týsdagur 27. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 121 - 27. juni 2006 ]
Í góða gamla stílinum
smurdi Jarnbardur
bátarnar av, sum
á trimum teimum
fyrstu stevnunum
hava kappats um
fremsta plássið
6-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað verður nógv roknað
eftir Jóansøkuna. Stóri
spurningurin er, hvørjir
møguleikarnir eru hjá
Jarnbardi at vinna FM heitið,
sum tær hava vunnið tvey
tey seinastu árini, og sum
Jarnbardur hevur átt níggju
av fimtan teimum seinastu
árunum.
Talan er so at siga
um millumár hjá óføru
manningini, sum ikki hevur
havt serligar møguleikar at
venja saman, tí fleiri teirra
hava verið burturstaddar.
Í Klaksvík og Kollafirði
luttók báturin við skiftandi
manningum
fyri
at
varðveita møguleikan at
røkka málinum, sum tær
høvdu sett sær. Málið var
at vinna á Ólavsøku. Tað
skuldi gerast, tá ið fleiri av
teimum, sum undanfarnu
árini hava róð við, vóru
komnar av flatlondum.
Á Skálafjørðinum og á
Vágsfirði róði Jarnbardur
við
somu
manning,
og
leygardagin
rukku
tær málinum, sum tær
høvdu sett sær at vinna á
Ólavsøku.
Jarnbardur legði bragdliga
fyri, og tað sást skjótt, at
hetta fór at verða, sum tað
plagdi at vera. Fremsta
plássið
var
ongantíð
hótt, og á málinum var
Jarnbardur hálva bátslongd
undan
Riddaranum,
sum var fremstur bæði
á
Eystanstevnu
og
Norðoyastevnu. Riddarin
var meiri enn eina bátslongd
frammanfyri Lóm, sum
vann á Kollafirði, og sum í
hinum báðum kappingunum
var næstfremstur.
At tað gekk so væl hjá
Jarnbardi bar við sær,
at Smyril, sum í trimum
teimum fyrstu kappingunum
var nummar trý, hesa ferð
varð trýstur aftur á fjórða
plássið. Hann var stóra
hálva bátslongd aftanfyri
Lóm og væl frammanfyri
Hvessing.
Á Norðoyastevnu hevði
Jarnbardur somu tíð sum
Smyril á triðja plássi.
Báðir bátarnir fingu ta
ferðina fýra stig. Fjórðu
plássini á Kollafirði og
Skálafjørðinum bóru við
sær, at Jarnbardur undan
Jóansøkuni hevði tíggju stig.
Nú sprakk Jarnbardur upp á
seytjan stig. Spurningurin
er so, um tað fer at bera
honum til at vinna FM.
Um Jarnbardur eisini
verður fremstur í teimum
trimum róðrunum, sum eru
eftir, so endar hann á 38
stigum. Riddarin hevur 24
stig, og um hann verður
nærstfremstur í øllum hesum
trimum kappingunum, so
fer kontan hjá teimum í
Miðvági á Ólavsøku at
standa á 39 stigum!
Umborð
á
Jarnbardi
hava tær fokus á næstu
avbjóðingini, sum verður
á
Fjarðastevnu
annan
leygardag. Um tað, sum
ikki hevur kenst møguligt
skal gerast til veruleika og
Jarnbardur harvið fer at
endurtaka FM heitið, so skal
Lómur syrgja fyri í hvussu
so er eina ferð at koma fyrr
á mál enn Riddarin. Um
Riddarin megnar í hvussu
so er at leggja ein sigur
aftur at teimum báðum,
sum tær í Miðvági longu
hava vunnið, so verður tað
torført hjá øðrum at vinna
FM.
Umborð
á
Jarnbardi
fegnast tær. Longu nú hava
tær rokkið málinum, sum
tær settu sær fyri at vinna á
Ólavsøku!
6 mannafør kvinnur
1 Jarnbardur
05:09.21
2 Riddarin
05:11.14
3 Lómur
05:15.14
4 Smyril
05:17.20
5 Hvessingur
05:22.10
Italia hekk í klønum trá
Italia var í ringum skørum í dystinum móti Australia. Tíðliga í seinna hálvleiki varð
Marco Materazzi rikin av vølli, hóast flestu sjónvarpshyggjarar mundu vera samd um, at
talan bert var um gult kort.
Australia megnaði tó ikki at avgera dystin, men við 11 móti 10 tóktust teir stevna móti
longdari spælitíð. Móti dystarenda rak Grosso tó inn i brotsteigin, og har eydnaðist tað
honum at detta um Lucas Neil, soleiðis at dómarin gav brotsspark. Hetta setti Totti í
kassan, og so er Italia klárt til tey seinastu átta.
-mørk
Ukraina hevði nervarnar
Føroyar hava higartil tvær av átta teimum sterkastu fótbóltstjóðunum í heiminum í sínum
bólki. Og heilt víst eina av fýra teimum sterkastu, kundi verið lagt afturat.
Ukraina vann seg í gjárkvøldi í 1/8-finaluna móti Italia, eftir at teir vunnu
brotssparkskapping móti Sveis.
Við tveimum liðum, sum bæði hava tolsemi og kontrafótbólt sum fremstu dygdirnar,
var málleysi javnleikurin kanska ikki so óvæntaður. Heldur einki mál kom í longdu
leiktíðini, og so mátu brotsspørk til.
