Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 16 tíðindi Stutt sagt Ein stórur meiriluti av it­ alsku veljarunum hava vrak­að eitt uppskot um at broyta grundlógina, so­leiðis at forsætisráðharrin fekk meiri vald, og at teir einstøku landspartarnir fingu størri sjálvræði. Fólka­atkvøða var um uppskotið sunnudagin og í gjár, men tá uppteljingin var liðug, høvdu bara 38 prosent atkvøtt fyri uppskotinum. 62 prosent søgdu nei. Tað var stjórnin hjá Sil­vio Berlusconi, sum legði upp­ skotið fyri fólk­ið, men tann nýggja stjórn­in hjá Romano Prodi, for­sæt­isráðharra mælti fólk­inum frá at taka undir við tí. Sambært Berlusconi hevði tann ætlaða grund­ lóg­arbroytingin givið It­alia tryggari politisk viðurskifti. Tað kundi ivaleyst verið til­ trongt, tí síðani seinna heims­ bardaga hevur landið havt ikki færri enn 61 stjórnir. Romano Prodi hevur eis­ ini sagt, at ávísir partar av grundlógini eru ikki tíðar­ hóskandi longur, men at upp­skotið hjá fyrrverandi stjórnini hevði miðsavnað valdið í ov stóran mun. 47 milliónir italiumenn høvdu atkvøðurætt á fólka­ atkvøðuni, men næstan helmingurin sat við hús. Italiumenn søgdu nei Myndugleikarnir í Turka­ landi royna at leggja trýst á ES-nevndina fyri at fáa hana at nokta tíðindafólki hjá kurdisku sjónvarpsstøðini ROJ atgongd til ES-skriv­ stovurnar í Bruxelles. Nevndin hevur víst turk­ iska kravinum frá sær, men kurdiska sjónvarpskvinnan Senem Guneser sigur við danska útvarpið, at hon fær ikki somu møguleikar á ES-skrivstovunum sum onnur tíðindafólk. Eitt nú sleppur hon ikki inn í upp­ tøku­hølið, sum er ætlað tíðindafólki, og hon sigur seg hava fingið at vita, at tað hóvar ikki turkisku stjórn­ini, at hon er har. Turkiska stjórnin heldur uppá, at ROJ-sjónvarpið er partur av PKK, sum stend­ur á listanum yvir yvir­gangsfelagsskapir, og tí heldur Turkaland ikki, at tíðindafólk hjá sjón­varpinum eiga at hava atgongd til ES-skriv­stovurnar. ES hevur kortini víst turkiska kravinum frá sær við teirri grundgeving, at sambært belgisku myndugleikunum hevur ROJ einki samband við yvirgang. ROJ skal út Løgreglan í Pólandi hevur tikið tríggjar arkitektar í sambandi við vanlukkuna, tá takið á einari framsýn­ing­ ar­høll í býnum Chorzow hoykn­aði undan kava fyri fimm mánaðum síðani. Van­ lukkan kravdi 65 mannalív. Vanlukkan er tann størsta av sínum slagi í Pó­landi nakrantíð, og verða arkitektarnir funnir sekir í byggifuski, kunnu teir fáa upp í átta ára fongsul. Teir tríggir menninir eru ávikavist 46, 48 og 69 ára gamlir. Umleið 200 fólk vóru inni í framsýningarhøllini í Chorzow, tá takið hoyknaði undan kavanum. Arkitektar tiknir Avbyrgd av skógareldi Umleið 800 ferðafólk og eini 150 starvsfólk í teirri stóru amerikonsku tjóð­ ar­lundini Grand Canyon sleppa ongan veg, eftir at ein skógareldur hevur stongt ta einastu farleiðina haðani, skrivar AP. Skógareldurin kykn­aði sunnukvøldið beint við North Rim, sum er eisini farleið til og úr Grand Canyon-lund­ ini. Amerikonsku mynd­ ug­leikarnir siga, at hvørki ferða­fólk ella starvsfólk eru í vanda, og í dag varð rokna viuð, at øll sluppu haðani seinnapartin ella í kvøld. Skógareldurin í Grand Canyon er ikki tann