týsdagur 27. juni 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2006
11
viðmerkingar
Eitt nýtt og betri til
boð til brekað børn í
Føroyum
Almannastovan leggur alla
orku í at menna eina nýggja
og betri stuðulsfólkaskipan.
Vit vita, at foreldur kenna
seg ótrygg, og tað harmast
vit um, men vit kunnu vissa
tey um, at alt verður gjørt fyri
at fáa stuðulfólkaskipanina
umskipaða so skjótt, sum
til ber. Størvini í skipanini
verða sett í hesum døgum,
og vit kenna okkum vís í,
at vit við nýggju skipanini
fáa eitt betri tilboð til børn,
ið bera brek og familjur
teirra.
Ein nýggj skipan
var tiltrongd
Almannastovan hevur leingi
umsitið stuðulsfólk til børn
við breki. Stuðulsfólk vóru
fyrr sett eftir § 17 í forsorg
arlógini, sum ein lógarbund
in veiting. Stuðulsfólk vóru
sett hvørjum einstøkum
barni eftir umsókn frá for
eldrunum, um mett var at
tørvur var á hesari veiting.
Stuðulsfólkaskipanin
hevði partvís til endamáls
at vera ein bráfengis hjálp,
har sum skipaði tilboð ikki
vóru til, t.d. bústovnar ella
umlættingartilboð. Eisini
skuldi skipanin gera tað møg
uligt hjá familjum at hava
børn við breki búgvandi
heima, og stuðulsskipanin
var á henda hátt eisini eitt
alternativ til onnur skipað
tilboð.
Stuðulsfólk vóru til árslok í
fjør sett eftir hesi lógargrein.
Løgtingið helt tað tó vera
neyðugt at broyta lóggávuna
av fleiri orsøkum.
• Landsgrannskoðarin
metti ikki, at heimild var at
rinda lønir eftir § 17 í for
sorgarlógini.
• Tá ið stuðulsfólk vórðu
sett eftir hesari lógargrein,
vórðu tey sett at vera um
eitt ávíst barn, og tað bar
illa til at samskipa arbeiðið
ella flyta stuðulsfólk til aðrar
uppgávur, um tørvurin hjá
barninum broyttist.
• Tað bar ikki til at fáa til
vega fysiskar karmar, har
børn við líknandi tørvi
kundu fáa tilboð saman, tí
lógin bert heimilaði tilboð
til hvørt einstakt barn, og
verandi stuðulsfólkaskipan
kundi tí ikki taka á seg fastar
rakstrarútreiðslur.
• Stuðulsfólk vórðu í stórum
tali í starvi á dagstovnum,
og tað hevði við sær ógreið
setanar- og leiðsluviðurskifti
hjá hesum stuðlum, tí stuðl
arnir starvaðust inni á dag
stovnunum, men hoyrdu
kortini ikki til starvshópin.
Tvær lógargreinir vórðu
tí broyttar. § 5 í dagstovn
alógini varð broytt, so at
børn, ið kundu int-egrer
ast í kommunalum ans
ingartilboðum, frameftir
skuldu vera ábyrgdarøki
hjá kommununum. Forsorg
arlógin bleiv broytt, so at
heimildin at seta stuðlar
var flutt úr §17 til eina
nýggja §32c, sum ásetur,
at stuðulsfólkaskipan skal
setast á stovn til børn við
heilt serligum tørvi, og
at hon verður umsitin av
Almannastovuni.
Tey børn, sum eru fevnd
av §32c, eru tey, ið hava
so víðfevnd brek, at tey
ikki kunnu integrerast
í kommunalu ansingar
tilboðini, og tey børn, sum
eru farin um tann aldur, sum
kommunalu tilboðini fevna
um, men sum enn tørvar stuð
ul vegna brek teirra.
Tá ið hesar lógir vórðu
broyttar, var samstundis
ein meting gjørd av, hvussu
nógv av børnunum kundu
integrerast, og hvørji børn
áttu at hoyra til skipanina
hjá Almannastovuni. Í hesi
uppgerð var funnið fram
til, at kr. 12,7 mió. skuldu
fylgja við til kommunurnar,
og at stuðulsfólkaskipanin á
Almannastovuni skuldi fáa
eina rakstrarjáttan, sum í
2006 er kr. 16,8 mió.