Her misnýtti Shevchenko fyrstu royndina, men síðani vendi alt rætta vegin hjá Ukraina,
Sveis megnaði ikki at skora upp á nakra av sínum royndum.
-mørk
Úrslitini á Jóansøku
bera við sær, at tað
fyri fyrstu ferð síðani
2003 ikki verður
nøkur manning,
sum fer at fáa fulla
úrtøku í hesum
róðrarárinum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Jóansøkan vendi upp og
niður upp á úrslitini, tá ið
vinnararnir verða sammettir
við bátarnar, sum vunnu á
Eystanstevnu.
Í
teimum
sjey
FM
kappingunum var tað bara í
tí eina førinum, at sami bátur
vann bæði á Skálafjørðínum
og á Vágsfirði. Dreingirnir
umborð á 5-mannafarinum
Rituni norðan úr Sundi vóru
bestir á Skálafjørðinum, og
teir vunnu aftur í Vági.
Í øllum hinum kapp-
ingunum var talan um
annan
vinnara
enn
á
Skálafjørðinum. Riddarin
úr Miðvági vann kappingina
millum 6-mannafør við
kvinnum á Skálafjørðinum.
Hesa ferð var Jarnbardur
bestur.
Hetta var fyrsta ferð-
in,
at
Jarnbardur
við
kvinnum vann í ár. Tey
bæði
undanfarnu
árini
vunnu kvinnurnar umborð
á Jarnbardi allar sjey
róðrarnar. Í fjør vann eisini
8-mannafarið Nevið Reyða
allar sjey FM róðrarnar.
Í fyrraárið vóru kvin-
nurnar umborð á Jarnbardi
tær einastu, sum vunnu
allar róðrarnar. Í 2003
var tað, sum tað er í ár.
Eingin
manning
vann
allar róðrarnar. Næst við
var 8-mannafarið Ørvur.
Teir vunnu seks teir fyrstu
róðrarnar.
Á
Ólavsøku
mistu teir fremsta plássið,
sum Kvívíkingur streyk
avstað við. Ørvur varð
nummar tvey á Ólavsøku,
og úrtøkan var tískil 47 stig
fyri tað róðrarárið.
Einki vestur í Vágar
Á Eystanstevnu vunnu
bátar vestan úr Vágum allar
tríggjar kappingarnar millum
kvinnumanningarnar.
Umframt Riddaran úr
Miðvági, sum hesa ferð
noyddist at lúta fyri
Jarnbardi, vann Ørnin úr
Sandavági róðurin millum
5-mannafør við kvinnum
á Eystanstevnu og Frúgvin
úr Miðvági genturóðurin.
Hesa ferð noyddust hesir
bátarnir at lúta. Ørnin, sum
hevði vunnið tríggjar tær
fyrstu ferðirnar, noyddist
at lúta fyri Sílinum, og
Frúgvin noyddist at lúta fyri
Havfrúnni.
Felagið, sum stóð seg
best av øllum í Vági,
var
Kappróðrarfelagið
NSÍ. Eftir vónbrotið í
heimasjógvi, tá ið eingin
manning
hjá
hesum
felagnum vann, vóru teir
aftur fremstir í tveimum
kappingum.
Sølmundur
var frammanfyri Sunda-
bátin, og fram um alt
hevði tað týdning fyri
Kappróðrarfelagið NSÍ, at
tað eydnaðist Eysturoyingi
at vinna, eftir at flaggskipið
hjá eysturoyingum so at siga
ikki tók lut í kappingini, tá
ið teir skuldu royna seg í
heimasjógvi.
Knørrur kiksaði á Skála-
fjørðinum, eftir at hann
hevði vunnið tvær tær fyrstu
ferðirnar. Hesa ferð settu
teir umborð á Knørri Ørv,
sum vann á Skálafjørðinum,
so rudduliga upp á pláss.
FM favorittar
Dreingirnir umborð á Rituni
hava vunnið tríggjar tær
seinastu ferðirnar, og teir
eru greiðir favorittar at vinna
FM.
Knørrur
má
roknast
sum favorittur at vinna
kappingina
millum
8-
mannaførini, og Sølmundur
er eftir tríggjar ferðir
fulla
úrtøku
favorittur
í kappingini millum 6-
mannaførini við monnum.
Í hinum kappingunum er
tað so mikið tætt og úrslitini
so mikið óstøðug, at tað illa
ber til at vísa á upplagdan
FM kandidat.
Ofta hevur tað verið
soleiðis, at bátar so at
siga hava tryggjað sær
FM heitið í triði síðstu
kappingini. Hon verður á
Fjarðarstevnu í Vestmanna
annan leygardag, 8. juli. So
verður róð á Vestanstevnu
í Sandavági 15. juli. Tað
tykist vera góður møguleiki
fyri, at fleiri kappingar ikki
fara at verða avgjørdar
fyrrenn í ólavsøkuróðrinum
á Havnarvág ólavsøkuaftan
28. juli.
Ólavsøkumálið er longu rokkið
Jarnbardur er nú aftur í oddinum. Sigurin á jóansøku bendir á, at báturin kanska kann gerast
ein veruliga hóttan í FM-stríðnum
Mynd: Álvur
Fremstu bátarnir eru ódrúgvir