Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 121 - 27. juni 2006 Skammið tykkum! Eitt land, sum ikki hevur ráð at verja tey veikastu í samfelagnum, er eitt fátækt land. At lækka tæn­ ast­u­støðið hjá børnum við serligum tørvi, er átal­ u­vert í góðum tíðum sum í ringum tíðum. Tað man neyvan meira nakar veikari bólkur í samfelagnum enn fjølbrekaði børn. Óansæð hvønn politiskan lit, man hevur og óansæð hvat man annars heldur um viðurskifti í hesum samfelagnum, so munnu øll verða á einum máli um, at hesin bólkur eigur at fáa mannsømilig kor. Man kann diskutera eftirlønaraldur og al­mann­a­ veitingar annars, men tá tað kemur til brekaði og fjølbrekaði børn, so er tað ein indiskutabul bólkur. Hann skal fáa ta hjálp, ið honum tørvar. Vit frætta í hesum døgum um fólk, ið umhugsa at flyta av landinum, tí at Føroya land ikki hev­ ur nakað at bjóða hesum bólki. Tað er ikki tí, at skipanin var fullkomin, áðrenn nýligu broyt­ ingarnar, langt frá tí, men at man skal fara at gera eitt afturstig, sum hóttir við at reka okkara borgarar av landinum, er púra burturvið. Her má onkur seta seg at rokna aftureftir. Pol­i­t­ ikarnir mugu gera sær greitt, hvat hesum bólki tørvar, og so má man rokna aftureftir frá tí og finna útav, hvussu hetta kann umsitast smidligast møguligt, og hvat hetta kostar. At landið ikki skal nøkta tí tørvi, sum er, er ikki ein møguleiki. Í tí stóra raðfestingarlistanum yvir, hvussu al­ menn­ir pengar skulu brúkast, er hetta eitt øki, sum skal fáa tað, ið tørvur er á, hóast hesin bólk­ur av góðum grundum ikki er tann, ið rópar harðast. At Føroya Løgting yvirhøvur sker hjá hesum bólki er skammiligt og vekir hetta ikki beinleiðis nakað álit á, at politikarnir fara at raðfesta rætt, tá raðfestast skal. Betong og asfalt er eitt, men tá um menniskju ræður, so má tað raðfestast fremst. Nú hevur hetta ikki nakað við blokkstuðulin at gera sum so, men í hvussu so er setir hetta mál, prátið um enn ein niðurskurð í perspektiv. Sosialurin Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ein skúli, har næstan eingin dumpar, verður sjálvandi ikki ein skúli fyri øll A. Guttormur Djurhuus SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Hóast ein íløga í sær sjálv­um kann vera eitt stórt framstig fyri sam­felagið, so er ikki vist, at løtan altíð er tann rætta til at gera í­løg­una Politikkur snýr seg ikki bara um at taka støðu til, hvat skal gerast í samfelagnum, men tað er líka so nógv ein spurningur um, NÆR tingini skulu henda. Onkuntíð kann tað vera rætt at halda aftur í al­mennu peninganýtsluni, men til aðrar tíðir kann tað vera líka neyðugt at brúka pengar. Tað er hesin veruleiki, sum ofta verður gloymdur í søguligum høpi. Tá verður mangan drig­ið fram at “tit vóru í­móti at...”, ella “tit vóru fyri at...”, uttan at hugsað verð­ur um, hvussu tíðirnar vóru, tá tingini hendu, ella ikki hendu. Sandoyartunnilin Norðoyatunnilin var ikki meira enn opnaður, so byrjaði tosið um Sand­oy­ar­ tunn­il­in, og tað sær ikki út til at nerva so nógv, at hann kann fara at kosta 800 mió. krónur at gera, og at hann møguliga skal gerast sam­ stundis sum aðrar dýrar út­bygg­ingar verða gjørdar á sam­ferðsl­uøkinum. Øll vita, at tunnilin er