva
ov stórur, til at veruligur
spenningur kom í.
B36 var frá byrjan betra
liðið, men tað skuldi nakað
av hepni til, áðrenn teir
fingu lagt seg á odda. Tað
sá ikki serliga vandamikið
út, tá Sylla legði bóltin
flatt fram móti málinum,
men onkursvegna droppaði
Andras Gango fullkomuliga,
og so smoygdi bólturin sær
spakuliga í málið.
Var fyrsta málið heppið,
var talan hinvegin um
sanna perlu, tá Bergur
Midjord økti til 2-0. Skjótt
B36 uppspæl endaði við, at
Kenneth Jacobsen spældi
djúpt til Berg, sum var ísa
kaldur, tá hann lyfti upp um
málverjan.
Tað eydnaðist fuglfirð
ingum at skapa nakað
av spenningi, tá Høgni
Zachariassen stútaði væl
tikið fríspark í kassan, men
tað lá tó alla tíðina í luftini,
at heimaliðið skuldi enda
omaná.
Tað gjørdi eisini spælið
hjá B36 nakað róligari, at
Obi stutt undan steðginum
økti til 3-1 eftir sera gott
forarbeiði av Hanusi Thor
leifsson.
Eftir
steðgin
tóktist
B36 í mest møguligan
mun at hugsa um at koyra
sigurin heim. Komandi
umfarið verður talan um
týdningarmikla grannaupp
gerð móti HB, og eitt nú
vóru Mikkjal Thomassen
og Kenneth Jacobsen í
vanda fyri leikbanni, um
teir fingu gult kort.
Fuglfirðingar
kundu
kanska bitið nakað frá sær,
um hepnið var við teimum,
tá teir høvdu einar tveir-
tríggjar møguleikar, men
Jákup Mikkelsen stóð stinn
ur, tær fáu ferðirnar, vandi
var á ferð.
Og móti dystarenda gjørd
ist sigurin ein staðfesting,
tá
Hanus
Thorleifsson
gjørdi sær dælt av sløsutum
verjuspæli frá Fritleif í
Lambanum.
Tunnir fuglfirðingar
Sum heild má sigast, at dyst
urin staðfesti tann munin,
sum er millum ovaru og
niðaru hálvu av stigatalvuni.
Hjá fuglfirðingum kom tað
annars illa við, at teir máttu
vera fleiri av vanliga føstu
spælarunum fyriuttan, tá
hesir vóru antin leikbannað
ir ella skaddir.
Júst hetta er kanska ein
av fremstu orsøkunum til
verandi støðu hjá ÍF, og um
ikki annað, so munnu teir
fegnast um, at eitt nú Bartal
Eliasen er tøkur komandi
umfarið. Tá hevur ÍF týdn
ingarmiklan
heimadyst
móti VB/Sumba á skránni,
og meira enn nakað man
hetta vera møguleikin, har
ÍF skal skræða seg úr botn
inum.
Sunnukvøldið og mánamorgunin
vóru video-brot at síggja á
alnetinum. Talan er fyrstu livandi
ítróttarmyndirnar, sum Miðfelagið
hevur framleitt til alnetið
Ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri trimum vikum síðani gjørdu Miðlafelagið
og ÍSF avtalu, sum gav Miðlafelagnum loyvi
at senda livandi ljóð og myndir frá føroyskum
ítrótti.
Fyrsta úrslitið av hesi avtaluni sæst nú
portalinum. Á høvuðssiðuni ber til at velja
”kykmynd”, og síðani opna hesar eitt nýtt
vindeyga, har klippini verða sýnd.
Talan er um royndaravtalu, og at byrja við er
framleiðsluorkan avmarkað, og verður talan tí
ikki um klipp frá eitt nú øllum dystunum í
Formula-deildini. Hinvegin verður miðað eftir
at hava ein breiðan dekning av føroyskum
itróttartilfari. Eitt nú er talan hetta vikuskifti
um myndir frá tveimum dystum í Formula-
deildini, umframt at kappróður og –renning
frá jóansøkuni eisini verður at síggja.
Best er, um teldan, sum tu situr við, hevur
breiðband, ta hyggjast skal at klippunum.
Neyðugt er eisini at hava Windows Media
Player.
B36-ÍF 4-1 (3-1):
B36 fekk hol á málskjótingina
Fyrstu video-klippini á portalinum
Alvin Ellebye Andersen er her í ferð
við at klippa fyrstu innsløgini, sum nú
síggjast á portalinum
Fagnaðurin hjá hvíta
havnarliðnum var stórur,
tá teir loksins fingu hol
á málskjótingina. 4-1
gjørdist úrslitið í sann
førandi heimasigrinum
móti ÍF
savnsmynd