Kunning til foreldur
og stuðlar
Broytingarnar eru stórar,
og foreldur og stuðlar hava
sjálvandi krav upp á kunning
um nýggju skipanina. Tí
helt Almannastovan í jan
uar og februar kunnandi
fundir í Havn, í Klaksvík,
í Eysturoynni og í Suðuroy,
fyri foreldrum, stuðlum,
kommunum og dagstovnum.
Á fundunum varð greitt
frá lógarbroytingunum, og
hvørjar avleiðingar hesar
fóru at hava við sær. Tá
varð eisini kunnað um, at
allir stuðlar fóru at vera
sagdir úr starvi, og at lýst
fór at verða eftir fólki til
nýggju stuðulsskipanina.
Allir stuðlar vóru sjálvandi
vælkomnir at søkja inn í
nýggju skipanina, men tað
varð gjørt teimum greitt,
at alt økið mátti skipast av
nýggjum.
Tøkk til stuðulsfólkini
Almannastovan noyddist
at siga 133 stuðulsfólkum
úr starvi, skipa økið av
nýggjum og manna skipan
ina av nýggjum. Stuðulsfólk
askipanin veitir stuðul til
børn við heilt serligum tørvi-
kring alt landið- allar tíðir av
samdøgrinum, og uppgávan
er tí rættiliga stór.
Samstundis ráddi um at
ansa eftir, at verandi fyri
skipanir ikki duttu niður
fyri, meðan økið varð
umskipað. Við góðari hjálp
frá stuðlunum, bar hetta í
flestu førum til. Hóast fólk
vóru søgd upp og ikki vistu,
um vit fingu boðið teimum
starv aftur, stóð ikki á at fáa
fólk at loysa av og at taka
eyka tøk í hesari stravnu
tíð. Tað ber boð um, at
Almannastovan hevur trúgv
ar og ábyrgdarfullar stuðlar,
og tíbetur hava mong valt
at søkja inn aftur í nýggju
stuðulsfólkaskipanina.
Tey mongu góðu við
mælini, sum stuðlar hava
fingið frá foreldrum, og at
foreldrini hava ynskt at varð
veita stuðlarnar, bera eisini
boð um, at vit hava mong
dugnalig og røkin starvs
fólk.
Nógvar setanir ganga út 30.
juni, og tí er umráðandi, at
skipanin nú fæst at virka eftir
ætlan. Stuðulsfólkaskipanin
hevur havt meginpartin av
setanarsamrøðunum, og
hildið verður á uttan íhald.
Mong fólk eru longu sett í
starv, og í endanum av hesari
vikuni verður skipanin full
mannað.
Einstakar fyriskipanir
vóru raktar
Tíverri vísti tað seg at
vera trupult at halda øllum
fyriskipanum á sama støði
sum higartil í skiftistíðini.
Tað hevur í einstøkum
førum verið trupult at manna
avloysarastørv, til endaliga
setanarumfarið hevði verið,
og tað harmast vit almikið
um. Øll gera tó sítt ýtarsta
at fáa viðurskiftini nøktandi
sum skjótast, og tí fara allar
setanir at vera avgreiddar í
hesari vikuni.
Í øðrum førum vita vit,
at foreldur hava kent seg ót
rygg, hóast stuðulin ikki er
minkaður. Tað er somuleiðis
væl skiljandi. Eftir stóra
kunningarátakið vildu for
eldur, sum rímiligt er, vita,
hvussu tilboðið fór at vera til
júst teirra barn. Tað hevur tó
tikið longur tíð at greiða, tí
tørvurin er so sera ymiskur,
og skal tørvurin nøktast inn
an fyri játtanina, uttan at
tilboðini versna, so krevur
tað neyva samskipan og
nýhugsan.
Tilboð fara í summum
førum at verða broytt, og vit
fara tí her stutt at greiða frá
teimum ætlanum, sum eru
við nýggju skipanini.
