týsdagur 27. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 121 - 27. juni 2006
tíðindi
Stutt sagt
Íslendska reiðar
afelagið mælir
sjóverjuni til at
kvetta veirarnar
hjá trolarunum,
sum fiska kongafisk
ólógliga í Irmingar
havinum
Fiskiskapur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tá ein tyrla hjá íslendsku
sjóverjuni var úti á
Reykjanesrygginum um
vikuskiftið, vóru átta
útlendskir trolarar har
á ólógligari kongafiska
veiði. Teir flestu sjóræn
ararnir, sum íslendingar
rópa hesar trolararnar,
eru skrásettir í Georgia
og ein í Honduras. Ein av
trolarunum var í ferð við
at skipa veiðina umborð
á farmaskipið "Polystar",
sum nú er komið á svart
alista hjá NEAFC, tí tað
flytir ólógliga veiddan
fisk.
Íslendska reiðarafelag
ið vil hava myndugleik
arnar at steðga teimum
ólógligu trolarunum alt
fyri eitt, sama hvussu tað
verður gjørt.
- Annaðhvørt eigur
sjóverjan at taka skipini,
ella eiga vit at taka tað
góða gamla vápnið frá
toskastríðnum framaftur
og klippa veirarnar hjá
teimum tvørturav, sigur
Fríðrik J. Arngrímsson,
forstjóri í reiðarafelag
num, við Fiskifréttir. Hann
vísir á, at íslendingar eru
í somu støðu sum fyri
30 árum síðani, tá teir
fluttu fiskimarkið út á
200 fjórðingar.
Fríðrik J. Arngrímsson
sigur, at tann óskipaði
fiskiskapurin
eftir
kongafiski á Reykjan
esrygginum fer at oyða
stovnin. Í mong ár hev
ur verið roynt at fáa
ávirkan á tann ólógliga
fiskiskapin við at forða
skipunum at fáa nakrar
tænastu frá landi, men
uttan úrslit, sigur hann.
- Fleiri av skipunum
verða útgjørd í ES-londu
num, tey kunnu selja fisk
in á marknaðinum, og
tey hava fingið útgerð
og annað í ES-londum,
Noregi og í Føroyum, sig
ur forstjórin í íslendska
reiðarafelagnum.
Fríðrik J. Arngrímsson
vísir á, at sambært altjóða
havrættarsáttmálanum
er eitt flaggleyst skip
ólógligt, og at tað sama
er galdandi fyri skip, ið
siglir undir flagginum
hjá einum landi, sum
tað í veruleikanum einki
samband
hevur
við.
Hetta seinna er galdandi
fyri trolararnar á Reykj
anesrygginum,
heldur
hann og mælir íslendsku
myndugleikunum til at
lata reglurnar standa sína
roynd.
- Tað er í øllum førum
eina roynd vert, sigur
hann.
Nú eiga íslend
ingar at fara eftir
trolsaksinum
Ein av teimum ólógligu trolarunum skipar veiðina
umborð á farmaskipið »Polystar«
Mynd: Landhelgisgæzla Íslands/Tómas Helgason
Leygardagin hendi
eitt álvarsamt mot
orsúkkluóhapp
í Klaksvík . Ungi
førarin slapp við
lívinum, men fekk
álvarsaman skaða
Ferðsluóhapp
Í góðveðrinum í leygardagin
fór ungi maðurin ein túr á
nýggju motorsúkklu sínari.
Óhappið hendi, tá hann
yvirhálaði ein bil og rendi
í reyvina á einum øðrum.
Drongurin á motorsúkkluni
fór sendandi gjøgnum luft
ina, og eldur kom í bæði
hann og súkkluna.
Ein bilførari, ið kom
framvið, hevði eldsløkkjara
í bilinum og fekk bast eldi
num.
Drongurin slapp við
lívinum, men fekk álvar
saman skaða í ryggin og
varð sunnudagin fluttur til
Danmarkar á Ríkissjúkra
húsið.
Drongurin hevur tað
eftir umstøðunum gott.
Óhapp við motorsúkklu
Ferðslutrygd heitir á mot
orsúkkluførarar um at vera
varnar og halda seg frá dára
brøgdum
Motorsúkklur eru “in”, og tað er
spennandi hjá ungum dreingjum at
ogna sær eina spildurnýggja skínandi
blanka motorsúkklu. Men bert ein
lítil feilur kann gera enda á gleðini
og elva til stóra vanlukku.
Tí heitir Ferðslutrygd á motorsúkklu
førarar um at vera varnar. Teir ungu á
motorsúkklu fáa eina serstaka áminn
ing um ikki at taka nøkur óráð fyri.
Eisini er umráðandi at vera í
klæðum og hjálmi, sum verja høvd
og limir, tá óhapp henda. Og tað er
ikki bara gald-andi fyri føraran á
motorsúkkluni, men eisini fyri tann,
ið situr aftanfyri.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
P/f Vørður hjá Just
inussen-monnunum
hevur nú keypt bakar
íið hjá Frants Restorff
í miðbýnum í Havn.
Bakaríið fer at halda
til her eina tíð enn,
men í framtíðini er
ætlanin at byggja tría
titals íbúðir á hesum
staði
Bakari
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Í meiri enn 100 ár
hevur hornið Tórsgøta-Sverr
isgøta verið merkt av bakst
uri frá Frantsi.
Men nú er tað liðugt:
Tað gamla, rótfesta navnið
Frants Restorff verður frá 1.
juli ikki til longur.
Fríggjadagin letur hetta ald
argamla bakaríið aftur, men
letur upp aftur morgunin eft
ir við nýggjum eigarum.
Tað nýggja í hesum er, at
teir gomlu Frants-kundarnir
nú fara til handils hjá Gunn
leivi ístaðin. Hetta verður tó
bert í eina tíð aftrat.
Herfyri keyptu Heini Rest
orff og Havgrímur Johanne
sen nevniliga í felag hesar
ognirnar. Teir hava fingið
prinsipielt byggiloyvi til at
gera ein nýggjan íbúðar- og
handilsbygning á staðnum.
- Komandi vár verður helst
farið undir hesa ætlanina við
íbúðunum. Hon fer væntandi
at taka tvey ár at fremja í
verki, sigur Heini Restorff
við Sosialin.
Millum manna hevur
henda ætlanin við íbúðunum
verið nógv umrødd.
Fleiri hava borið uppá
mál, um tað nú mundi vera
neyðugt at byggja so nógv
ar marglætisíbúðir í høvuðs
staðnum.
Heini vil tó ikki kalla hetta
fyri marglætisíbúðir, men
heldur góðar íbúðir.
- Vit ætla at tær skulu vera
bæði vakrar og prýðiligar,
sigur Heini.
Ætlanin er nevniliga at
ríva alla ognina niður, og
síðani byggja ein bygning í
fimm hæddum úr stáli, glasi
og aluminium, har íbúðir
nar koma at liggja í ovastu
hæddini.
Sambært byggisamtyktini
skal tænastuvinna og handlar
verða í niðastu hæddini, og
tí er ikki óhugsandi at onkur
handil fer at halda til her í
framtíðini.
Enn er ikki avgjørt hvat
skal verða í hinum trimum
hæddunum. Er onkur skriv
stova sum hevur tørv á størri
hølum, er ein møguleiki til
tað.
- Hinvegin so eru tær eisini
væl egnaðar til íbúðir, sigur
Heini.
Herfyri bórust tíðindini
um hesa ætlanina, tá Dimm
alætting skrivaði um hana.
Síðani tá hava bæði Heini
og Havgrímur fingið fleiri
fyrispurningar frá fólki,
sum hava áhuga í at ogna
sær eina íbúð miðskeiðis í
høvuðsstaðnum.
- Ja, slíkt frættist skjótt.
Fleiri hava ringt til mín, mill
um annað fleiri føroyingar
sum búgva í Danmark, sigur
Heini.
Íalt fevnir ætlanin um 31
íbúðir.
Frá baksturi til góð ar íbúðir
Bakaríið hjá Frants letur aftur fríggjadagin, men letur uppaftur morgunin eftir við nýggjum eigarum. Um eini trý ár ella so kemur
ein stórur íbúðar- og handilsbygningur at standa her
Mynd: Jens Kr. Vang
Áheitan frá Ferðslutrygd
Drongurin á motorsúkkluni slapp
við lívinum, men fekk stóran skaða