Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 121 - 27. juni 2006 ] Genturnar umborð á Havfrúnni gjørdu púra óvæntað bart, tá ið tær vunnu tætta kapping við Blik og Frúnna 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í prúðu kappróðrarbygdin Vestmanna hevur tað mest sum verið øskukalt seinastu árini. Tí kom tað sera væl við – bæði í Vestmanna og kappróðrarheiminum sum heild – tá ið genturnar umborð á Havfrúnni leygardagin vóru fyrstar á mál. Móttøkan var sum tá ið nógvir sigrar hava verið driginir til Vestmanna, og tað er ikki frítt, at kikararnir eru funnir fram aftur, og vestmenningar eygleiða kappróðrarbátarnar, nú teir venja til Fjarðastevnuna. Hon verður í Vestmanna annan leygardag. Sigurin var óvæntaður. Frammanundan hevði Frúgvin vunnið tvær ferðir, og Blikur vann á Norðoyastevnu. Tá var Havfrúgvin nummar fimm, og eftir næstfremsta plássið og tætta kapping um fremsta plássið á Kollafirði, datt Havfrúgvin aftur á fimta plássið á Skálafjørðinum. Hesa ferð var øðrvísi. Frúgvin, sum hevði vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, helt seg leingi eitt sindur aftur. Havfrúgvin, Drekin, Hvassi og Blikur løgdu bragdliga fyri. Spurningurin var, um Havfrúgvin fór at halda tørn um fremsta plássið, sum hon alla tíðina hevði. Tað megnaðu vestmannagentur. Kappingin var øgilig við Blik, og Frúgvin og Drekin fylgdu væl við. Havfrúgvin hevði marginalirnar á sínari síðu, og hóast Frúgvin framvegis er væl fremst í FM kappingini, so er framvegis møguleiki fyri, at broyting kann koma í. Hetta var fyrsta ferð- in síðani 1999, tá ið vestmannagentur í nýggjum báti vunnu FM, at Havfrúgvin við gentum vann, og hetta var fyrsti sigurin í kappróðri, sum vestmenningar hava vunnið síðani á Ólavsøku fyri tveimum árum síðani, tá ið dreingirnir umborð á Havfrúnni vunnu. Nú er tað gentumanningin á Havfrúnni, sum slær kappróðrartónan ann í Vestmanna. 5 mannafør gentur 1 Havfrúgvin 05:26.13 2 Blikur 05:26.20 3 Frúgvin 05:27.02 4 Drekin 05:27.15 5 Hvassi 05:29.01 6 Firvaldur 05:34.07 7 Ørnin 05:34.17 8 Dúgvan 05:45.00 Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið Sundabáturin og Sølmundur vóru í so tættari kapping, at tað var neyðugt við umróðri 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Sølmundur vinnur alla aðra staðni, enn tá ið hann rør heima hjá sær sjálvum. Tað er logiska staðfestingin eftir fýra teir fyrstu FM róðrarnar. Sølmundur var frammanfyri Sundabátin á Norðoyastevnu og Sundalagsstevnu. Á Skálafjørðinum, har Sølmundur dagliga sæst venja, lá Sundabáturin á honum, men í Vági svaraði Sølmundur aftur og fór við teimum sjey vinnara stigunum. Talan var um øgiliga kapping, áðrenn tað var greitt, hvør skuldi eiga vinnarastigini. Tað var ikki fyrrenn eftir umróður við Sundabátin, at Sølmundur hevðí tryggjað sær sigurin. Í umróðrinum var eingin ivi um, at Sølmundur var bestur. Tá fekk Sølmundur betri start, og hann var frammanfyri allan túsund metra teinin. Í fyrra førinum legði Sølmundur eisini bragdligari fyri. Hann var tað mesta av einari bátslongd undan Sundabátinum eftir startspurtin. Sundabáturin tók seg fleiri ferðir fram, men tað tóktist sum um, at teir umborð á Sølmundi høvdu sinniliga yvirskotið at svara aftur. Í endaspurtinum gjørdist tað sera tætt, hálva