Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006  56 ára gamli Hans Myrup fekk 11,1 í miðal á Føroya Sjómansskúla. Tað er tað hægsta, sum nakrantíð er givið á skúlanum. Hans Myrup heldur, at tað hevur verið ein fyrimunur í skúl­an­ um, at hann er komin so mikið upp í árini PRÓGV Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 11,1 í miðal. Tað er ikki ein og hvør, sum klárar tað. Í farnu viku lósu vit í bløðunum um tvíburar og pisupør, sum høvdu staðið seg væl á studentaskúlunum. Men tað er ikki bara á mið­ námsskúlunum, at næm­ing­ar hava høg miðaltøl og standa seg framúr væl. Fríggjadagin fekk Hans Myrup handað prógv sum skipari á Føroya Sjómansskúla. Serliga var tað í fiskivinnu og í fiski­ vinnubúskapi, har Hans Myrup stóð seg væl. Hann fekk 13 í báðum læru­ greinunum. Kemur ikki av sær sjálvum Nú eru tað uttan iva mong, sum sita spyrjandi og hugsa, hvussu ber tað til? Tað spyrja vit eisini Hans Myrup um, og aftaná at hava hugsað seg um eina løtu, sigur Hans Myrup, at hann ikki er greiður yvir tað sjálvur. – Men tað kemur ikki av sær sjálvum, sigur hann skemtandi. – Eg haldi, at tað hevur verið ein fyrimunur at vera komin so mikið langt upp í árini, greiðir hann frá. – Tað er eyðsæð, at tað allar royndirnar ein hevur, koma einum til góð­ ar í skúlagongdini. Og tær út­búgvingarnar eg havi framm­anundan, eru avgjørt komnar mær til góðar, sigur Hans Myrup. Útbúgvin lækni Hans Myrup er dani, og er frammanundan útbúgvin lækni. – Hugurin hevur altíð verið til sjógvin, men tá eg var ungur, var tað ikki akkurát tað, sum tað var vanligt at útbúgva seg innanfyri. So eg læs til lækna, greiðir Hans frá, sum eisini hevur arbeitt sum lækni í Føroyum. Hans Myrup hevur eisini eina aðra útbúgving, og tað er tað, sum á donskum eitur kystskipari. Tann út­búgv­ ingin er ikki til í dag, men svarar hon nøkulunda til heima­skiparaútbúgvingina her heima. Útbúgving krevst Hans Myrup býr í dag saman við føroysku konu sínari í Fámjin. Men áðrenn hann kom her til, hevur hann verið í Grønlandi í nógv harrans ár og arbeitt á sjónum. Tað byrjaði í smáum, men at enda hevði hann so eitt skip saman við konuni, sum varð brúkt til nógv ymisk endamál. T.d. sum fraktskip, til ferðafólkaflutning og at gera seismikkkanningar. Í 2004 var ætlanin so at keypa eitt størri far, men hetta fór í vaskið, og tá var tað, at Hans Myrup gjørdi av at lesa til skipara. – Í dag krevja tey jú eina útbúgving til alt, og tí fór eg undir lesn­ aðin, sigur Hans Myrup, sum í dag leitar eftir fastari hýru og fáa siglingstíð. Nógv eru tey, sum aftra seg at fara undir nakra útbúgving, tá tey eru komin eitt sindur upp í árini. Útbúgving hoyrir ungdóminum til, verður ofta sagt, men hetta er Hans Myrup ikki heilt samdur í. – Eg síggi ongan nevniverdan trupulleika í at ikki at vera ungur, tá eg læs. Sjálvandi vóru meginparturin av teim­ um lesandi væl yngri enn eg, men eg hevði mín­ar fyrimunir við øllum roynd­ un­um eg havi, og sum tey sjálv­sagt ikki hava, tá tey eru so mikið nógv yngri. Á mínum aldri havi eg heldur ongin børn at hugsa um, sum fleiri av hinum høvdu, sigur Hans Myrup, sum vil mæla øllum til at lesa, sum ivast men hava hug til tað. Fríggjadagin varð kunngjørt, at sjó­ mans­skúlin, mask­ in­meistaraskúlin og brandskúlin fram­yvir fara at virka undir heitinum Vinnu­háskúlin, og at skúlarnir hava fing­ið eitt nýtt felags búmerki VINNUHÁSKÚLIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fríggjadagin fingu næmingar á Sjómansskúlanum handa prógv eftir lokna skúla­gongd. Hetta var eitt hátíðarhald í sjálvum sær, men tað var eisini annað á skránni henda dagin. Í samband við próv­hand­­ anina kunngjørdi Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri, at sjómansskúlin, mas­k­ inmeistaraskúlin og brand­ skúlin framyvir fara at virka undir navninum Vinnu­ háskúlin. Hans Jóhannus á Brúgv greiddi frá, at í navn­ in­um liggur, at skúlin er ein há­skúli, sum skal útbúgva leiðarar og fólk til vinnuna. – Navnið er breitt, vanligt og partaleyst og fevnir á ein­ faldan hátt um teir tríggjar skúlarnar, sum renna saman. Navnið greiðir í sjálvum sær frá, hvat virksemi skúlans er, varð sagt fríggjdagin. Vinnuháskúlin hevur eis­ ini tilognað sær eitt navn til altjóða marknaðin, og tá rópar hann seg Centre of Maritime Studies & Engi­ne­ ering. Hans Jóhannus á Brúgv sigur, at orsøkin til nýggja felagsnavnið er, at tað er neyðugt fyri at tryggja ein felags samleika. – Soleiðis sleppa vit eisini undan “tit” og “vit” problematikkinum, sigur Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri. Navnið og eisini búmerkið eru funnin aftaná eina navna- og búmerkjakapping, og tá skúlarnir byrja aftur 7. august, verður tað undir nýggja heitinum og búmerkinum. Nýggja búmerkið Nýggja búmerkið er saman­ sett av trimum formum, sum allir eru eins. – Tríggir partar koma saman og mynda eina harmoniska heild. At partarnir standa eins yvir fyri hvørjum øðrum merkir, at hvør partur er líka stillaður yvir fyri hinum báðum og hevur somu rættindi til fel­ags ágóðarnar. Hvíta pláss­ið í miðjuni avmyndar samanrenningina, tí miðjan er felags økið, bindiliðið, sum allir partar standa líka yvir fyri, verður sagt um búmerkið. Hvør formur í búmerkinum hevur sín lit; myrkablátt, ljósablátt og appilsingult. Myrkablái liturin skal minna um sjógvin og vísir til sjómansskúlan. Ljós­a­ blái liturin um skal minna um jarn og vísa til mask­ in­meistaraskúlan, og app­ ilsinguli liturin skal minna um eld og vísa til brandskúlan. 11,1 í miðal sum skipari Sjómansskúlin, maskinmeistaraskúlin og brandskúlin eru vorðnir til Vinnuháskúlan Hans Myrup fekk tvær virðislønir fyri frágera góða avrik sítt Viðgjørd mynd av Sjómansskúlanum við nýggja búmerkinum á Hans Jóhannus á Brúgv greiðir frá nýggja búmerkinum og navninum tíðindi