ein­ asti, sum herjar USA í hesum døgum. Tað brenn­ ur nógvastaðni, og mynd­ ug­leikarnir siga, at í løtuni standa umleið 1,3 millión hektarar av skógi í ljósum loga. Nógvir skógareldar eru í USA í hesum døgum. Hernaðarserfrøðingar bera nú ótta fyri, at viðurskiftini í Afghanistan kunnu gerast sum í Irak. Teir vísa sambært AP á, at Taliban hevur fram­gongd har suðuri í land­inum hóast umfatandi átøk hjá teimum útlendsku hermonnunum. Samstundis er tað annars so góða umdømið hjá Hamid Karzai, forseta farið at rilla, ikki bara innanlands, men eisini uttanlands. Nógv­ir afghanar hava ikki álit á honum longur, og Wash­ ing­ton Post skrivar, at fleiri evropeisk lond hava eisini mist álitið á honum. Blaðið sigur eisini frá óskili í landinum. Millum ann­að ljóðar, at løgreglumenn gera seg inn á ferðafólk og ræna ognir teirra, størv í almennu umsitingini verða seld fyri hægsta boð, rúsevnahandilsmenn gera, sum teimum lystir, og út­ lendskir hjálparpengar koma ongantíð vegin fram. Afghanistan kann enda sum Irak Norski stórreiðarin Wilhelm Wilhelmsen skrásetir flotan uttanlands. Skiparakstur Árni Joensen fartekst@mail.dk Wilhelm Wilhelmsen hevur sum so mangir aðrir norskir reiðarar roynt at útvega norskum reiðaríum somu skattareglur, sum reiðarí í øðrum evropeiskum lond­ um hava, men til fánýt­is. Nú gevst hann við roynd­ un­um og hevur gjørt av at flagga skipini út, skrivar Aftenposten. Reiðaríið hjá Wilhelm Wilhelmsen er saman við tí svenska Wallenius tað størsta í heiminum, tá tað snýr seg um bilflutning. Felagið eigur 150 bilaflutningsskip og hevur bílagt ikki færri enn 42 nýbygningar. Felagið hev­ur 13.500 starvsfólk í 72 londum, og í fjør gav raksturin 1,3 milliard krónur í avlopi. Tað er ikki bara Wilhelm Wilhelmsen, sum umhugsar at strika tað norska flaggið, og fleiri reiðarí hava longu gjørt tað sama. Fyri nøkrum fáum árum síðani var Noreg triðstørsta sjóferðslutjóðin í heiminum mátað í tonsatali. Í dag er landið nummar sjey á listanum. Stórreiðari flaggar út Amerikanarin Warren Buffett er heimsins næstríkasti maður, men nú letur hann tað mesta av ognini til góð endamál Ríkidømi Árni Joensen fartekst@mail.dk Hildið verður, at heimskendi amerikanski íleggjarin Warren Buffett eigur 44 milliardir dollarar ella einar 261 milliardir krónur, og at hann sostatt er næstríkasti maður í heiminum eftir Bill Gates. Warres Buffet hevur savn­ að sínar pengar í virðisbrøv í fyritøkuni Berkshire Hatha­ way og á bankabókini, men nú hevur hann 75 ára gamli ríkmaðurin gjørt av at geva tað mesta burtur. Í samrøðu við tíðarritið Forbes sigur hann, at í næsta mánað fer hann undir at lata øðrum 85 prosent av sínari ogn. Tað svarar til 221 milliardir krónur. Nógv tann størsta partin av pengunum ella fimm sætta­partar hevur hann gjørt av at lata hjálpargrunninum Bill & Melinda Gates Founda­tion. Hitt verður býtt ímillum ymdar aðrar væl­gerandi felagsskapir og grunnar. Warren Buffett er kendur sum ein lítillátin maður. Hann býr framvegis í einum húsum í statinum Omaha, sum hann keypti í 1958 fyri 190.000 krónur. Letur 220 milliardir til góð endamál Warren Buffett letur næstan alla sína ogn til vælgerandi endamál