týsdagur 27. juni 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 121 - 27. juni 2006 ]
Teir gáaðu ikki um
strandadreingir, sum
umborð á Strípuni
vóru um reppið at
snýta teir norðuri í
Sundi
5-MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Einasta manningin, sum
í Vági endurtók sigurin
av Skálafjørðinum, vóru
dreingirnir
umborð
á
Rituni.
Strípan av Strondum
hevði undan Jóansøkuni
havt vánaligt kappingarár.
Hesa ferð fekk Strípan,
sum lá langt frá teimum, ið
tað hevur gingið væl hjá í
undanfarnu kappingunum,
besta startin. Eina løtu var
Strípan eina bátslongd
frammanfyri teir næstu. So
javnaðist munurin, og tað
tóktist sum um, at tað fór at
enda soleiðis, sum tað hevði
gjørt undanfarnu ferðirnar.
Ritan og Jallur lógu stavn
um stavn, og Kollur var
eina løtu fremstur av øllum.
Undan
endaspurtinum
stakk Ritan seg framum
aftur. Í endaspurtinum gekk
Strípan framúr væl. Hálva
bátslongdin fram til Rituna
minkaði til skut og hálvan
skut, og á
málinum var munurin lítil
og eingin.
– Vit høvdu eyguni eftir
teimum, sum vit higartil hava
kappast við. Vit vistu, at teir
bátarnir vóru allir aftanfyri
okkum. Vit hugsaðu ikki um
Strípuna, sum lá langt úti í
borðinum. Tíbetur vóru vit
fyrri á mál enn teir, men tað
var so akkurát, staðfestu væl
nøgdu Ritu dreingirnir.
Jallur,
Kollur
og
Havfrúgvin komu á mál mest
sum stavn um stavn. Teir vóru
hálva bátslongd aftanfyri teir
báðar fremstu.
Ritan
hevði
sama
flogið, sum hon hevði
á Sundalagsstevnu og
Eystanstevnu. Triðja plássið
hjá Jalli kostaði teimum eyka
stig í kappingini um FM,
sum teir norðuri í Sundi nú
liggja heilt væl fyri í. Ritan
hevur ongantíð vunnið FM.
5 mannafør dreingir
1 Ritan
05:05.08
2 Strípan
05:05.10
3 Jallurin
05:07.16
4 Kollur
05:07.19
5 Havfrúgvin
05:07.21
6 Sílið
05:13.17
7 Blikur
05:15.10
8 Drekin
05:19.07
Áheitin er send
fútanum um at seta
fútaforboð fyri, at
dysturin millum EB/
Streym og VB/Sumba
verður spældur í
annaðkvøld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stríðið um tað eftir hondini
so væl kenda Páll Mohr
Joensen málið hevur nú
fingið enn eina tonn uppeftir.
Mánakvøldið fingu umboð
hjá FSF, VB/Sumba og EB/
Streymi vitjan av løgregluni,
sum hevði innkalling til
fútarættin við sær. Her hevur
HB biðið um, at fútabann
verður sett fyri dystinum
á Eiði mikukvøldið, tí teir
fyrst vilja hava greiðu á,
hvørt tað er rætt, at teir
vórðu dømdir at tapa dystin
móti VB/Sumba tann 25.
mars.
Í HB sigur Steinfinnur
Mittelstein, stjóri í P/F
Havnar Fótbóltur, at tey
avgjørt ikki eru feign
um hetta stigið, men at
tey síggja hetta sum eina
seinasta útveg.
– Verður dysturin á Eiði
spældur í annaðkvøld, so
óttast vit, at málið bara
sleppur at glíða burtur.
Kappingarnevndin hevur
eisini fingið áheitanir frá
eitt nú ÍSF um at flyta
dystin eina viku, soleiðis at
málið kann verða avgreitt
innan
fyri
ítróttarligu
karmarnar. Á sín hátt er
hetta kanska eisini eitt
úttrykk fyri maktarsloysi,
tí vit hava snøgt sagt ongan
annan útveg í málinum,
sigur Steinfinnur.
Hann leggur tó afturat, at
tað enn er møguleiki fyri, at
landsrætturin ikki skal tala.
Hetta um Kappingarnevndin
aktar ynskinum um at flyta
dystin á Eiði, soleiðis at
Ítróttardómstólurin sleppur
at tala í málinum.
Ætla sær at møta
Ein av limunum í Kappingar-
nevndini er Karl Vidtfeldt á
Sandi. Hann vil ikki gera
stórvegis viðmerkingar til
málið í løtuni, men sum
hann sigur, so møtir nevndin
sjálvandi upp í rættinum.
– Í innkallingini, sum eg
fekk, stendur rættiliga greitt
staðfest, hvat hendir, um vit
ikki møta upp. So tað ætla
vit okkum sjálvandi at gera,
er einasta viðmerkingin,
sum hann hevur til seinasta
stigið í málinum.