Møguleikar og krøv
Skiftið frá lógarbundnari
játtan til rakstrarjáttan hev
ur vakt stúran hjá nógv
um foreldrum. Tað er væl
skiljandi. Fyrr skuldu
ráðgevarnir á Almannastov
uni ikki taka fíggjarlig atlit,
tá ið stuðulsfólk skuldu set
ast, men skuldu játta stuð
ulin, um tey mettu, at hann
var neyðugt tiltak. Tørvurin
á stuðli er stórur, og útreiðsl
urnar til stuðulsfólk er eisini
vaksnar uml. Kr. 4 mió hvørt
ár seinastu árini. Tað er tí nátt
úrligt at hugt verður at hesum
útreiðslum, og eftir møgu
leikum at tálma teimum.
Játtanir skulu haldast, og
tí liggur ein stór ábyrgd á
Stuðulsfólkaskipanini at
bera so í bandi, at øll børn,
sum tørvar stuðul úr skip
anini, fáa hann innan fyri
ta játtan, sum verður henni
lutað til.
Tí er tað gott, at stuðuls
fólkaskipanin eisini hevur
fingið nøkur nýggj amboð
at arbeiða við.
Fyrst er at nevna, at stuðlar
ikki longur verða settir einum
ávísum barni. Tað merkir,
at um børn kunnu stuðlast á
fullgóðan hátt við minni enn
einum stuðli, so verður tað at
vera gjørt. Hesa broytingina
eru summi foreldur rættiliga
stúrin um. Tey eru von at
vera við til at gera av, hvør
skal setast sum stuðul, og
hava mangan sjálv skula
gjørt av, hvussu stuðlar hava
arbeitt, funnið avloysarar v.
m. Nú, stuðulsfólk verða sett
í eina skipan, ber ikki til at
taka foreldrini við upp á ráð
í mun til sjálva setanina, tí
setanin hjá stuðulunum er
ikki júst tengd at einum ávís
um barni. Heldur er skipanin
hesum viðvíkjandi, at bera
saman við ein stovn, har
stovnurin setir fólkini og
hevur alla ábyrgdina av at
geva eitt gott tilboð á fakliga
høgum støði. Hetta er eins
og tá ið børn ganga í skúla,
barnagarði ella eru á øðrum
stovnum. Tá eru foreldur
heldur ikki við til at seta
starvsfólkini, men tað er
stovnsleiðslan, sum hevur
ábyrgd av at seta tey fólk, ið
verða mett vera best skikkað
til starvið.
Nú játtanin er vorðin ein
rakstrarjáttan, ber eisini til
at hugsa nýggjar tankar, og
at gera tiltøk, ið ikki bóru til
fyrr, serliga at skapa fysiskar
karmar, har partar av stuðuls
arbeiðinum kunnu fara fram,
og í løtuni er Stuðulsfólka
skipanin farin undir at skipa
stuðulsstovur kring landið.
Ætlanin er at samskipa
tær stuðulsuppgávur, sum
kunnu samskipast, á stuðuls
stovunum, so at hesi børnini
eisini kunnu vera saman við
øðrum børnum.
Stuðulstoymi
Arbeiðið fer at verða skip
að í stuðulstoymum. Stuð
ulsfólkaskipanin hevur býtt
landið upp í 11 ymisk toymi
kring alt landið, so at tey
børn, ið hava líknandi tørv,
kunnu fáa stuðul frá einum
toymi, sum fær møguleikan
at menna serligan førleika
at taka sær av júst hesum
børnum. Tørvurin er sera
ymiskur, og tí verða toymini
eisini ymisk í stødd og sam
anseting, men yvirhøvur er
galdandi, at stuðlstoymið
hevur ábyrgd av øllum
børnunum í toyminum, og
stuðlarnir skulu kenna og
duga at vera um øll børnini
í toyminum. Børnini koma tí
eisini at kenna fleiri stuðlar,
og tað merkir, at um stuðlar
gerast sjúkir ella fara í annað
starv, eru aðrir, sum barnið
eisini kennir og kennir seg
trygt við. Hvørt toymi fær
ein samskipara, og hesir hava
ábyrgd av at samansjóða
toymið og at ansa eftir, at
stuðulsarbeiðið fer fram
sum ætlað. Samskipararnir
vera so vítt gjørligt fólk við
náms- ella heilsufrøðisligari
útbúgving.
