týsdagur 27. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 121 - 27. juni 2006
vinnusíður
SAMBAND
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
vinnuríður
Fleiri føroyskar
fyritøkur eru við í
arbeiðinum at gera
eina námsbygd
við stórari havn í
Fiskifjørðinum í
Vesturgrønlandi,
teirra millum Sea
Star á Toftum, sum
í løtuni er við at
leggja seinastu hond
á longstu havnina í
Grønlandi. Eisini FJM
í Runavík er við og
setir upp eitt risastórt
knúsiverk. Alt gongur
sum ætlað.
Føroyingar
í Grønlandi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað eru boð eftir føroy
ingum í útlandinum. Eitt
nú í Grønlandi. Fyritøkan
Sea Star á Toftum er
í løtuni við at bygg ja
longstu havn í Grønlandi.
Hon er 300 metrar og er
í Fiskifjørðinum í Vestur
grønlandi, har ein ein stór
námsútbygg ing er í gongd.
Talan er um eitt olivin
nám, sum hol varð sett á
fyri góðum ári síðani. Nú
verður so seinasta hond
løgd á projektið við eitt
nú føroyskari arbeiðsmegi.
Sea Star er partur av
verkætlanini og hevur
staðið fyri uppsetan av
arbeiðsskúrum, vegagerð
og havnagerð. Tilsamans
21 mans eru knýttir at
arbeiðsuppgávunum í
Grønlandi. Í løtuni eru
14 mans til arbeiðis í
Fiskifjørðinum. Odda
maður er Jákup Martin
Kjeld, sum setti Sea Star
fyritøkuna á stovn saman
við beigg ja sínum fyri
trimum árum síðani.
Hetta samstarv byrjaði
í sambandi við bygg ing
av nýgg ja Føroya Tele
bygninginum. Tá vóru
teir frá Sea Star við
sum undirveitarar hjá
donsku bygg ifyritøkuni
MT Højgaard. Somikið
væl eydnaðist henda
bygg iuppgávan og sam
starvið við MT Højgaard,
at felagið á Toftum varð
tikið við í stóru námsverk
ætlanina í Eysturgrønlandi,
sum MT Højgaard stendur
fyri.
Aðrar havna
útbyggingar
Eftir at hava verið við til at
gera námsbýin kláran hava
fólkini hjá Sea Star arbeitt
við at gera havnina lidna.
Hon skal taka skip, sum
lasta 55.000 tons av olivin.
Fólkini hjá Sea Star eru
kavarar og handverkarar
av ymsum slag. Partur av
arbeiðinum er eisini at
gera betongfundament til
eitt risastórt knúsiverk.
Ætlanin er, at havnin skal
vera liðug í september.
Tá hetta arbeiðið er liðugt
ligg ur føroyska fyritøkan
eisini framvið at vera við í
havnaútbygg ingum í Nuuk
og øðrum grønlendskum
býi.
Jákup Martin Kjeld, sum
er høvuðsmaðurin aftanfyri
Sea Star hevur sjálvur
arbeitt hjá MT-Højgaard
og hevur har fingið royndir
við eitt nú havnabygg ing. Í
løtuni starvast 33 fólk hjá
fyritøkuni. Tey, sum ikki
eru í Grønlandi, arbeiða
sum undirveitarar hjá MT
Højgaard, sum stendur fyri
um- og útbygg ing av SMS.
Jákup Martin er nøgdur
við arbeiðið teir hava
gjørt í Grønlandi. Tað er
hart arbeiði men fólkið
trívist væl sigur hann.
Toftamenn byggja longstu
Føroyingarnir, sum arbeiða í námsprojektinum í Fiskifjørðinum. Teir arbeiða fyri MT Højgaard, Sea Star á Toftum, FJM í Runavík, Sofus M.
Fólk hjá Sea Star forskalla