Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 120 - 26. juni 2006 ] Tann yngsti snávaði móti tí elsta talv tíðindaskriv Í fyrsta umfari av Suð­ uroy International 2006, uppstóð klassiska stríðið millum ungu leyvuna og gamla revin, tá 16 ára gamli Helgi Dam Ziska kiksaði móti ald­urs­for­ setanum í kappingini, Bjørn Brink Claussen Í eini støðu, tá Helgi ikki sá út til at hava stór­ vegis trupulleikar, kom hann sær út í eina drep­ andi binding, tá valdi hann eitt skeivt avbýti. Bindingin førdi við sær, at Helgi misti mann og stutt eftir alt stigið móti Bjørn Brink Claussen. Ein keðilig byrjan fyri næsta IM aspirant før­ oyinga. Suðuroy International var annars sett í dag á Jóansøku í Vágs skúla av Rana Nolsøe, fyriskipara og Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra. Lutakastið førdi til tvær ‘føroya-uppgerðir’ longu í fyrsta umfari. Hans Kristian Simonsen, sum vann sítt talv trygt móti Sjúrða Thorsteinssyni, og millum John Rødgaard og John Arna Nilssen, sum tóku av javnleiki, áðrenn talvið veruliga varð byrj­að. Uttan nakran slingur í valsinum streyk rat­ing­ favoritturin og danin Simon Bekker Jensen av stað við tí fulla stiginum móti landsmanninum Per Andreassen. Tá hjúnini Lenka Ptacnhi­kova og Omara Sa­lama tóku ein skjótan javn­leik sína millum, er støð­an í Suður­oy Inter­ natio­nal 2006 nú eftir fyrsta umfar: 1 IM Simon Bekker Jensen 1/1 1 IM Bjørn Brinck Clausen 1/1 1 Hans Kristian Simonsen 1/1 4 IM John Arni Nilssen 0,5/1 4 IM John Rødgaard 0,5/1 4 WGM Lenka Ptacnhikova 0,5/1 4 Ísl, Omar Salama. 0,5/1 8 FM Per Andreassen 0/1 8 Helgi Dam Zisk 0/1 8 Sjúrður Thorsteinss. 0/1 Grønkjær til FCK Ein av fremstu donsku fótbóltsspælarunum seinnu árini, Jesper Grønkjær, fer nú at spæla við FCK. 28 ára gamli kantspælarin hevur síðani 1998 spælt við feløgunum sum Ajax, Chelsea, Birmingham, Atletico Madrid og VfB Stuttgart, men nú gongur leiðin so aftur til Danmarkar. – Eg havi hugsað um hetta í eina tíð. Skuldi eg aftur til Danmark, so var løtan tann rætta, haldi eg. Og FCK er jú størsta felagið í Norðanlondum, so eg ivaðist sum ikki, hvar eg vildi spæla, segði Jesper Grønkjær á tíðindafundi. -mørk Ullrich fer eftir sigrinum Týski Jan Ullrich sigur, at hann í ár er betri fyri, enn hann nakran tið hevur verið undan Tour de France súkklukappingini. – Eg kenni á mær, at eg nú eri uppi á 95% av toppforminum, og ikki 80%, soleiðis sum eg annars plagi at vera um hesa tíðina. Ullrich vann Tour de France í 1997, men síðani hevur gingið striltið við at halda somu hædd irnar. Ikki minst tí hann ofta hevur lyndi at fáa dekan ov nógv kilo upp á kroppin vetrarmánaðirnar. -mørk Royndir sum óroyndir bilførarar koyrdu útav, snaraðu runt og summir brutu enntá bilar sínar, tá kanadiska formel 1 kappingin varð koyrd sunnukvøldið Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hóast Fernando Alonso ikki veruliga varð avbjóðaður á veg til sigurin í kanadisku formel 1 koyringini, so var koyringin bæði spennandi óvanlig og hendingarík. Men fyri heimsmeistaraheitið hvørvur spenningurin spaku­liga fyri hvørja koyr­ ing, ið fer afturum. Við