Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 45 Puntur nr. 20 Gullfossur er mest fotograferaði fossur í Íslandi. Hann fellur 32 metrar í tveimum fossum. Vatnið kemur frá Langjøkull. Strokkur Kerið Tingvøllur Gullfoss, Geysir og Bláa Lón – tey trý støðini vilja tey flestu, sum fara til Íslands gjarna uppliva. Ein tann besti máti at síggja hetta er at fara við á eina bussútferð við einum kønum ferðaleiðara. Vit valdu Iceland Excoursions, ið bæði ger styttri og longri útferðir til tey mest kendu støðini Bussferð Orð & myndir: Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Hóast at ein hevur sæð minst 100 myndir frá bæði Gullfoss, Geysir og Bláu Lón, so vil ein kortini fegin síggja hesi náttúrufyribrigdi við egnum eygum. Spurningar sum: Hvussu stórur fossurin Gullfossur er í veruleikanum, og hvussu tað kennist at ganga í einum øki, har alt kókar rundan um teg, bíða eftir at fáa eitt svar. Okkara ferð byrjaði við at vitja søguliga staðið Tingvellir – heimsins eldsta parlament. Ferðaleiðarin Roger, ein eldri ameri- kanari, ið er búsettur í Íslandi, greiðir frá á breiðari amerikanskari dialekt, um hvar fólk vóru hongd, kvinnur druknaðar og hvar ein fann aðrar loysnir upp á teir truppulleikar sum stungu seg upp fyrr í tíðini í Íslandi. Síðani var koyrt víðari til stóra fossin Gullfoss. Hann er einki minni enn ótrúligur, og er tað ein sonn uppliving at síggja hann í veruleikanum. Hvussu eg enn royni at taka eina mynd, sum vísir, hvussu stórur hann er, so eydnaðist eg ikki. Summi ting mugu bara upplivast. Eitt annað slíkt eru tær heitu keldurnar. Roger ávarar okkum, áðrenn farið verður úr bussinum, um at ikki dryppa hendurnar í vatni. Hvørt summar eru tað eini tíggju fólk, sum noyðast til sjúkrahús við brenniskaðum frá teimum heitu keldunum. Og eg skilji tað, tí tað er sera freistandi at føla upp á tað løgna vatnið í holunum í jørðini. Sjálv Geisir er ikki nógv lív í longri. Aftan á ein jarðskjálvta í ár 2000 sproytar Geysir bara hvønn fjórða tíma, og als ikki líka høgt sum áður. Ístaðin eru tað aðrar heitar keldur rundan um Geisir, ið nú eru stjørnurnar. Strokkur sproytar hvønn fimta minutt og heilar 30 metrar upp í luftina. Aftaná var farið til tað sløknaða gosfjallið Kerið. Har er eitt lítið vatn niðrií, sum nú verður brúkt til uttandura rokkonsertir. Eini 7000 fólk hava vitja hesar konsertir. Okkara túrur var ein sokallaður »ekspress« túrur, ið einans varaði seks tímar. Vanliga skal hesin túrurin taka einar níggju tímar. Vert at vitja í Íslandi Nakrir av túrunum hjá Iceland Excursions n Ísland úr undirgrundini – farið verður inn í lava kratrar og grottir n Bláa Lón - avslappandi bað í heilsugevandi vatni n Norðlýsið – klárar nætur millum 15. september til 15. apríl verður leitað eftir norðlýsinum n Kavaraútferð – Kava í vatninum Silfra nær við Tingvellir FAKTA