týsdagur 27. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 27. juni 2006
37
Puntur nr. 21
Tit kunnu gevast at
leita – eg havi funnið
himmilríkið á jørð.
Laugarspa í Reykja-
vík, meini eg er tað
nærmasta, ein kann
koma paradís á jørð.
Ein fimmstjørna
heilsumiðstøð, ið fær
teg í balansu bæði
sálarliga og likamliga
Spa
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Hvussu vit hava tað bæði
likamliga og sálarliga verður
raðfest alt hægri. Í hesum
viðfangi eru sokallaðar
heilsumiðstøðir opnaðar
nógvastaðni. Spa verður
tað nevnt uttanlands. Spa
er stytting av setninginum
»Salus per aqua«, sum merkir
heilsa gjøgnum vatn.
Á Laugarspa hava tey
so sanniliga tikið hetta til
sín. Ikki færri enn seks
hitarúm eru tøk og brúsir
við ymiskum vatni renna
omanyvir teg.
At koma inn í Laugarspa
er sum at koma inn í eina
aðra verð. Tað fyrsta ein
verður biðin um, er at blunda
við høgra eyganum og
hyggja við vinstra inn í eina
fotolinsu. Tað er sokallað
»eye identification«. Tað vil
siga at ein nýtist bara at vísa
vinstra eyga fyri at komað
inn í teir ymsku partarnir av
húsinum.
Angandi luft
Ljósið er dempað og luftin
angar av frískum citrus
fruktum. Ljóðið av perlandi
vatni hoyrist alla tíðina.
Vætan í luftini og hitin
er ymiskur inni í teimum
seks hitarúmunum. Í fyrsta
rúminum eg fari inn í, er
tað stjørnuhimmal oman
fyri mær, og ógvuliga nógv
væta í luftini. Tað er næstan
so, at ein ikki sær hurðina,
frá einum enda í hin av
rúminum.
Tá tað gerst ov heitt er
bara at fara út í brúsuna.
Har kann ein velja millum
tropiskt regn ella 10 sekundir
av køldum vatni. Git hvat
eg velji? Sjálvandi tað
tropiska regnið, sum sirmar
niður yvir meg og er deiliga
svalkandi.
Tað kaldasta hitarúmið
er 64 stig og tað heitasta er
95 stig. Harímillum eru so
nøkur, sum eru um 70 stig.
Eitt hitarúm er, sum at koma
inn í eina Vicks karamellu.
Tað angar frískt av mentholi,
og lunguni gera gleðihopp
av tí væturíku luftini. Í
hátalarunum hoyrur ein
fuglasang.
Øll heilsumiðstøðin er sera
vakurt sniðgivin í granitti,
og rundir formar á stólum,
benkrum og borðum eru
gjøgnumgangandi. Í tveimum
av hitarúmunum er mosaik
á øllum veggjum. Hini eru
gjørd í træ við vøkrum
steinum á vegginum.
Tað er kendi sniðgevarin
Sigurdur Gudmundsson,
sum hevur gjørt heilsu-
miðstøðina.
Hylur gerst bobblibað
Tá ein gerst troyttur av
hitarúmunum er bara at fara
í hylin, ið er mitt í rúminum.
Har er vatnið behagilig 35
stig, og tað er bara at trýsta á
ein knøtt, so gerst hylurin um
til bobblibað. Eisini kann ein
vaska føtirnar í sergjørdum
baljum til tað endamálið.
Við síðuna av heilsu-
miðstøðini er ein kaffistova.
Har kann taka ett glas
av vatni, lesa eitt blað
ella fáa mat ella drykk
serveraðan. Kaffistovan er
bara fyri viðskiftafólki í
heilsumiðstøðini, so har er
gjørligt at sita í síni baðikápu
og eta.
Størsta rúmið er hvílu-
rúmið við einum 30 stórum
leðurstólum og einum eld-
staði mitt í rúminum. Har er
næstan bølamyrkt og gjørligt
er at leggja stólin niður til
liggjandi.
Venjingarstøð
Lagugarspa er bara ein
partur av eini stórari miðstøð
har ein kann venja, svimja,
fáa viðgerðir og klippa sær.
World Class, sum venjingar-
miðstøðin eitur, er tann
størsta í øllum Íslandi. Hon
opnaði fyri 2,5 árum síðani,
og tá hildu nógv, at støðin var
alt ov stór og leigaðu partar
av henni út. Hetta fingu tey
tó umprøvað eftirsum fólk
streymaði til, og nú hava tey
longu verði noydd at byggja
út.
Svimjihylurin er eisini
ein tann størsti í Ìslandi, við
bæði innandura og uttandura
hylum.
Paradís á jørð er funnið
Fuglasangur og stjørnuhimmal í Laugarspa
Hylurin mitt í heilsumiðstøðini er 35 gradir heitur
Hvílurúmið hevur einar 30 leðurstólar har ein kann slappa av