Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 120 - 26. juni 2006 Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland. Í hesum døgum sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitja aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsað sær at vitjað. Kalifornia virkar sera lokk­ andi fyri meg. Býir sum San Francisco, Los Ange­ les og sjálvandi Holly­ wood kenna vit øll úr sjón­varpi og filmum heilt frá barnsbeini. Mentanin, ið er sprottin úr hesum um­hvørvið er ivaleyst tann størsta mentanarliga ávirkanin, ið vit hava í okk­ ara samfelagi. Eg haldi, at eg altíð havi havt hug at vitja henda stóra og spennandi stat í USA. Í 80’árunum var tað serliga býurin Santa Cruz, ið eg vildi sleppa at vitja. Hetta var tá skate board høvuðsstaðurin í heim­in­ um. Í øðrum pørtum av pubertetunum var tað nógvu strendurnar við hálv­naknu kvinnunum, ið vóru spenn­ andi. Eitt sindur vaksnari er tað alt møguligt. Staturin er á tremur við upplivingum, ið bíða eftir mær. T.d. tón­ leikapallurin í Los Angeles, sum hevur fostrað so nógvar spennandi bólkar. Hetta er mín dreymaferð nr. 1. Dreymaferð nr. 1: Kalifornia Los Angeles er ein spennandi stórbýur, ið eg fegin vil vitja Skapið framtíðina saman við okkum...