Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 9 Vestmanna: Í hesum døgum er Føroya Sparikassi farin undir eina útbygging í garð­inum vestanfyri. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt tíðliga í heyst, verður upplýst úr Vestmanna. Í samband við hetta ar­beiðið hava fólk frá kommununi nýtt høvið til at skifta ein part av gomlu betongrørunum, sum liggja í garðinum, út við nýggj úr plastikki. – Hetta er ein liður í spill­ vatnsætlan okkara, sum er frá 1998. Henda ætlan inniber at vit leggja tær gomlu áirnar, sum higartil hava virkað sum kloakkir, í rør soleiðis sum heilsumyndugleikarnir krevja, sigur Vestmanna kommuna. Hetta er eitt rættiliga um­fatandi arbeiði. Men sum sagt verður: Gera vit eitt petti ísenn, koma vit á mál einaferð! sb. Bláikrossur: Á eystanstevnu næstseinasta vikuskifti skipaði Bláikrossur fyri stór­ari gospelkonsert. Um­framt konsertina var eis­ini uppboðssøla av máln­ ingum. Á konsertini vóru mun­ andi færri áhoyrarar enn í fjør, men hinvegin so skort­aði ikki hugur at bjóða uppá málningarnar á uppboðssøluni. Henda gekk munandi betri enn væntað. Tá gjørt varð upp fyri upp­boðið vóru komnar inn 37.000 kr. fyri teir fýra málningarnar, sum seldir vórðu hesa løtuna. Bláikrossur upplýsir, at tann dýrasti málningurin fór fyri ikki minni enn 15.000 kr. Allur peningurin fer til hjálpararbeiðið, sum felagsskapurin ger her á landi. sb. Fýra listaverk fyri 37.000 kr. Samstundis sum Sparikassin skal byggja út, arbeiðir Vest­ manna kommuna við at røkka ætlanini um spillivatn í bygdini Tvey fyri eitt royskt neytakjøt tíðindi – Eg hevði ynskt, at handlar og fólk keyptu tað føroyska neytakjøtið. Men hvat, – tá teir fáa tað bíligari úr útlandinum, hvat er so at gera við tað?! ” Nógv er hent innan før­ oyskan landbúnað, síðani Jørmundur bygdi fjós sítt fyri 32 árum síðani. Ein serlig broyting var, tá mjólkabilarnir fingu møgu­ leika at koyra til fjósdyrnar eftir mjólkini, og tað enntá fleiri ferðir um vikuna. Hetta hendi, tá fram­ burðs­ sinnaðir hestmenn koma við áheitan og fingu játtan til gerð av góðari og tryggari samferðsluhavn, har bilferjur eisini kundu leggja at landi. – Frammanundan høvdu vit havt mjólkadunkar. So tú skilir, at hetta var ein stór broyting og lætti fyri okkum. – Hetta við mjólkabilinum riggaði avbera væl, sigur Jørmund. Riggaði væl við mjólkabilinum – Føroysku neytini er væl fóðrað, og tí er kjøtið eisini so gott, sigur Jørmundur