Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 121 - 27. juni 2006 Føroyskt sniðgeving í Kirkjubø Nú summari nærkast og ferðafólkini streyma til landið, letur Borgnýardóttir upp deild í Kirkjubø. Seinastu dagarnar hava tey ruddað og riggað hølini til, so nú er klárt at taka ímóti mongu ferðafólkunum, sum vitja í Kirkjubø. Har hava ferðafólkini og onnur vitjandi møguleikan at síggja og eisini keypa føroyskt sniðgivin klæðir frá Borgnýardóttir. Sum so hjá mongum øðrum, so er tað í summartíðini, at Borgnýardóttir selur mest. Vanligt selja tey nógv til útlendingar, og nú tey lata deild upp í Kirkjubø, eru tey sera spent, hvussu hetta fer at ávirka summarsøluna. Men tað er ikki bara í Kirkjubø, at ferðafólkini og onnur áhuga hava møguleikan at síggja sniðgeving frá Borgnýardóttir. Í Gøtu hava tey nevniliga latið ein verkstað upp í summar, har møguleiki er at síggja og fylgja við í, hvussu vøran verður framleidd.