Stuðlarnir fáa á henda hátt
eisini eitt tryggari arbeiðs
pláss, við møguleika at
menna serligan førleika til
ávísan tørv, og á henda hátt
vænta vit eitt munandi støð
ugari og hugaligari arbeiðs-
umhvørvi hjá stuðlunum.
Ráðgevingin
munandi styrkt
Nú Stuðulsfólkaskipanin
hevur fingið eina rakstrar
játtan at arbeiða við, ber eis
ini til at styrkja ráðgeving
ina til stuðlar og foreldur.
Stuðulsfólkaskipanin fer
at hava eitt tvørfakligt ráð
gevaratoymi, sum skal sam
starva við foreldrum, sam
skiparum og stuðlum um
stuðulsuppgávuna, og hava
ábyrgd av, at stuðlar vera før
leikamentir, so at teir gerast
alsamt betur fyri at røkja
stuðulsstørvini.
Ein nýggj byrjan
Broytingarnar eru stórar,
men vit eru vís í, at tær
flestu verða góðar. Vit síggja
fram til at kunna bjóða børn
unum betri karmar og at fáa
umstøður at bjóða stuðlu
num førleikamenning, betri
ráðgeving og tryggari set
anartreytir.
Framvegis fara at henda
broytingar, serliga so hvørt
sum stuðulsstovurnar koma
undir land, og til ber at
skipa arbeiðið betur. Stuðuls
fólkaskipanin fer at gera sítt
besta fyri at kunna foreldrini
so hvørt, og at taka foreldrini
við upp á ráð, at skipa
arbeiðið í stuðulstoymunum,
og sjálvandi serliga tá ið
um ræður stuðulin til teirra
barn.
Tað er tó eisini greitt, at
støður kunnu koma, har
sum foreldur ynskja øðrvísi,
ella víðfevndari tilboð enn
stuðulsfólkaskipanin kann
bjóða. Almannastovan vón
ar og sær fram til eitt frukt
argott samstarv við foreldri
ni, so at eisini slíkar støður
kunnu greiðast í sátt og
semju.
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn
Stjóri á Almanna
stovuni
Petra Johns
dóttir Joensen
G! Festivlaurin:
Lampshade
á G!
festivalur
Svensk/donsku Lamp
shade góvu fyrr í ár út
fløguna “Let´s away”.
Hendan fløgan verður
fagnað víða um. G!
aktuelli Lampshade
fáa sera góð ummælir
úti í heimi, m.a. tey 4
av 5 stjørnum í Roling
Stones. G! heimasíðan
veit at siga frá, at vit
kunnu vænta okkum
ein av teimum allar
mest spennandi norð
urlendsku bólkunum á
G! í ár.
Á
www.myspace/
lmpshd kann ein hoyra
trý løg hjá bólkinum,
og undirritaði má við
urkenna, at hetta er ein
serliga spennandi bólk
ur. Tey hava ein heilt
serligan
popputtan
stíl við deiliga heitum
ljóðið.
Sangarinnan
Rebekkamaria er ein
heilt egin sangarinna,
sum óivað hevur funn
ið íblástur hjá Tori Am
os.
G!
heimasíðan
skrivar m. a. soleið
is: Lampshade hava í
fleiri ár havt nógvar
fjepparar í Föroyum
og talið er vaksandi.
Talan hevur í fleiri för
um verið um at fáa
tey henda veg. Men
nústaðni eydnaðist at
fáa tingini at passa sam
an. Lampshade koma
beint av konsertferð
kring Europa nú tey
koma til Föroya at
spæla fyri föroyskum
áhoyrarum á G!
Og sum ummælini
benda á, so gongur tað
væl hjá Lampshade í
lötuni.
Tá tiltikna enska
tónleikablaðið MOJO
herfyri skuldi velja
100 av heimsins bólk
um at tulka eitt lag
hjá The Beatles, var
Lampshade ein av
bólkunum, sum har
við komu við á eina
savnsflögu, sum blaðið
gevur út.
Lesið meir á www.
gfestival.com