níggju koyringum eftir er spaniumaðurin 25 stig framman fyri Michael Schumacher. Byrjanin var sera hend­ ingarík, Giancarlo Fisichella tjóvstartaði av øðrum plássi og fangaði seg sjálvan í tí, í eini roynd í at steðga aftur, fekk hann eina sera ringa byrjan har Räikkönen fór framvið honum, harafturat førdi tjóvstarturin til eina gjøgnumkoyringar revsing, ið sendi hann fleiri støður aftur. Eisini Michael Schu­mach­ er fekk eina ringa byrjan, tá bæði Nico Rosberg og Juan Pablo Montoya fóru framvið honum. Kappingin millum hesar báðar var sera hørð, og áðrenn fyrsta umfar var av høvdu teir rent saman, soleiðis at Rosberg gavst á staðnum og Montoya mátti í pitt at skifta gron á bilinum. Montoya endaði tó við at renna á veggin og bróta bilin á 13. umfari. Eisini teir báðir Midland koyrarnir flættaðu hjól á fyrsta umfari, meðan Albers gavst á staðnum, noydd ist Monteiro í pitt at skifta gronina. Koyringin var merkt av nógvum koyrivillum, bilar koyrdu alla tíðina útav, og ikki færri enn 8 bilar góvust áðrenn tíð. Eitt nú vóru Schumacher brøðurnir millum teir koyrarar, ið vóru oftast av breytini. Tá heimabreytsfavoritt­ urin Jaques Villeneuve koyrdi á veggin við 8 um­førum eftir, kom trygdar­ bilurin triðju ferðina á breyt­ina, og feltið varð savnað. Hetta skapti nøkur spennandi umfør, har m.a. Michael Schumacher tók annað pláss frá Kimi Räikkönen, og Coulthard tók seinasta HM stigið frá Jenson Button. Nógvar koyrivillur í Kanada Úrslitið av koyringini í Kanada 1 Fernando Alonso Renault 2 Michael Schumacher Ferrari 3 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 4 Giancarlo Fisichella Renault 5 Felipe Massa Ferrari 6 Jarno Trulli Toyota 7 Nick Heidfeld Sauber-BMW 8 David Coulthard RBR-Ferrari 9 Jenson Button Honda 10 Scott Speed STR-Cosworth 11 Christian Klien RBR-Ferrari 12 Mark Webber Williams-Cosworth 13 Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth 14 Tiago Monteiro MF1-Toyota Komu ikki í mál - Takuma Sato Super Aguri-Honda - Ralf Schumacher Toyot - Jacques Villeneuve Sauber-BMW - Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes - Rubens Barrichello Honda - Franck Montagny Super Aguri-Honda - Christijan Albers MF1-Toyota - Nico Rosberg Williams-Cosworth Støðan í HM fyri bilførarar 1 Fernando Alonso Spania 84 2 Michael Schumacher Týskland 59 3 Kimi Räikkönen Finnland 39 4 Giancarlo Fisichella Italia 37 5 Felipe Massa Brasilia 28 6 Juan Pablo Montoya Kolumbia 26 7 Jenson Button Ongland 16 8 Rubens Barrichello Brasilia 13 9 Nick Heidfeld Týskland 12 10 Ralf Schumacher Týskland 8 - David Coulthard Skotland 8 12 Jaques Villeneuve Kanada 7 13 Mark Webber Avstralia 6 14 Nico Rosberg Týskland 4 15 Jarno Trulli Italia 3 16 Christian Klien Eysturríki 1 Støðan í HM fyri lið 1 Renault 121 2 Ferrari 87 3 McLaren-Mercedes 65 4 Honda 29 5 Sauber BMW 19 7 Toyota 11 6 Williams-Cosworth 10 8 Red Bull Racing Ferrari 9 Juan Pablo Montoya hevði ein alt annað enn góðan dag. Eftir at hava verið eina ferð í pittinum, noyddist hann longu at gevast í triðja umfarinum, tá hann rendi bilin á veggin kring koyribreytina Mynd: Scanpix