týsdagur 27. juni 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2006
21
vinnusíður
Marknaðarrák
Oljan hækkað aftur
Oljuprísurin er hækkaður
rættiliga nógv farnu vikuna, úr
66 í 71 dollarar fyri tunnuna.
Summarið er háárstíð fyri
bilferðslu í USA, og tørvurin
á bensini er stórur. Samstundis
vænta íleggjarar, at lítið av
bensini er á goymslu. Flestu
aðrir marknaðir hava verið
friðarligir hesa farnu vikuna,
mest tí, at fá áhugaverd tíðindi
eru kunngjørd. Nú nærkast
summarfrítíðin hjá teimum
flestu, og hetta plagar vanliga
eisini at merkja marknaðirnar.
Einstøk gjaldoyru í sonevndum
emerging markets hava rørt seg
eitt sindur. Hetta eru lond sum
til dømis Turkaland, Brasil og
Kina.
Lánsbrævarentur støðugar
Lánsbrævarenturnar
eru
hækkaðar hesa farnu vikuna.
10-ára danska rentan er soleiðis
hækkað 0,10% í 4,10%. Hetta
hevur havt eitt sindur av kurstapi
við sær. Í næstantríggjar mánaðir
hava lánsbrævarenturnar flutt
seg lítið. 10-ára rentan hevur
ligið millum 3,90%-4,10%.
A.
P.
Møller
–
Maersk
støðufastari
A.P. Møller – Maersk (APM)
partabrøvini eru lækkað um
18% í ár, m.a. orsakað av
lækkandi fraktratum og øktum
skipaútboði. Nú eru tó útlit fyri,
at hesi eru vorðin støðufastari.
Í ár eru fleiri fraktratur aftur
hækkaðar enn lækkaðar, onkrar
um 15% seinasta mánaðan. Tí
eru útlit fyri at kursurin á APM
nú fer at vera støðufastari.
Verandi kursur 47.500 bendir
á ein vøkstur hjá APM á einans
3%, hetta er alt ov dapurskygt.
Saman við øðrum bjørtum
grundleggjandi viðurskiftum,
eru tí útlit fyri, at APM
partabrøvini fara at standa seg
lutfalsliga væl framyvir.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður hendingarík
á virðisbrævamarknaðunum.
Størstur er spenningurin um
rentufundin hjá amerikanska
tjóðbankanum. Flest øll vænta,
at tey hækka rentuna 0,25% í
5,25%. Tað er hvat verður sagt í
tí tilhoyrandi tíðindaskrivinum,
ið marknaðirnir fara at
hefta seg við. Um tað koma
ábendingar um, at tað ikki
koma fleiri rentuhækkingar í
bræði, fer hetta at stuðla undir
partabrævagongdini.
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
námsverkætlan í Grønlandi
Risaskip lastar 55.000 tons av olivini frá námsbygdini
Myndir Árni Jakobsen