sera dýrur, og at hann verð­ ur ikki goldin aftur við bumm­pengum, men næstan eingin torir at siga nakað ímóti ætlanini, tí øll vita eisini, at tá tunnilin einaferð er komin ígjøgnum, fara tey sum róptu harðast um at fáa hann gjørdan her og nú, at standa og breiða seg og siga, at “eg trúði alla tíðina uppá tað, men tað gjørdu hini ikki”. Soleiðis kann tað sum ger teg ábyrgdarleysan í dag, gera teg til hetju í morgin. Orð sum “vit hava ikki ráð til at lata vera” eru í royn og veru bara ein annar máti at siga, at vit hava ikki ráð, men vit vilja kortini. Íløgur í bíðirøð Í fleiri ár hava nógvar íløgur staðið í bíðirøð, tí stórur part­ur av íløgujáttanini á løg­tingsfíggjarlógini skuldi brúk­ast til nýggja Smyril. Nú tosa vit um eina íløgu, sum er tríggjar ferðir so dýr sum Smyril, og givið er, at skulu aðrar íløgur aftur set­ ast í bíðirøðina tey næstu átta til tíggju árini, so kann í­løg­u­tørvurin gerast rættiliga stór­ur aðrastaðni í landinum, tá nøkur ár eru fráliðin. Hetta má eisini havast í huga, tá støða verður tikin til eina so stóra einstaka ætlan. Møguliga er rætta løtan nú ? Eg veit av góðum grundum ikki, hvussu búskaparstøðan í Føroyum verður tey kom­ andi árini, og eg skal tí ikki útiloka, at tað kann vera skilagott at fara undir Sand­oy­artunnilin nú. Men tað er sera umráðandi at hugt verður gjølla eftir av­leið­ingunum, áðrenn ein so stór íløga verður gjørd. Politikarar mugu vera vaksn­ ir frá at siga, at íløgan skal gerast her og nú, kosta hvat tað kosta vil. Føroyska sam­ fel­agið hevur fyrr brent seg av slíkum politikki. Landskassin hevur fram­ veg­is undirskot, og um vit ikki fáa vent undirskotinum til­ yvirskot nú meðan inn­tøk­ u­r­nar vaksa, so klára vit tað heldur ikki, tá inntøkurnar aft­ur fara at minka. Og und­ ir­skot kunnu vit ikki hava í allar ævir. Vit noyðast at hyggja eft­ ir støðuni í samfelagnum sum heild, áðrenn ein so stór íløga verður gjørd. Er løtan tann rætta? Helgi Abrahamsen Fyrst fingu vit PISA-kann­ ingina sum vísti, at vit­an­ arstøðið í okkara skúl­um er sera lágt. Men tað var tíbetur bert ein virð­is­leys undankanning, sum næm­ ingarnir ikki tóku í álvara. Sum rektarin á okkara lær­ar­a­ skúla so rætt tók til: »PISA- kann­ingin hevur prógvað, at hon einki nyttar til. Hon er dumpað!« Til alla lukku kom Hag­ stov­an við eini kanning sum vísti, at her stóð væl til. Vit eru millum fremstu sam­feløg, tá tað kemur til hægri útbúgvingar. Her skal eingin koma og siga, at vitanarstøðið er lágt hjá okk­um, dundraði stjórin á stovn­i­num. So kom upptøkuroyndin til Danmarks Journalist­ høj­skole, har 10 unglingar við góðari útbúgving og væl­motiverðir søktu um upp­tøk­u. Teir dumpaðu – allir sum ein. Helst var tað tí, at royndin var lagað til donsk viðurskifti. Og fyri alt tað, hava vit ikki sjálv­sagdan rætt til, uttan upp­tøk­uroynd, ávíst tal av lær­u­plássum á Danmarks Journ­a­listhøjskole? Ein skúli, har (næstan) eing­in dumpar, verður sjálv- andi ikki ein skúli fyri øll. Tað verður ein skúli fyri sibbar – ein sibbaskúli har tú kann fáa prógv um hægri út­búgving uttan stórvegis strev. Tað var tað, sum kann­ ing­in hjá Hagstovuni vísti. Skúli fyri øll – skúli fyri ongan A. Guttormur Djurhuus