Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 121 - 27. juni 2006 Martin Hansen, ætt­ aður úr Sandvík, búsit­andi í Tórshavn, and­aðist sunnudagin 25. juni, 69 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Osmund Bær­ entsen fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin kl. 11 til Smyril. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 12.30 úr Salem. Tey, ið vilja minnast Osmund kunnu lata eina gávu til Zarepta. Kistan við Ib Jensen, fer frá kapellinum týsdagin kl. 18. Jarðarferðin verður frá Adventkirkjuni mikudagin kl 14. Tey, ið vilja minnast Ib, kunnu lata eina peningagávu til insavningaina: Hjálp­ semi hjá Ad­ventista­ samkomuni, konta í peninga­stovninum. Andlát og jarðarferðir Tann 16. juni 2006 var Johnny Thomassen avlærdur sum prentari á Pf. Føroyaprent. Johnny gjørdi sveinaroynd á Københavns Tekniske Skole. Til sveinaroyndina fekk Johnny tvey 11 tøl og varð hett a eitt avrik, ið Grafiskt Fagligt Udvalg í Danmark gevur bronsumerki fyri. Í brævi frá Grafisk Fagligt Udvalg verður sagt: „Virksomheden anmodes om, at viderebringe Graf­ isk Udannelsesudvalgs lyk­­ønskning med den usæd­ vanligt fine præsentation, der har medført at eleven tildeles bronzemedalje“. Johnny Thomassen fær seinni í ár handað heiðurs­ merki á eini hátíðarløtu í Keypmannahavn. Johnny Thomassen: Prentari við bronsumerki Kunngjørt verður fyri ætt og kenningum, at minnishald verður yvir urnurnar við Miu Stokes, f. Rubeksen og Ben W. Stokes í kirkjugarðinum mikudagin 28. juni kl. 13.00. Janet, Ben John og Alan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og systir okkara Frida Sólheygg Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til heimarøkt og heimasjúkrasystrar. Hjartans tøkk til øll tykkum fyri ta stóru hjálp, ið tit á ymiskan hátt veittu okkum við jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldastað. Familjunnar vegna Klávus, Lena, Jóhanna og Anita Tøkk Hjartaliga takka vit fyri tykkara samkenslu, tá ið okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Maria Vang slapp til hvíldar aftaná eina langa sjúkralegu. Takk til tykkum á pleygudeildini, sum passaðu hana so væl meðan hon var hjá tykkum. Takk til Sonju Klein, sangarar, berarar, gávur til pleygudeildina og annars øll, ið hjálptu til. Familjunnar vegna Jórun, Steingrím, Oddfríð og Mirjam Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Oluffa Meyer Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til Ólav Rasmussen, prest, fyri troystarrík orð og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kaj og børnini Skipskokkar. Hesir kokkar hava tikið skipskokkaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla, f.v.: Jógvan Fróði Baldvinson, Kristian Rasmusen, Fríði Hammer Andras Hammer, Karl Haraldsen, Rakul Skaale, Dorus Johannesen, Alis Justesen, Sjúrður Simonsen, Jákup Olsen, Petur Allan Clementsen, Anna Olsen og Urbanus Olsen. Sjóvinnuskúli. Hesir hava gingið á Sjóvinnuskúla á Klaksvíkar Sjómansskúla, f.v.: Ragnar Alex Glivradal, Antenes Joensen og Jákup Pauli Joensen: Bjarni Nielsen restar á myndini Prógv á Klaksvíkar Sjómansskúla