mánadagur 26. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 120 - 26. juni 2006 ]
Sviar vilja hava Laudrup
Hóast Lars Lagerback hevur leitt Svøríki til fimm endaspøl á rað, so vlija miðlarnir nú
hava annan mann í hansara stað. Og sambært Lasse Sandlin, sum er ítróttarredaktørur hjá
Aftonbladet, eru í øllum førum seks mans, sum kunnu røkja sessi nbetri.
Ovastur á mínum lista er Michael Ladrup, sum er besti danski spælarin í søguni og
hartil tøkur á arbeiðsmarknaðinum, staðfestir svenski blaðmaðurin.
-mørk
Grov fríspørk
Talan var eftir øllum at døma um nøkur greflig fríspørk, sum portugisar framdu í dystinum
móti Hollandi sunnukvøldið. Tí hóast portgisar fingu níggju av teimum sekstan kortunum,
sum vórðu givin í dystinum, so framdu teir bara tíggju fríspørk.
Hollendarar framdu 15 fríspørk í dystinum, men hesi góvu so bara 7 kort.
Sambært hagtølunum hjá donsku heimasíðuni, bold.dk, hava dómararnir í HM í miðal
givið kort fyri hvørji 6,31 fríspøkr. Í dystinum sunnukvøldið var hetta miðaltal tó 1,56
fríspørk fyri hvørt kortið veit heimasíðan at siga.
-mørk
Russiski Valentin
Ivanov setti nýtt
HM-met, tá hann
sunnukvøldið rak
fýra spælarar av vølli
HM 1/8 finala
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í fleiri altjóða miðlum er
FIFA-forsetin, Sepp Blatter,
endurgivin fyri at siga, at
russin so avgjørt ikki skal
døma meira við HM. Men at
Ivanov heldur sjálvur skuldi
fingið reyða kortið fyri sítt
avrik í dystinum millum
Portugal og Holland.
Fyri fótbóltin kundi tó væl
verið ynskiligt, at skjútsið
frá FIFA-forsetanum varð
vent aðrar vegir. Eitt nú
móti
spælarunum
hjá
Hollandi og Portugal, sum
snøgt sagt ikki vístu nakað
av tí, sum roknað verður
við av tveimum liðum, sum
eru millum tey 16 bestu í
heiminum.
Portugal vann dystin við
einsamalla málinum, sum
Maniche skeyt fyri steðgin.
Men tað fara altíð at vera
kortini, sum fara at standa
í minninum. Ikki færri enn
16 ferðir hevði russiski
dómarin kort á lofti, og
fýra ferðir av hesum var
talan um reytt kort. Undan
hesi
HM-kappingini
var tað annars bara tvær
ferðir komið fyri, at tríggir
spælarar vóru riknir av vølli
í sama dysti. Men tað metið
er so tangerað tvær ferðir
hesar seinastu vikurnar, og
sunnudagin stóð tað so fyri
falli.
Fúlar tacklingar
Og skal russiski dómarin
hava ákoyringar, so má
tað helst vera, tí hann
var ov seinur við reyðu
kortunum. Bæði Costinha
og Deco hjá Portugal fingu
tvær ferðir gult og harvið
reytt kort. Fyri báðar var
tó galdandi, at teir skulu
prísa sær lukkuliga fyri, at
talan bara varð um kort ta
fyrru ferðina, tí talan var
um tacklingar av somikið
fúlum slag, at eitt sivilt
rættarmál væl kundi sent
teir handan rimar í nakrar
vikur.
Leikbann
Sum so var stóri vinnarin
av dystinum kanska
Ongland, sum verður
mótstøðuliðið hjá Portugal
í 1/4-finaluni. Í øllum
førum má portugisiski
landsliðsvenjarin nú seta
sær ein nýggjan miðvøll
saman. Costinha og Deco
hava báðir verið púra fastir
á sentrala miðvøllinum
hjá Portugal, men við
hvør sínum reyða kortið
í skjáttuni sleppa teir
ikki at vera partur av
dystinum móti Onglandi.
Portugal-Holland 1-0 (1-0)
1-0: Costinha, 23.
Reyð kort: Costinha (POR),
45., K. Boulahrouz (HOL),
63., Deco (POR), 78., G.
Van Bronckhorst (HOL),
90.
Týskland gjørdi skjótt av
Beckham-fríspark
var nóg mikið
Svøríki kom seg
ongan tíð eftir eina
vánaliga byrjan, tá
Podolski tvær ferðir
sendi bóltin í kassan
HM 1/8 finala
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Týskland verður partur
av fjórðingsfinaluni í
HM-endaspælinum.
Í dag hevði vertstjóðin
ongar trupulleikar av
Svøríki, ið mest sum alt
fyri eitt fekk av at vita. Tá
12 minuttir vóru farnir,
hevði Miroslav Klose
tvær ferðir sera hegnisliga
lagt upp til álopsfelagan,
og so hevði Podolski at
kalla avgjørt dystin.
Svøríki
megnaði
ongantíð at koma seg
eftir hetta, og hóast
Henrik Larsson misnýtti
brotsspark
eftir
53
minuttum, so gjørdist
talan sjáldan um nakran
veruligan spenning.
Týskland-Svøríki 2-0
(2-0)
1-0: L. Podolski, 4.
2-0: L. Podolski, 12.
Reytt kort T. Lukic
(SWE), 35.
Umdystur mátti
til, áðrenn Maxi
rodriguez við einum
fantastiskum máli
sendi Mexico úr HM
HM 1/8 finala
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan verður um eitt brak
av eini fjórðingsfinalu
fríggjadagin. Argentina
spældi seg í kvøld til dystin
móti Týsklandi, men leingi
stóð nógv á argentinsku
favorittunum.
Tað byrjaði við buldur
og brak, tá Mexico legði
seg á odda eftir fríspark,
og deyðbóltur var eisini
upprunin, tá Argentina
javnaði stutt eftir.
Fleirir mál komu tó
ikki fyrstu 90 minuttirnar,
og so gjørdist neyðugt
við
umdysti.
Her
avgjørdi
Rodriguez
dystin
við
einum
framúr vøkrum máli.
Á brotsteigarhorninum
tamdi hann við bringuni,
áðrenn bólturin í einum
bleytum
boga
varð
sendur yvir í handara
málhorni uttan nakran
sum helst møguleika hjá
málverjanum.
Argentina-Mexico 2-1
(1-1)
0-1: R. Marquez, 5.
1-1: H. Crespo, 10.
2-1: M. Rodriguez, 98.
Dreymamál sendi
Argentina víðari
Eitt
framúr
vakurt
frísparksmál var nóg
mikið hja Onglandi, sum
í dag basti Ecuador í HM-
endaspælinum
Talan var avgjørt ikki
um nakað storspæl frá
bretunum, sum fyri tað
nógva høvdu trupult við
at finna rætta lagið í
spælinum.
Ecuador hótti eisini
nakrar ferðir enska málið,
men á tímanum kom
forloysingin, tá Davic
Beckham
bendi
eitt
fríspark upp um múrin og
niður við nærra stólpa.
Tað vísti seg at vera nóg
mikið, og nú er Ongland
til reiðar at møta vinnaran
av
dystinum
millum
Portugal og Holland í eini
1/4-finalu.
Skomm fyri fótbóltin
Valentin Ivanov kom veruliga í
focus, tá hann fýra ferðir hevði
reyða kortið á lofti í dystinum
millum Portugal og Holland
Mynd: Scanpix