Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 120 - 26. juni 2006 ] Fenerbahce bíðar eftir B36 Lutakast til innleiðandi umførini í Champions League hevur júst verið, og B36 dró í fyrsta umfarinum lið av Malta. Vinnur B36 dystin, skal liðið spæla ímóti Fenerbahce úr Turkalandi 22 lið eru við í fyrsta innleiðandi umfari av Champions League, og lutakast fall soleiðis út fyri B36, at teir skulu spæla ímóti Birkirkara av Malta. Fyrri dysturin hjá B36 verður á útivølli 11. juli, og seinni dysturin á heima­vølli 19. juli. Kemur B36 víðari frá fyrsta umfarinum, bíðar turkiska stórliðið Fenerbahce í næsta umfari. Dystirnir á vølli í Turkalandi eru tiltiknir, og tað verður nakað av einum avbjóðing fyri B36, um havnaliðið kemur so langt. -ek Gøtumenn til Letlands Meðan bæði Skála og B36 munnu vera væl nøgd um sítt luta­kast, so gjørdist talan ikki um serliga heppið av slagnum hjá GÍ. Gøtumenn skulu nevnliga til Ventspils í Letlandi, og hvørki ítróttarliga ella fíggjarliga ljóðar tað sum nakar gloypibiti. Ventspils er annars sama liðið, sum fyri tveimum árum síðani spældi móti B68. Ta ferðina vunnu letlendingarnir 8-0 á Svangaskarði og 3-0 á heimavølli. -mørk AB snávaði enn eina ferð ímóti TB, og við trivaligum heimasigri blandaðu leirvíkingar seg aftur í oddastríðið 1.DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Síðstu vikurnar hevur tað sæð út sum um, at AB var við at draga frá hinum. Mót­støðuliðini hava hvørt eftir annað vikið fyri argja­ monnum, sum harvið hava styrkt um vónina um, at høv­ uðsstaðurin skal fáa triðja umboðið í bestu deildina, sum fólkagrundarlagið eis­ ini leggur upp til, at høvuðs­ staðurin skal eiga. AB er framvegis á upp­ flyt­ingarplássi, men tapið leygardagin á Sevmýri vísti, at uppflytingin ikki kemur av sær sjálvum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Sand­ oyingar eru aftur á toppinum, og leygardagin hava teir møgu­leika at staðfesta sessin í Sørvági. AB fær vitjan av HB, FSV04 fær vitjan av TB, leirvíkingar skulu til Hvalbi­ar, og klaksvíkingar skulu til Vágs. Sambært skránni skuldu VB/Sumba og Royn fríggja­ kvøldið havt spælt í Vági. Oyggjauppgerðin var útsett til í hesi vikuni. Sambært VB heimasíðuni var tað Royn, sum heitti á VB/Sumba um at fáa uppgerðina útsetta. B71-FSV04 2-1 Serliga fyri gestirnar á Sandi var talan um lyklauppgerð. Um tað ikki eydnaðist teim­um at fáa stig, so var næst­ovasta plássið níggju stig burtur, og harvið hevði dreym­urin um uppflyting heilt lítið við veruleikan at gera. Í 1. hálvleiki var spælbýtið hampuliga javnt, men eftir steðgin vóru gestirnir spæl­ stýrandi. Teir evnaðu bara eina ferð at fáa bóltin í málið, og so vunnu sand­oyingar, sum vóru dugnaligari frammanfyri málið, 2-1. FSV04 hevði havt bóltin á stólpanum og eisini í øðr­um førum høvdu teir verið tætt við, áðrenn B71 eftir lítlari løtu skoraði tvey mál. Hálvur tími var farin, tá ið Jónsvein Thomsen við innaru síðuni stýrdi bóltinum í málið, eft­ ir at málverjin hevði hálv­ bjargað stútara hjá Clayton Soares eftir horna, og tveir minuttir seinni var Clayton Soares fyrstur á eftir innlegg úr høgru. Eftir steðgin misti B71 nógv av stevinum, og tá eydn­aðist tað FSV04 at