Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 27. juni 2006 19 vinnuríður Fortjenastan er eisini góð. FJM í Runavík við Fleiri aðrar føroyskar fyr­i­tøkur eru við í stóru námsverkætlanini í Grønlandi. Tær eru ráðgevandi verk­frøð­ing­ar­ felagið Sofus M. Jacobsen í Havn, sum hevur staðið fyri sjálvari projekteringini av námsbýnum við Fisk­ i­fjørðin við tilhoyrandi vegum, kloakkum og hús­um. Fyritøkan KJ- El­ráð hevur staðið fyri elin­stall­a­tió­n­unum, meðan FJM í Runavík stendur fyri uppsetan av tí stóra knúsiverkinum. Hetta er eitt stórarbeiði og eru fleiri mans frá FJM á staðnum. Aftrat hesum kemur so eisini RM bóllk­urin, sum er eitt nýtt før­oyskt felag, ið tekur sær av tilbúgvingarætlanum. RM stendur fyri Risk Manage­ ment. Tað er svenska fyritøkan Min­elco, sum hevur loyvi til at bróta olivin í grønlendska náminum. Fyritøkan hevur so latið MT Højgaard upp í henda at standa fyri øllum pro­ jekti­num, ið so aftur hevur valt at brúka nógvar før­ oyskar undirveitarar. Byrjað varð fyri einum ári síðani, og tað skilst, at tað er einki minni enn eitt bragd, at tað hevur borið til at fáa alt klárt eftir bara ein­um ári, samtíðis sum at 120.000 tons av olivin longu er farin á altjóða marknaðin. Nú kemur so verulig gongd á framleiðsluna. Royndir vísa, at har er helst nokk av olivini at bróta úr fjallinum við Fiskifjørðin í 100 ár. So mikið nøgd er svenska fyritøkan Minelco við MT Højgaard, at danska fyritøkan nú eisini hevur fingið til uppgávu at standa fyri sjálvum rakstr­i­ num av náminum. 60 mans til arbeiðis Sáttmáli er gjørdur fyri eitt fimm ára skeið, og hesi árini skulu brótast fyri eina hálva milliard krónur av olivini úr náminum. Um­leið 60 mans koma at arbeiða við framleiðsluni, teirra millum helst fleiri føroyingar. Námsbygdin í Vest­ ur­grøn­landi hevur vakt miklan ans bæði í Grønlandi og eisini í øðrum londum. Fyri tað fyrsta verður verk­ætl­anin mett sum eitt mynst­ur­ projekt og ein successøga, so skjótt og væl hevur tað gingið frá byrjan til í dag. Kendir politikarar og vinnulívsfólk úr fleiri londum standa í kø at vitja námsbygdina í Fisk­i­fjørðinum. Svenski forsætisráðharrin og svenski uttanríkisráðharrin hava júst verið á vitjan. Sum skilst kann henda námsverkætlanin koma at skunda undir aðrar náms­ætlanir í Grønlandi, herímillum eisini í Eyst­ur­ grøn­landi. Og eisini her koma føroyskar fyritøkur inn í myndina. havnina í Grønlandi Jakobsen og KJ Elráð í Havn. Her framman fyri stóra knúsiverkið, sum FJM setir upp Høgni Kjeld tosar við eftirlitið um havnararbeiðið