týsdagur 27. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 121 - 27. juni 2006
vinnusíður
– Hetta hevur verið
ein successøga. Eftir
bert einum ári er
eydnast at byggja út
eitt stórt olivinnám,
námsbý og havn
við Fiskafjørðin í
Vesturgrønlandi
við eitt nú luttøku
av fleiri føroyskum
fyritøkum. Hetta
hevur gingið
ómetaliga væl, m.a.
takka verið føroysku
luttøkuni sigur
Jóannes Niclassen
úr Miðvági, sum
er projektstjóri
hjá MT Højgaard
og við ábyrgd fyri
námsverkætlanini
Føroyingar í
Grønlandi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er 46 ára gamli
miðvingurin
Jóannes
Niclassen,
sum
er
maðurin aftanfyri stóru
n á m s ú t b y g g i n g i n a
í
Fiskifjørðinum
í
Vesturgrønlandi.
Sum
tekniskur stjóri stendur
hann
fyri
menning
av
altjóða
uppgávum
hjá
risastóru
donsku
entreprenørfyritøkuni MT
Højgaard. Eftir at hava staðið
fyri byggingini av stóra
Føroya Telebygninginum í
Hoyvík fekk MT Højgaard
litið upp í hendi frá stóru
svensku fyritøkuni Minelco
at standa fyri byggingini
av eini stórari námsbygd
í
Vesturgrønlandi.
Og
ábyrgdina av hesi verkætlan
hevur Jóannes Niclassen.
Jóannes Niclassen sigur
við Vinnusíðurnar, at tað
hevur gingið sera væl við
arbeiðinum í Grønlandi,
og hesum heldur hann
man ikki minst kann takka
føroysku fyritøkunum og
arbeiðsfólkunum,
sum
eru við í arbeiðinum,
fyri. Ein orsøk til at tað
hevur gingið so væl er
so eisini ”partnering”
arbeiðshátturin, sum varð
brúktur á Føroya Tele,
fyri at takka. Tá varð
nýttur
framferðarháttur
í byggingini, sum ikki er
nýttur í Føroyum áður, og
tað var hesin, sum eisini
varð gjøgnumførdur, tá
farið varð undir at byggja
út námið í Grønlandi fyri
ári síðani. So góðar vórðu
royndirnar við byggingini
í Hoyvík, at MT Højgaard
tók við sær til Grønlands
fleiri
av
fyritøkunum,
sum tað hevði brúkt sum
undirveitarar í byggingini í
Hoyvík, eitt nú ráðgevandi
verkfrøðingafyritøkuna
Sofus M Jacobsen og
entreprenørfyritøkuna Sea
Star á Toftum. Sostatt er
tað lutvíst sama ”team”,
sum hevur verið við í
námsprojektinum sum tað,
ið varð við til at gera Føroya
Telebygningin. Hetta hevur
verið sera væl skrúvað
saman og hava verið fundir
hvønn mánað í Danmark,
Svøríki,
Grønlandi
og
onkur eisini í Føroyum at
fylgja projektinum neyvt.
Successøga
Nú arbeiðsuppgávan er um
at vera liðugt kann Jóannes
Niclassen ikki annað enn
fegnast, so væl hevur
gingið í hond. –Hetta er
ein successøga má eg siga,
og tað kann eg ikki minst
takka føroyingunum, sum
hava verið við, fyri. Alt
gongur, sum tað skal, og
tíðarætlanin heldur. Tað er
annars ikki bara sum at siga
tað at fara til eitt fjarskotið og
fremmant pláss við fólki úr
fleiri londum at byggja út eitt
nám. Men tilrættaleggingin
og arbeiðið hava gingið so
mikið væl, at full ferð kann
setast á framleiðsluna av
olivin í september, tó at teir
longu hava avskipað 120.000
tons av olivini frá náminum,
meðan útbyggingin er farin
fram.
– Tann 14. juni var eitt
ár síðani vit fyrstu ferð sett
fótin á land í Fiskifjørðinum
og síðani endaliga loyvið
varð fingið uppá pláss
frá myndugleikunum og
endaliga projektið gjørt
klárt. Knúsianleggið, sum
FJM setir upp, verður klárt
at taka í brúk 15. juli og
verða eftir tað framleidd
700 tons av olivini um
tíman. Eingin trúði, at at
hetta skuldi eydnast so
væl, tá vit settu út í kortið
fyri ári síðani staðfestir ein
glaður Jóannes Niclassen.
Stjórin í Minelco E.
Johanson er eisini sera
væl nøgdur við gongdina
higartil. Tá man hugsar
um, hvussu sá út við
Fiskifjørðin fyri einum ári
síðani og so í dag, so er
hann ovfarin. -Tað er einki
minni enn fantastiskt, at
hetta hevur kunnað latið
seg gjørt uppá so stutta tíð.
Eg eri sera fegin um, at
føroyingar hava verið við
í hesum arbeiði, og at tað
hevur gingið so væl, er so
ikki minst teimum fyri at
takka.
Minelco er dótturfelag
hjá tí almennu svensku
LB AB fyritøkuni, ið
framleiðir stál. Uppgávan
hjá felagnum er ma. at
útvega mineral, sum verða
brúkt í stálframleiðsluni,
og har er olivin eitt
teirra. Higartil hevur eitt
norskt nám verið einasti
leverandørur av olivin til
svensku stálframleiðsluna.
Nú kemur so eisini olivin
úr
Grønlandi.
Ein
av
orsøkunum til, at tað nú
loysir seg at fara eftir olivini
í Grønlandi er tann, at
prísurin á stáli er so høgur
vegna stóra eftirspurningin
úr Kina og India.
Jóannes Niclassen sigur
við VINNUSÍÐURNAR, at
tað finnast nógv ymisk sløg
av mineralum í Grønlandi,
sum umheimurin hevur
brúk
fyri.
Longu
nú
verður tí eisini arbeitt við
fleiri øðrum spennandi
verkætlanum, har brúk
eisini verður fyri føroyskum
fyritøkum og arbeiðsfólki.
Tað venda vit aftur til í
komandi
Vinnusíðum
í blaðnum. Eisini hvør
maðurin aftanfyri nógv av
hesum, Jóannes Niclassen,
er.
Miðvingur samskipar stóra
Jóannes Niclassen frá MT Højgaard, Robert Næslund frá Seqi Olivine
Grønland og deildarstjórin hjá Minelco Jan Ivan Johannsson í
námsbýnum við Fiskifjørðin
Árni V. Hansen ger eftirlitsarbeiði fyri eltalvur
Fólk frá FJM montera stóru sliskuna til grótknúsaran