minka um munin. Albert Ari Thomassen, sum hesa ferð var í álopinum saman við Kim Poulsen, var fleiri ferðir vandamikil, og tað var hann, sum minkaði um munin tíð­liga í 2. hálvleiki. Eftir innlegg úr høgru smekkaði hann til, og umvegis beinið á mótstøðumanni fór bólturin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum var sera stinnur í B71 málinum. KÍ-HB 1-0 Við tepra sigrinum á javn­ aldranum úr høvuðs­staðnum løgdu klaksvíkingar seg upp á síðuna av HB. Aftur hesa ferð var tað eyðsæð, at Intertoto luttøkan hjá HB fyrst og fremst gekk út yvir manningina á næst­ besta liðnum. Talan var um tætta uppgerð, men heimaliðið var støðugt eitt sindur betri fyri. KÍ var væl mannað. Jan Andreasen og Oddmar á Lakjuni vóru í miðverjuni, og undir liðini á Erlingi Fles í álopinum var Julian Samuelsen, sum eftir stuttan steðg í Fuglafirði nú er aftur í KÍ. Einasta málið skoraði Julian Samuelsen miðskeiðis í 1. hálvleiki. TB-AB 3-1 AB var oddalið og favorittur undan ferðini suður á Sev­ mýri. Í viðførinum suð­ur vóru minnini um TB vitj­ anina á Argjum í 5. umfari. 22. apríl vann TB 1-0 á úti­ vølli móti AB. Aftur hesa ferð vann TB á AB. Gestirnir høvdu bóltin nógv, og miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Tony Ras­ mussen teir framum eft­ir uppspæl í vinstru og inn­ legg. Tríggjar minuttir seinni svaraði TB aftur. Uppspælið var í vinstru, og Olivur Abra­ hamsen var leysur, tá ið tað av baklinjuni varð spælt út frá til hansara. Kaj Roest um­setti brotsspark til mál átta minuttir undan hvíldini. TB fekk góða møguleikan, tá ið dómarin hevði dømt hands móti Rana Dal-Christi­an­sen. Sum 2. hálvleikur leið, slepti AB alt meiri í verju­ partinum. Teir fingu einki burturúr trýstinum, sum teir royndu at seta TB undir. Í síðstu løtu gjørdist Kaj Roest púra leysur og so staðfesti hann heimasigurin. LÍF-SÍ 4-0 LÍF dagur við nógvum virk­ semi á og kring vøllin var í Leirvík, og vinnararnir fingu steyp. Nýklækti lærarin Bárð­ur á Lakjuni gjørdi eitt ordans hál, tá ið hann skoraði trý mál í trivaliga heimasigrinum. 50 sekund vóru farin, tá ið Bárður fyrstu ferð hevði sett bóltin í SÍ málið. Í fyrsta álopinum legði Andreas Lava Olsen innfyri úr høgru, og Bárður stýrdi við høvdinum bóltinum í málið. Eitt korter seinni økti Adrian Joensen um munin til 2-0. Skotið rakti í verjuspælara og snýtti málverjan. Tríggjar minuttir undan steðginum var Bárður á Lakjuni aftur upp á spæl. Eftir langa framlegging var hann fyrri á bóltinum enn SÍ málverjin, og so sigldi bólturin omanfyri málverjan og í málið. Eftir steðgin dalaði ferðin. Sørvingar høvdu ikki verið serliga eldhugaðir, og nú tóku teir á heimaliðnum sær av løttum. Tá ið eitt korter var farið, staðfesti Bárður á Lakjuni stórsigurin. Sandoyingar aftur á toppinum 1. deild Úrslit í 14. umfari VB/Sumba-Royn útsettur B71-FS Vágar 2-1 (2-0) 1-0: Jónsvein Thomsen 30. 2-0: Clayton Soares 32. 2-1: Albert A. Thomassen 52. KÍ-HB 1-0 (1-0) 1-0: Julian Samuelsen TB-AB 3-1 (2-1) 0-1: Tony Rasmussen 23. 1-1: Olivur Abrahamsen 26. 2-1:Kaj Roest br 37 3-1: Kaj Roest 90. LÍF-SÍ 4-0 (3-0) 1-0: Bárður á Lakjuni 1. 2-0: Adrian Joensen 15 3-0: Bárður á Lakjuni 42. 4-0: Bárður á Lakjuni 61. FAKTA