Mikumorgunin klokkan
11 skal fútarætturin so taka
støðu til, hvat skal henda
í málinum. Og líkamikið,
hvør úrskurðurin verður, so
er talan um nær sagt søguliga
hending
í
føroyskum
fótbólti. Talan er nevnliga
um fyrstu ferðina í fjórðings
øld, at kappingarmál í
føroyskum fótbólti endar í
sivilrættinum.
Drogba fyri Torres
Ensku stórfeløgini standa í bíðirøð eftir undirskriftini hjá
spanska Fernando Torres. Leingi hevur ljóðað, at 22 ára
gamli áleyparin er maðurin, sum skal loysa Ruud Van
Nistelrooy av í Manchester United, men nú vil Chelsea eisini
upp í leikin. Roman Abramovich hevur nú sagt, at hann vil
geva meira, enn nakað boð hjá Manchester United kann
ljóða uppá. Og seinasta tilboðið sigur, at Chelsea vil lata
Didier Drogba umframt eina rúgvu av peningi til Atletico
Madrid. Eisini hevur í seinastuni ljóðað, at Milan vil hava
fatur á Torres, nú Shevchenko er farin til Chelsea.
-mørk
Óli heldur fram í UEFA-nevnd
Føroysk FSF-umboð fingu fleiri nevndarsessir, tá UEFA herfyri hevði nevndarfund.
Óli Holm, FSF-forseti, er afturvaldur fyri 3 ár sum nevndarlimur í ungdómsnevndini
hjá UEFA. Niklas á Líðarenda, varaforseti, hevur fingið at vita, at hann framyvir
skal virka sum altjóða dómaraeygleiðari, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, er nývaldur
nevndarlimur í nevndini, sum tekur sær av sonevndu Hattrick-ætlanini.
-mørk
Knørrur segði
takk fyri seinast
Ørvur var ikki so
ágangandi, sum
tað kundi roknast
við, eftir at teir í
Havnar Róðrarfelag
høvdu vunnið á
Skálafjørðinum
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Róðurin á Vágs firði bendi
á, at tað kanska fer at verða
meiri spennandi í teimum
trimum róðrunum, sum eru
eftir, enn tað higartil hevur
tókst, at tað skal verða.
Eftir
sigrar
í
tveimum teimum fyrstu
kappingunum noyddist
Knørrur at lúta fyri Ørvi á
Skálafjørðinum. Roknað
varð við, at Ørvur aftur
hesa ferð skuldi geva
Knørri skarpan gang,
men soleiðis myndaðist
kappingin ikki.
Argjabáturin
legði
bragdliga fyri, og Nevið
Reyða, sum í trimum
teimum fyrstu róðrunum
hevði verið væl aftastur,
lá fitta løtu á næstfremsta
plássinum.
So
stakk
Knørrur
seg fram. Ørvur royndi
at fylgja við, men tað
gekk illa hjá honum at
taka Argjabátin, meðan
Knørrur so við og við
økti um munin aftur til
teir báðar næstu til eina
bátslongd.
Knørrur helt tørn um
munin aftur til hinar,
og á málinum var hann
klárt fremstur. Ørvur
hevði harða kapping frá
Argjabátinum. Bátarnir
komu mest sum í senn
á
mál,
men
Ørvur
var
reingina
undan
Argabátinum.
Nevið Reyða, sum leingi
fylgdi væl við, var hálva
aðru bátslongd aftanfyri
Ørv og Argjabátin.
– Um vit framvegis
skuldu liggja best fyri í
FM kappingini, so var
neyðugt at vinna. Hesa
ferð stemmaði tað væl hjá
okkum, og nú eru vit fýra
stig frammanfyri tann
næsta. Um Ørvur hevði
havt vunnið hesa ferð,
og vit høvdu havt verið
næstfremstir, so hevði
stigatalið hjá okkum verið
tað sama, og so hevði
útgangsstøðan
undan
trimum teimum síðstu
kappingunum verið tann
sama, sum hon var undan
Norðoyastevnuni. Tað er
hon ikki nú, staðfesti væl
nøgda Knørra manningin,
sum á Vágsfirði rættuliga
segði takk fyri seinast.
8 mannafør
1 Knørrur
04:37.14
2 Ørvur
04:40.09
3 Argjabáturin
04:40.12
4 Nevið Reyða
04:46.20
Við sigrinum á jóansøku megnaði Knørrur at halda fast í
leiðsluni, sum Ørvur annars var byrjaður at hótta
Mynd: Álvur
Opið kríggj:
HB togar FSF í rættin
Vit óttast, at málið bara glíður út í sandin, um dysturin á
Eiði verður spældur, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F
Havnar Fótbóltur
Ritan hevur sama flogið
Tað var um
reppið, at
tað kiksaði
hjá Rituni,
sum als ikki
varnaðist
hóttanina frá
Strípuni
Mynd: Álvur