týsdagur 27. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 121 - 27. juni 2006 ]
Gøtumenn javnaðu
í yvirtíðini og vístu
harvið moralin, sum
skal til fyri at vera
millum liðini, sum
kappast um fremsta
plássið og harvið
meistaraskapin
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var undirhaldandi,
og tað var ferðmikið. Í
góðveðrinum í Sarpugerði
sunnudagin vístu GÍ og NSÍ
í grannauppgerðini kring
Gøtueið, at fótbóltsáhugað
nýtast ikki at sita frammanfyri
sjónvarpið ella at rinda í
dýrum dómum fyri at fara
niður til Týsklands fyri at
uppliva fótbóltsspenning
og harvið fyri at fáa
adrenalinið at pumpa næstan
ómenniskjaliga skjótt og
nógv.
Ein av orsøkunum til at
tað higartil hevur hilnast
væl bæði hjá GÍ og NSÍ
er, at liðini eru væl skipað.
Hetta sást væl hesa ferð.
Báðir partar vildu sjálvandi
vinna og harvið styrkja um
sína støðu í toppinum. Men
teir vildu ikki leypa á fyri
einhvønn prís. Tað ráddi um
at binda um so álopið ikki
var sektað og mótstøðuliðið
fekk mál. Hetta gjørdi seg
serliga galdandi fyrsta hálva
tíman.
NSÍ legði seg framum, tá
ið ein tími var farin. Næsta
hálva tíman lógu trý stig
í NSÍ viðførinum, og tað
var vorðið sum fongur.
Um úrslitið hevði hildið
sær, so hevði NSÍ syft seg
heilt upp hagar, sum teir
undan
kappingarbyrjan
proklameraðu, at teir ætlaðu
sær at vera, og sum tað í
fleiri vikur í vár kendist
veruleikafjart, at teir skuldu
røkka.
Men GÍ vísti góðan
hugburð. Stutt eftir NSÍ
leiðslumálið var um reppið,
at gestirnir øktu til 2-0, men
skotroyndin hjá Boga Løkin
brast í tvørtræið aftanfyri
Géza Turi, sum ikki var
heilt sakarleysur, tá ið NSÍ
fekk sítt mál. Brynjolvur
Nielsen legði innfyri úr
høgru, GÍ málverjin tóktist
hava tak á, men hann misti
bóltin, og so var Bogi Løkin,
sum støðugt stríðir og spælir
seg til sentralt pláss á NSÍ
miðvøllinum, fyrstur á, og
við høvdinum stýrdi hann
bóltinum í málið. At Bogi
fram ímóti dystarenda
noyddist av vøllinum kom
illa við hjá NSÍ.
Hóast leikliga yvirvág fitta
løtu, so megnaði NSÍ ikki at
økja um leiðsluna, og stútt
og støðugt gekk tað soleiðis,
sum tað kann roknast við, tá
ið lið, sum í trettan teimum
fyrstu umførunum hevur
strítt seg til pláss millum
tey fremstu, er aftanfyri við
einum máli á heimavølli.
Intensiteturin var øgiligur.
Undan steðginum hevði GÍ
havt bóltin meiri enn NSÍ.
Gøtumenn høvdu fleiri
hornaspørk, og í tveimum
førum stóðust spentar støður
í NSÍ brotsteiginum eftir
at GÍ hevði sent fríspark
innfyri. Men Jens Martin
Knudsen helt tætt. Ta einu
ferðina nýtti hann andlitið
til at beina bóltin av vegnum
við, tá ið Gunnar Nielsen
hevði roynt seg!
NSÍ hevði brodd og tyngd,
tá ið teir fóru í mótálop.
Talan var fyri tað mesta um
vinstrakoyring. Christian
Høgni Jacobsen var kanska
betri
upplagdur,
enn
hann hevur verið seinastu
vikurnar. Tað sigur ikki so
lítið. Tá ið hann setti ein
og tveir mótstøðumenn av,
gjørdist tað sjálvandi torført
hjá óføru GÍ miðverjunum
at telja upp, og Óli Hansen
var fleiri ferðir tætt við.
Makkarin hjá honum í
fremstu røð, Sonni L.
Petersen, var eisini spentur,
men hann hevði tann
trupulleikan, at hann ofta
datt í rangstøðufelluna.
Tríggir minuttir vóru
lagdir
afturat
vanligu
Ronaldo vil sleppa til Madrid
Portugisiski Cristiano Ronaldo, sum seinnu árini hevur spælt í
Manchester United, verður kanska næsta stjørnan, sum fer av
Old Trafford. Undir øllum umstøðum tykist vist, at Ruud Van
Nistelrooy fer úr felagnum, og nú hevur Ronaldo sagt, at væl
kundi hugsað sær at spælt í Real Madrid. Enn hevur hann tó ikki
biðið um at koma á sølulistan, men sambært enskum miðlum
fer hann at tosa við Manchester United um sína framtíð, tá HM-
endaspælið er av.
-mørk
Heimstoppurin móti Føroyum
Við sigrunum hjá Italia og Ukraina í gjár stóð greitt, at tað verða nakrar av heimsins
sterkastu fótbóltstjóðum, sum komandi tvey árini vitja her á klettunum. Og tað kann
sum so gerast enn betri. Vinnur Frakland sín dyst á Spania í kvøld, verða trý av komandi
mótstøðuliðum okkara millum tey átta sterkastu. Hartil stendur longu greitt, at Italia og
Ukraina skulu spæla 1/4-finalu, og tí verður minst eitt av mótstøðuliðum okkara í minsta
lagi hálvfinalistur í kappingini.
-mørk
Formula-liðið
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 14.
umfarinum av Formula-deildini
leiktíðini. GÍ slepti heilt
nógv í verjupartinum, og
tað kendist sum um, at eitt
mál fór at koma afturat.
Sámal Joensen og ikki
minst Hans Jørgen Djurhuus
vóru arkitektar aftanfyri GÍ
trýstið, og tá ið 45 sekund
restaðu av tíðini, sum Lassin
Isaksen hevði lagt afturat,
eydnaðist tað GÍ at fáa mál.
Áslakur R. Petersen legði
innfyri úr høgru, sendingin
tóktist at vera ov long, men
aftanfyri handara stólpan var
miðverjin Kaj Ennigarð. Við
høvdinum legði hann innfyri
aftur málið, og innskifti
Sverri Jacobsen, sum fleiri
ferðir fyrr í ár hevur víst,
at hann hevur gott máltev,
stýrdi bóltinum í kassan.
1-1 og eitt stig í part.
Heimafólkið
fegnaðust
um stigið, sum tey høvdu
vunnið, og gestirnir iðraðu
seg um, at tað kortini skuldi
enda soleiðis, at tey mistu
tvey stig.
Talan var um nógvar og intensar nærdystir, tá GÍ hevði vitjan
av NSÍ sunnudagin
Mynd: Álvur
GÍ-NSÍ 1-1 (0-0):
NSÍ misti tvey stig í evstu løtu
Umbering
til lesaran
Av
misgávum
var
dystargreinin
her
á síðuni ikki við í
blaðnum í gjár. Vit biðja
lesaran um umbering
fyri mistakið.
-mørk