Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 47 Ein perla í full- komnum umhvørvi Hóast The Kensington Close Hotel liggur eitt hanagleiv úr sjálvum miðbýnum í London, so liggur hotellið alíkavæl í friðarliga forstaðsumhvørvinum í Wright’s Lane. Hotellið er sera vælumtókt bæði orsakað av, at tað liggur so væl fyri, men eisini orsakað av, at talan er um eitt sera hugnaligt og sjarmerandi hotell. Hotellið leggur seg eftir at bjóða nógv fyri vælveruna hjá gestunum. Ein 18 metur langur svimjihylur, eitt væl útrusta venjingarhøli, við dugnaligum fitness ráðgevum, ið m.a. bjóða gestunum ymisk fitness skeið. Eisini er ein heilsu spa á hotellinum og gestirnir hava møguleika fyri at fáa vakurleika viðgerð. The Kensington Close Hotel hevur 550 kømur, og hesi eru øll í rættiliga nýmótans og snøggum sniði. Hotellið hevur 3 frálíkar matstovur, ið bjóða alt tað í hjarta og gómin mungar eftir. Har er enskur matur í Carvery matstovuni, lættur matur og millummálar úr Marloe’s Bar og undurfullur italskur matur úr Matstovuni The Italian Connection.