Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 121 - 27. juni 2006 ítróttur SAMBAND jákkup mørk@ sosialurin.fo tlf 341800 Eysturoyingar endurfunnu á Vágsfirði sinniliga yvirskotið, sum teir við eitt mistu á Skálafjørðinum, eftir eyka uppseting, tí Klaksvíkingur hevði vunnið á Kollafirði 10-MANNAFØR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Vágsfjørður og allar kappróðra Føroyar stóðu tambaðar av spenningi, tá ið 10-mannaførini lógu undir grótkastinum í Vági, har tað gekk sum eftir ánni at senda bátarnar av túsund metra málinum. Stóri spurningurin var, hvussu tað fór at eydnast hjá Eysturoyingi at koma afturíaftur, eftir at teir høvdu verið so óhepnir í heimasjógvi, sum tað ber til at ímynda sær at tað skal bera til at vera. Eysturoyingur kom afturíaftur. Hann fleyg avstað, tá ið startskotið hevði gelt, Klaksvíkingur rann væl aftaná, eina løtu tóktist tað sum um, at klaksvíkingar fóru at vera teir drúgvastu, men í endaspurtinum var eingin ivi, hóast munurin ikki var størri enn stórur skutur. Eysturoyingur vann, og harvið er spenningur kyknaður aftur. Eisini í Vestmanna og Sandavági verður teinurin túsund metrar. Á Havnarvág verður hann 901 metrar. Spurningurin er nú, hvussu klaksvíkingar og eysturoyingar fara at trimma seg til ta kappingina. – Hesa ferð stemmaði tað ikki hjá okkum. Tað kendu vit longu í startspurtinum, og tá ið teinurin er so mikið stuttur, so skal lítið til, áðrenn lítið mistak kostar nógv í endaligu kappingini, staðfestu klaksvíkingar, sum avgjørt ikki hava mist málið úr eygsjón. Tað er at vinna FM fyri fyrstu ferð. – Hesin sigurin var vunnin uppi í høvdinum á okkum. Vit kendu okkum eiga sinniliga yvirskotið, sum skal til, staðfesti ein av teimum heilt royndu umborð á Eysturoyingi, Ludvík Justinussen: – Eg havi róð so mikið leingi, at royndirnar geva góða peiling av, hvussu vit vóru fyri, og hóast vit ikki lættu okkum á í bátinum, fyrrenn vit høvdu fingið almennu staðfestingina av, at vit høvdu vunnið, so var eg greiður yvir hetta, tá ið vit fóru á mál, sigur Ludvík Justinussen. Á Skálafjørðinum vóru eysturoyingar øgiliga uppsettir. Í Kollafirði høvdu teir tapt fyri klaksvíkingum, og ætlanin var at seta alt upp á pláss frammanfyri róðrarhugaða heimafólkinum eystanfyri á Skálafjørðinum. Tað eydnaðist ikki, lagið fór í botn, og í vónbrotinum boðaðu rógvararnir, sum kendu seg eyðmýktar, frá, at teir høvdu tikið seinasta róðrartakið nakrantíð. Á Vágsfirði sást, at tað framvegis eru knotur í Eysturoyingi. Sinniliga yvirskotið var stórt, tøkini munaðu, so tað stóð eftir í. Klaksvíkingar vóru ikki nøgdir, men tað leið væl eftir, og tá ið teir hava rannsakað egið avrik og lagt nýggjar ætlanir, so er einki at ivast í, at tað aftur verður talan um rimmar kapping í Vestmanna annan leygardag. Vestmenningur endaði á triðja plássi í Vági. Hetta var besta avrikið hjá vestmenningum í ár. Í trimum teimum fyrstu kappingunum vóru teir nummar fimm. Nú vunnu teir triðja plássið í sera tættari kapping við Havnarbátin og Skálabátin. Í fyrstu atløgu sær tað út til, at vestmenningar eisini í heimasjógvi skulu savna seg um hesa kappingina. Í heimasjógvi fara teir at liggja borð um borð við Eysturoying, og so fæst at síggja, um tað fer at lyfta vestmenningar nærri toppinum. Úrslitini higartil boða frá, at tað í Vestmanna fyrst og fremst fara at vera Klaksvíkingur og Eysturoyingur, sum fara at stríðast um sigurin. Fyri báðar hesar manningarnar telur einki annað enn fremsta plássið! »Á sín hátt er hetta kanska eisini eitt úttrykk fyri maktarsloysi, tí vit síggja ongan annan útveg í málinum« Stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, nú HB hevur biðið um at fútabann verður sett fyri dystinum millum EB/Streym og VB/Sumba FM-kappróður 5-mannafør, dreingir Stig Jóansøka 1 Ritan 25 7 2 Jallur 21 4 3 Kollur 16 3 4 Havfrúgvin 11 2 5 Strípan 7 5 6 Sílið 6 1 7 Blikur 2 0 0 6-mannafør, kvinnur 1 Riddarin 24 5 2 Lómur 21 4 3 Jarnbardur 17 7 4 Smyril 15 3 5 Hvessingur 8 2 0 5-mannafør, gentur 1 Frúgvin 23 4 2 Blikur 19 5 3 Havfrúgvin 16 7 4 Drekin 15 3 5 Hvassi 9 2 6 Dúgvan 3 0 7 Ørnin 3 0 8 Firvaldur 1 1 5-mannafør, kvinnur 0 1 Ørnin 26 5 2 Sílið 22 7 3 Jallur 14 4 4 Ritan 13 3 5 Junkarin 8 1 6 Drekin 5 2 6-mannafør, menn 0 1 Sølmundur 26 7 2 Sundabáturin 22 5 3 Jarnbardur 16 4 4 Smyril 9 1 5 Gongurólvur 7 3 6 Hósvíkingur 5 0 7 Páll Fangi 3 2 8-mannafør 0 1 Knørrur 26 7 2 Ørvur 22 5 3 Argjabáturin 16 4 4 Nevið Reyða 12 3 10-mannafør 0 1 Klaksvíkingur 24 5 2 Eysturoyingur 20 7 3 Havnarbáturin 15 3 4 Skálabáturin 13 2 5 Vestmenningur 10 4 6 Nólsoyingurin 6 1 Tað var í høvdinum at sigurin varð vunnin Fagnaðurin var øgiligur umborð, tá tað stóð greitt, at Eysturoyingur vann jóansøkuróðurin. Eftir alt rokið, sum hevði verið í vikuni, var hetta tiltrongd uppreisn hjá manningini, sum enn heldur fast um FM- møguleikan Mynd: Álvur Haraldsen