týsdagur 27. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 121 - 27. juni 2006
Leirvík: Kommunan bjóðar
nú áhugaðum at byggja
raðhús á tveimum økjum
í kommununi. Hvørt økið
er góðar 1400 fermetrar til
støddar og er kostnaðurin
150 kr. fyri fermeturin.
Upplýst verður, at økini
hava verið byggibúgvin í
fleiri ár. Haraftrat er vegur
gjørdur og allar installasjónir
liggja inn á økini.
Ætlanin er at byggja hesi
raðhúsini, soleiðis at tey, eins
og lendið gevur møguleika
fyri, skulu fella væl inn í
landslagið.
Enn er ikki greitt, hvussu
vegaføringin verður í bygdini
við Norðoyatunnilin, og
tí hava myndugleikarnir
noktað kommununi at seta
ætlanina í verk.
Tey, ið hava áhuga at
byggja hesi raðhúsini, skulu
lata tilboð síni inn fyri 14.
august í ár, verður upplýst
á heimasíðuni hjá Leirvíkar
kommunu.
sb.
Zarepta/Nesvík:
Nú
summarfrítíðin hjá skúl
unum er byrjað, merkir
tað samstundis at summar
legurnar á báðum teimum
stóru leguhúsunum byrja.
Sunnukvøldið byrjaði
fyrsta ungdóms- og barna
legan í Zarepta í Vatnsoyrum
og varir henda fram til
leygardagin.
Í leguhúsinum í Nesvík
byrjaði ein lega fríggja
kvøldið, tá næmingar í 6.
og 7. flokki fóru á legu.
Sama dag byrjaði eisini ein
lega fyri næmingar í 2. til 4.
flokki í Sørvágs skúla.
Á báðum støðum halda
legurnar fram alt summarið,
har í túsundatali av børnum
fara at leita sær.
sb.
Ætla at byggja raðhús
Barnalegurnar í summar byrjaðar
Hvørt einasta ár luttaka túsundtals børn og ung á
summarlegum í Zarepta
Bóndi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hestur: – Eg veit ikki hví,
men tann eini kálvurin beljar
so nógv. Eisini tá fólk gongur
uttanfyri!
Vit eru tveireinir á veg
móti fjósinum hjá Jørmundi
har suðuri í bygdini.
Hestmenn hava altíð
havt orð á sær fyri at hava
verið góðir fiskimenn.
Men landbúnaðurin hevur
eisini havt sín stóra leiklut
í bygdarlívinum.
Hóast ein ávís afturgongd
hevur verið í landbúnaðinum
í síni heild, hevur Jørmund
kortini gjørt sítt til at halda
lív í landbúnaðinum, umenn
tað er í minni mát enn fyri 30
árum síðani.
Fyrr vóru nógv kríatúr í
fjósinum, men í dag eru tey
ikki eins mong og tá: Tvær
kýr hvør við sínum kálvi, ein
tarvur og trý ungneyt.
– Enn er alt inni. Eg vænti
tó, at tey fara út um ikki so
langa tíð, tá grasið er komið
fyri seg, sigur hann.
Gjøgnumhugsað
avgerð
Jørmund Zachariasen var
sum so mangur annar ung
lingi í Hesti til skips á ung
um árum.
Hann var á sjónum í nøkur
ár, men gjørdist síðani bóndi
og róði eisini út.
– Hetta var vanligt tá,
sigur Jørmund.
Hann bygdi fjósið har
suðuri í bygdini í 1974, og
hevði um hetta mundið fleiri
neyt enn hann hevur í dag.
Í fjósinum er rúm fyri íalt
10 neytum, men hann hevði
kortini ongantíð havt fleiri
enn átta.
Vitjar tú fjósið í dag eru
munandi færri neyt enn
áður. So líðandi hevur hann
minkað munandi um talið av
kríatúrum.
At hann gavst við neyta
haldinum fyri nøkrum
árum síðani kom mestsum
av sær sjálvum. Tað hendi
ikki soleiðis í einum og var
heldur ikki merkt av dram
atikki.
– Avgerðin um at gevast
var væl gjøgnumhugsað,
sigur Jørmund.
– Kreftirnar vóru snøgt
sagt farnar at ganga undan!
Áhugi – ikki
fortjenasta
Tá tosað verður um føroysk
an landbúnað hoyrir ein ofta
sagt, at hetta er ein tung
vinna, har avkastið ikki er
so stórt.
Hesum er Jørmundur eis
ini samdur í. Tí sum hann
sigur:
– Neytahald, – tað havi eg
havt av áhuga. Var tað ikki
fyri áhugan, hevði eg als ikki
fingist við tað.
Hann vísir til, at hevur onk
ur eitthvørt tímalønt arbeiði
á landi, so kann viðkomandi
saktans gera hetta, hóast
hugurin kanska ikki altíð er
til staðar.
Men tá talan er um
neytahald er øðrvísi:
– Hetta MÁ gerast av
áhuga. Tað er so ikki fyri
fortjenastina at eg bóndist,
sigur Jørmundur avgjørdur.
Umframt neytini hevur
hann eitt áttamannafar, sum
hann brúkar av og á. Annars
ansar hann elverkinum í
oynni.
Gott kjøt
Hjá einum bónda á bygd er
spurningurin altíð, hvussu
hann einfalt og lætt kann
sleppa av við bæði mjólkina
og ikki minst kjøtið.
Fyrr var møguleiki at lata
Sláturvirkið í Hósvík fletta
neytini, men hesin møgu
leikin er ikki til longur.
Jørmund hevur tí verið
noyddur at standa sjálvur
fyri søluni av góðum kjøti
úr Hesti.
– Eg plagdi at lýsa í bløð
unum við kjøtinum, men tað
var ikki altíð at eg slapp av
við alt, sigur hann.
Dygdina á kjøtinum ber
hann kortini ongan ótta fyri,
tí tey føroysku neytini eru
væl fyri.
– Tey eru væl fóðrað, og tí
er kjøtið sera gott!
Eta ov sjáldan døgurða
Sum ein ið vil føroyska
landbúnaðinum væl er
Jørmund ikki í iva um, at
føroyingar áttu at etið nógv
meiri føroyskt framleitt
neytakjøt.
– Soleiðis sum eg síggi
uppá tað, so eru tað so fá
sum eta døgurða heima í
dag, kanska bert í vikuskift
unum.
Hinvegin so skilir hann
væl, at fólk velja tað føroyska
kjøtið frá, og heldur keypa
tað útlendska. Tað sær jú so
lekkurt út, har tað liggur í
handilsdiskunum. Og so er
tað eisini væl bíligari enn
okkara.
– Eg hevði so ynskt, at
handlar og fólk keyptu tað
føroyska. Men hvat, – tá teir
fáa tað bíligari úr útlandinum,
hvat er so at gera við tað?!,
sigur Jørmundur.
Einki er so gott sum før
tíðindi
– Eg dugi ikki at silja, at
føroyingar ikki eta meiri av tí.
– Men hinvegin. Hví skal ein
keypa ein føroyskan neyta
fjórðing, tá handlarnir eru á
tremur av tí bíliga útlendska
kjøtinum?, sigur Jørmund
Zachariasen, bóndi í Hesti
- Hevur ein ikki áhuga fyri neytahaldi, kann
alt gera tað sama. Fortjenastan er einki at
tosa um, sigur Jørmundur Zachariasen