týsdagur 27. juni 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2006
15
Kvikk leingjast og umbyggjast
Línuskipið Kvikk hjá Sp/f
Kvikk í Klaksvík er í løtuni
í Hirtshals, har skipið er
longt við 6,60 metrum.
Skipið hevur verið í Dan
mark í einar tveir mánaðir,
og komandi fríggjadag
verður skipið sjósett aftur.
Kvikk er nú 35 metrar
langur og er á stødd – og
eisini í breidd - við hini
línuskipini, sum vóru nakað
størri.
Men Kvikk verður ikki
bara longdur. Skipið verður
eisini umbygt, og tað er
serliga apeteringin – ella
manningarumstøðurnar, ið
skulu betrast munandi.
Torleif Sigurðson, reiðari,
heldur tað vera neyðugt at
gera nakað við skipið, nú
tað ikki gongur so væl
longur at fáa fólk.
– Kvikk hevur bara havt
14 koyggjur, og nú verða
tvey eitt-manskømur bygd
aftrat. Manningin fær eisini
eitt nógv betri uppihaldsrúm,
eins og umstøðurnar til
umklæðing verða nógv
betri.
Við umbyggingini fær
skipið eisini bakka.
Torleif Sigurðsson vísir
á, at teir ikki eru farnir
undir hesa leinging og
umbygging, tí lastin var ov
lítil.
– Skipið lastaði eini 85
tons, sum undir vanligum
umstøðum er nóg mikið.
Hann sigur, at tað í fyrsta
lagi eru manningarviður
skiftini, sum dentur verður
lagdur á at bøta um.
Ætlandi verður Kvikk
liðugur í Hirtshals 8.
september, og Torleif Sig
urðson væntar, at leinging
og umbygging fer at kosta
einar 6 mió krónur.
Kvikk er fyrrverandi
Saturn III. Skipið er bygt í
Strandby í Danmark í
1987.
Sp/f Kvikk í Klaksvík
yvirtók skipið 1. januar
2004, og sum skilst á reið
aranum, hevur tað eftir
umstøðunum gingið hampi
liga væl hjá skipinum.
– Leinging og umbygging fer at kosta einar 6 mió krónur, sigur
reiðarin, Torleif Sigurðson
tíðindi
Færri og færri søkja á Læraraskúlan
Pauli Nielsen, rektari
á Føroya Læraraskúla,
ásannar, at áhugin
fyri at lesa til lærara
og pedagog er minkað
ur spakuliga seinastu
árini
Útbúgving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya Læraraskúli hevur
fingið tilsamans 57 um
sóknir færri í ár, enn skúlin
fekk í fjør.
Pauli Nielsen, rektari,
sigur, at 144 søktu inn á
pedagogskúla í fjør; í sum
mar er talið 113. Tey høvdu
87 umsóknir til lærara í
fjør; í ár eru tær 61.
Hetta merkir, at samlaða
talið av umsóknum til lær
ara og pedagog er 57 færri í
ár enn í fjør.
Rektari vísir á, at fyrr í
summar var líkt til, at talið
av umsøkjarum fór at vera
uppaftur minni, men tá ið
freistin var við at renna út,
komu fleiri umsóknir aftr
at.
Minkandi áhugi
– Vit mugu ásanna, at
áhugin fyri at søkja á
Føroya Læraraskúla at lesa
til lærara og pedagog hevur
verið spakuliga minkandi
seinastu árini.
Pauli Nielsen sigur, at
fyri einum 3-4 árum síðan
høvdu tey einar 300 um
sóknir tilsamans at velja
ímillum – stívliga 100 ynsktu
at lesa til lærara og út við
200 til pedagog.
Hann dugir ikki at siga,
hvør orsøkin til minkandi
áhugan er, men heldur, at
hetta hevur nakað við
útboðið í samfelagnum at
gera.
– Tíðirnar eru góðar, og
møguleikarnir eru nógvir,
vísir rektarin á.
Hann sigur, at vanliga
tekur Føroya Læraraskúli
bert ein flokk inn av hvørj
um um árið, men fyri 4
árum síðan tók skúlin tveir
flokkar av læraralesandi inn.
– Tilsamans 48 næmingar
byrjaðu í hesum báðum
flokkunum, og av hesum
hava 40 lokið læraraút
búgvingina í summar, sigur
hann.
Vit skulu nógv ár aftur í
tíðina, síðan tveir lærara
skúlaflokkar seinast byrjaðu
á Føroya Læraraskúla.
Tað tekur fýra ár at lesa
til lærara og hálvt fjórða ár
at lesa til pedagog.
At granska
Pauli Nielsen, sum er 63
ára gamalur, verður ikki
rektari á Føroya Lærara
skúla, tá ið farið verður í
skúla eftir summarfrítíðina.
Søkt hevur verið eftir
nýggjum rektara, og sum
skilst, hevur skúlin fingið
einar sjey umsóknir til
starvið.
Enn er nýggjur rektari
ikki settur.
Pauli Nielsen sigur, at
hann kundi hugsað sær at
fingist við gransking, nú
tíðin hjá honum á Føroya
Læraraskúla nærkast enda
num.
Samlaða talið av umsøkjarum til lærara og pedagog í ár er 57 minni enn í fjør. - Ilt er at siga, hví áhugin er minkaður, men tíðirnar eru góðar, og møguleikarnir
eru nógvir, vísir rektarin, Pauli Nielsen á
- Við umbyggingini
fær manningin nógv
betri umstøður, sigur
Torleif Sigurðson
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gongur verri
at fáa fólk
Torleif Sigurðson sigur,
at høvuðsorsøkin til, at
teir hava valt at betra um
umstøðurnar umborð á
Kvikki, er, at ábendingar
eru um, at tað gongur
verri at fáa fólk.
– Eg vil ikki siga, at tað
gongur illa at manna skip
ini, men tað eru túrar, har
vit loysa við tveimum
monnum færri, enn vit
plagdu, og tað er ikki
betri enn næstbest.
Reiðarin væntar, at so
hvørt, sum møguleikarnir
í samfelagnum gerast
fleiri, samstundis sum
fiskivinnan gongur held
ur verri, hevur tað stóran
týdning, at umstøðurnar
umborð
á
skipunum
verða so góðar sum gjør
ligt.
– Tað er sjálvandi tor
ført at siga, men eg vænti,
at tað verða tey skipini,
ið hava tær bestu um
støðurnar, sum fólk fara
at leita sær umborð.
Torleif Sigurðson er
útgerðarmaður og rakstr
arleiðari hjá tilsamans
fýra skipum og bátum;
Pison, Kvikki, Froya og
Fiskimúla.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo