mánadagur 26. juni 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 120 - 26. juni 2006 ]
Todi skal spæla móti Skála
Todi Jónsson og Start skulu spæla í UEFA Cup móti Skála. Tá ið
luturin varð kastaður seinnapartin í dag, var Skála hepnari enn GÍ, sum
skal til Letlands at spæla móti FK Ventspils. B68 spældi ímóti hesum
liðnum í 2004. Letlendingarnir vunnu 3-0 á heimavølli og 8-0 á útivølli.
Todi Jónsson sigur við norsku pressuna, at bæði tey føroysku liðini í
UEFA Cup - Skála og GÍ - í styrki mugu roknast sum miðal lið í næstbestu
norsku deildini. Tey eru torfør at spæla ímóti, men vit eiga sjálvandi at vinna á
Skála, heldur Todi Jónsson.
Skála skal spæla á heimavølli hósdagin 13. juli og í Kristiansand 27. juli.
GÍ skal spæla í Letlandi 13. juli og á heimavølli 27. juli.
-jh
Agassi gevst
36 ára gamli Andre Agassi boðar nú frá, at hann fer at gevast við
tennis á hægsta støðið. Fráboðanin kom á tíðindafundi, sum varð
hildin undan Wilmbledon kappingini, og sigur hann, at seinasta
kappingin hjá sær verður US-Open, sum er seinasta Grand-Slam
kappingin á árinum.
Agassi hevur seinnu árini havt trupulleikar við einum argandi
ryggskaða, og er hesin fremsta orsøkin til, at veteranurin nú gevst.
– Eg havi bíðað við at boða frá hesum, men nú er løtan tann
rætta. Hetta er jú staðið, har alt byrjaði, staðfesti Agassi, sum í
1992 vann sín fyrsta Grand-Slam sigur – júst á Wimbledon.
-mørk
Eldur kom veruliga í
fjúsi móti dystarenda
í Vági. Seinasta
korterið rak dómarin
ikki færri enn fýra
spælarar av vølli
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jóansøkan gjørdist minni
lig fyri ársins útgávu av
Formula-deildini, men í
flestar mátar fyri júst skeivu
orsøkirnar.
Fyri tað nógva var talan
annars um eina kanska ikki
so vælspælda men sera
intensa botnuppgerð, tá
B68 vitjaði hjá VB/Sumba.
Og seinastu løtuna kókaði
intensiteturin púrasta yvir.
Ralph Van Dooren hjá B68
megnaði fyrst og fáa bæði
gult og reytt kort eftir at
hann var skiftur út. Og
móti endanum av dystinum
gjørdist heilt galið. Fyrst
sá Dan Djurhuus reytt,
tá hann langaði álboga í
flatbróstið á toftamanni.
Og í ruðuleikanum, sum
fylgdi, fingu bæði Øssur
Jacobsen og Suni úr Hørg
reyða kortið, tá teir fóru at
togast. Til rós fyri dómaran
skal sigast, at øll kortini
væl og virðiliga vóru upp
á sítt pláss, og við at halda
høvdinum púrasta kalt allan
vegin, forðaði hann eisini
fyri, at rokið ikki gjørdist
enn størri, enn tað longu
var.
Málrevurin hjá B68
Sjálvandi vóru tað reyðu
kortini, sum vóru í fokus,
tá tosað varð um dystin.
Men undan øllum hesum
hevði talan verið um ein
hampuliga undirhaldandi
dyst, ið eisini tænti sum
upphiting til kappróðurin á
stevnuni.
B68 hevði lotið undan
fyri steðgin, og í løtum
eydnaðist teimum eisini at
leggja trýst á. Tað gav eisini
úrslit, tá 17 minuttir vóru
farnir. Marcyn Dawid fekk
bara hálvbjargað, tá Kristian
Anton Andreasen smekkaði
til móti málinum, og so
stóð Súni Fríði Barbá enn
einaferð á rætta staðnum til
røttu tíðina.
Risa-dropp
Eftir steðgin vóru tað
vertirnir, sum stóðu fyri
tí mesta. Teir søktu støð
ugt oman mótt B68-máli
num, men fram til tað
allar seinasta tóktist B68
standa ímóti. Ikki minst tí
Tórður Thomsen stóð ein
branddyst á málinum, har
hann hevði einar tríggjar
klassabjargingar, tá helst
øll onnur uttan málverjin
sjálvur mundu síggja bóltin
í meskunum.
Nærum seks minuttir inn
í yvirtíðina gekk tó galið
hjá Tórði – heilt galið. Tá
alt rokið við mongu reyðu
kortunum loksins hevði
lagt seg, tók VB/Sumba
hornaspark. Bólturin varð
í fyrstu atløgu sendir útfrá,
og av síðulinjuni gúppaði
Christian Solbjerg bóltin
inn aftur í brotsteigin.
Ivaleyst helt Tórður, at
bólturin var á veg út til
málspark, og hann mundi
neyvan trúgva sínum egnu
eygum, tá bólturin legði seg
til rættis í málinum.