bátslongdin gjørdist til ein skut og so til hálvan skut og minni enn tað. Málmyndirnar, sum eru myndir tiknar við 25. parti av sekundi ímillum hvørja myndina, vístu ikki nakran mun millum teir báðar fremstu. Tí var neyðugt við umróðri. Jarnbardur var triður á mál, men higartil hevur tað ikki eydnast Jarnbardi ella nøkrum øðrum at blanda seg í kappingina um FM heitið. Hon stendur millum Sundabátin og Sølmund, og nú er Sølmundur heilt væl fyri. 6 mannafør menn 1 Sølmundur 04:47.11 2 Sundabáturin 04:48.13 3 Jarnbardur 4 Gongurólvur 5 Páll Fangi 6 Smyril 7 Lómur 8 Hósvíkingur 9 Víkingur 10 Kollfriðingur 11 Árnfjarðarbáturin Í fjórðu royndini eydnaðist tað hjá Sílinum Eftir at tær í trimum teimum fyrstu kappingunum høvdu verið aftanfyri Ørnina, megnaðu meistararnir frá í fjør at koma fyrst á mál 5-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Endiliga eydnaðist tað hjá kvinnunum umborð á Sílinum, sum í Vági vunnu fyri fyrstu ferð í ár. Í trimum teimum fyrstu kappingunum var Sílið næstfremst. Sigurin var tann næsti til Havnar Róðrarfelag í ár. Fyrsta sigurin vann 8-mannafarið Ørvur á Skálafjørðinum. Í fjør vóru kvinnurnar við Sílinum ógvuliga sannførandi. Tá vunnu tær FM í stórum stíli. Tær vóru fremstar í øllum róðrunum uttan á Fjarðastevnuni. At Sílið fór at verða við í FM kappingini í ár var ikki óvæntað. Men sigurin hesa ferð var ikki so væntaður. Á Norðoyastevnu og Sundalagsstevnu var Sílið bara eitt sekund aftanfyri Ørnina. Á Skálafjørðinum var sigurin hjá óføru Ørnini sera sannførandi. Tískil var lítið, sum bendi á, at Sílið skuldi taka Ørnina á Jóansøku. Sílið fekk besta startin, og Sílið var á odda mest sum allan teinin. Ørnin legði seg upp á síðuna av Sílinum, tá ið tað varð farið undir endaspurtin, men tær á Sílinum svaraðu aftur, og á málinum var munurin ein hálv bátslongd. 5 mannafør kvinnur 1 Sílið 05:17.16 2 Ørnin 05:18.16 3Jallurin 05:22.09 4 Ritan 05:24.19 5 Drekin 05:26.07 6 Junkarin 05:29.13 7 Báran 05:31.00 8 Tjaldrið 05:32.05 9 Blikur 06:16.10 Somikið javnt var í 6-mannafarsróðrinum, at tað var vónleyst at meta um, hvør bátur var fremri. Tí gjørdist neyðugt við umróðri millum Sølmund og Sundabátin Mynd: Álvur Sølmundur trívist best úti hjá øðrum Vestmanna vaknað úr róðrardvala Fyri fyrstu ferð í sjey ár vann Havfrúgvin FM-róður. Enn er Frúgvin fremst, men alt talar fyri eini serstakliga spennandi kapping í genturóðrinum Mynd: Álvur Unglingafinala mikukvøldið Tórsvøllur verður karmurin, tá GÍ og HB mikukvøldið fara at takast í finaluni um Thomas Dam & Co. steypið. Bæði feløgini hava í ár víst, at tey hava sterk lið, og tí kann roknast við einum spennandi dysti, har báðir partar geva seg fult út. Eiler Rasmussen er settur at døma dystin, og verður hesin sparkaður í gongd klokkan 19.00. -mørk Nýtið vit og skil! Higartil hevur HM-kappingin í Týsklandi sett met, tá talan er um gul og reyð kort. Tendensurin hevur verið greiður alla tíðina, og sunnukvøldið gekk heilt galið, tá Portugal og Holland spældu. Fyrrverandi danski topp- dómarin, Kim Milton Nielsen rópar nú varskó. – Higartil hava dómararnir valt at fylgja eini harðari linju. Tað hevur onkra tíð við sær, at vit og skil hvørva. Tað kann geva nakrar komiskar støður, og tað er ikki virðiligt, sigur Milton. -mørk