Ein keðiligur endi hjá
málverjanum, sum eisini
átti sín lut í, at B68 ikki
tók stigini, tá teir seinast
vitjaðu í Vági. Ta ferðina
varð Tórður rikin av vølli
fyri at nýta hendurnar uttan
fyri brotsteigin, og hesa
ferð setti stóra droppið
altso punktum fyri einum
annars framúr avriki.
Dýr leikbann
Hóast vágbingar sjálvsagt
fegnaðust um útjavnandi
málið, so skerst ikki burtur,
at reyðu kortini til liðið
komu illa við. Komandi
vikuskiftið skal VB/Sumba
á vitjan hjá ÍF, har enn eitt
niðurflytingarbrak stendur
á skránni, men tann dystin
mugu teir so standa seg
uttan teir báðar, sum hesa
ferð fingu reytt kort.
Hjá B68 er talan eisini
um leikbann til tveir spæl
arar, og tað man heldur ikki
hóva Jóannes Jakobsen nak
að serligt. At talan so sam
stundis verður um útidysti
móti oddaliðnum í For
mula-deildini ger neyvan
uppgávuna meira hugagóða
í so máta.
Eingin
mótmælti
kortunum
Hóast fýra reyð kort í ein
um og sama dysti ljóðar
av nógvum, so vórðu fáar
atfinningar vendar móti
dómaranum eftir dystin.
Soleiðis tóktust bæði
B68-málverjin, Tórður
Thomsen, og ein av út
vístu vágbingunum, Suni
í Hørg, samdir um, at
dómarin hevði handlað
rætt í øllum fýra førun
um.
– Eg varð klíptur í síð
una, og tí reageri eg, sum
eg geri. Tað er sjálvandi
ikki rætt, men talan er
um botnuppgerð, har
báðir partar vilja hava
stigini fyri ein og hvønn
prís. Og tað er so tað,
sum hendir, segði Suni í
Hørg eftir dystin.
-mørk
Reytt og
gult eftir
útskifting
Talan var um heldur sjáld
som kort, sum Ralph Van
Dooren hjá B68 fekk á
jóansøku. Spælarin var
longu skiftur út, tá hann
brádliga vildi inn aftur
á vøllin. Hetta noktaði
dómarin honum sjálvandi,
og tá spælarin mótmælti
hesum, fekk hann gult
kort. Eftirfylgjandi gekk
Van Dooren heldur pro
vokerandi framvið – og
enntá inn á – vøllin, tá
hann var á veg yvir til
VB-húsið, og so tímdi
Petur Reinert ikki at
síggja meira. Reytt kort
til spælaran, men B68 helt
tó fram við 11 monnum,
tí útskiftingin longu var
framd.
-mørk
Málhýrur í
B36-leguni
Talan var mest sum um
sanna málveitslu hjá
B36, tá Hanus Thor
leifsson økti til 4-1 í
Gundadali sunnudagin.
Hetta var nevnliga fyrsta
ferðin í tvey kappingarár,
at árstalsfelagið í høvuðs
staðnum skoraði somikið
nógv mál í einum dysti.
Tá B68 vitjaði á seinasta
leikdegi í 2004 taptu teir
6-2 fyri B36, men síðani
hevur gingið sera striltið
við
málskjótingini.
Soleiðis vann B36 í
fjør tveir dystir við 3-
0, meðan munurin í
øllum hinum førunum
var minni. Soleiðis var
talan sunnudagin eisini
um trivaligasta lands
kappingarsigurin síðani
8. mai 2005, tá GÍ var á
vitjan í Gundadali.
-mørk
Gott at vinna
stórt
Kenneth
Jacobsen
á
høgra bakki tóktist væl
nøgdur, tá B36 hevði
vunnið trivaligasta sig
urin í Formula-deildini
nakrantíð.
– Eg veit ikki, nær vit
seinasta hava skotið fýra
mál í einum dysti, men
undir øllum umstøðum
var hetta deiligt. Hóast
vit hava staðið okkum
væl hesi bæði seinnu
árini, so hevur tað verið
strævið, tá mann ongan
tíð hevur vunnið nakrar
“lættar” sigrar.
Og hvat var tað so,
sum brádliga riggaði hjá
tykkum?
– Vit skora upp á nakrar
av møguleikunum. Tað er
væl tann størsti munurin.
Hini úrslitini lagaðu
seg so, at tit nú bara hava
tvey stig upp til oddin.
Ger tað ikki, at tit iðra
tykkum um javnleikin
móti VB/Sumba fyri
tveimum vikum síðani?
– Tað fáa vit ikki brúkt
til nakað. Vit kunnu
framvegis
avgera
alt
sjálvir, og tað ræður um at
hugsa frameftir, staðfestir
Kenneth Jacobsen.
-mørk
VB/Sumba-B68 1-1 (0-1):
Rok og reytt í Vági
Toftamenn vóru vónbrotnir. Hóast VB/Sumba helst hevði útjavningina uppiborna eftir stórt trýst
allan seinna hálvleik, so kendist tað svárt, tá málið kom í sætta minuttinum, sum dómarin hevði
lagt afturat vanligu leiktíðini
Mynd: Álvur Haraldsen