mikudagur 28. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 28. juni 2006
7
Mánamorgunin
kl. 08:00 fóru 700
ung fólk umborð á
Norrønu. Vælumtókti
ungdómstúrurin
hjá Smyril Line var
á skránni. Har var
nógvur tónleikur,
dansur og gott lag fyri
allar pengarnar
UNGDÓMSTÚRUR
Lív Reinert Kjeld
liv.reinert.kjeld@sosialurin
Ungdómstúrurin við Norrønu
hjá Smyril Line er við at
verða eitt afturvendandi
tiltak. Mánamorgunin fóru
700 væluppløgd ung fólk
umborð at hugna sær saman,
eftir at skúlin er liðugur. Tey
hava havt tað stuttligt, og
umborð hevur verið sum á
stovugólvinum.
Á skránni var dansur,
karaóki,
tónleikur,
kickboksing
og
mangt
annað. Harafturat høvdu
tey ungu møguleika at fáa
andlitsviðgerð og fara til
hárfríðkan umborð.
Elin Hentze í Stórustovu
var fyriskipari, og hon letur
sera væl at. –Hetta hevur
gingið strálandi; yvir allar
vónir og væntanir. Eg hevði
ikki ímynda mær, at hetta
fór at eydnast so væl, sum
tað gjørdi. Eg havi prátað
við skiparan, starvsfólk,
vaktir og nógv av teimum
ungu fólkunum umborð,
og øll eru vælnøgd. Tað
sæst, at øll eru við fyri at
hugna sær; lagið er gott,
og tað hava verið sera fáir
trupulleikar. Hetta er ein
fittur skari av ungum fólki.
Eg vil fegin takka vaktum,
manningini, teimum, sum
hava undirhildið og øllum
teimum ungu fólkunum fyri
ein ómetaliga góðan túr,
sigur ein glað Elin Hentze í
Stórustovu at enda.
Vælnøgd við ungdómstúrin
Elin Hentze í Stórustovu, fyriskipari, er ómetaliga væl nøgd við
ungdómstúrin.
Búgvi Øster, 21 ár,
Signabøur. Studentur;
hevur gingið í studenta-
skúlanum í Hoydølum í
Havn.
n Hvat heldur tú um
túrin?
– Jú, hetta er fínasta slag;
lagið er gott, og her eru
nógv kend fólk umborð,
so tað er bara stuttligt. Eg
eri her saman við nøkrum
floksfeløgum, og vit hugna
okkum saman. Tænastan
hevur verið sera góð,
serliga í móttøkuni. –Men
tað er kanska eitt sindur
synd i teimum ”vanligu”
ferðafólkunum…
n Trý orð um túrin:
– Vátt, gott og kátt!
n Hvussu dámar tær
tónleikin umborð?
– Tað var løgið at hoyra 200
spæla á dekkinum klokkan
átta um morgunin; stuttligt,
at tónleikurin varð tveittur
um alla Havnina.
Hvat heldur tú um túrin?
Jógvan Jacobsen, 16 ár,
Havn. Liðugur við 10.
flokk; hevur gingið í
Eysturskúlanum í Havn.
n Hvat heldur tú um
túrin?
– Hetta er ordiliga stuttligt;
nógv vinfólk eru umborð,
og vit hava tað ordiliga
stuttligt. Veðrið hevur
verið super!
n
Hevur
tú
havt
sjóverk?
– Slett ikki!
n Trý orð um túrin:
– Fínur, stuttligt, nógv-
kend-fólk!
n Hvussu dámar tær
tónleikin umborð?
– Eg havi ikki lurtað so
nógv, men Skunk spældu í
øllum førum væl.
Evi Hjalt, Vágur, Vígdis
Enni, Tvøroyri og Inge
Marie Rasmussen, Tvør-
oyri; allar 16 ár og lidnar
við 10 flokk.
n Hvat halda tit um
túrin?
– Hann er super, fínur!
–Ordiliga góður!
n Hava tit havt sjóverk?
– Nei, als ikki!
n Trý orð um túrin:
– Festligur, suverenur,
genialur!
n Hvussu dáma tykkum
tónleikin umborð?
– Hann er ordiliga festligur,
góður at dansa eftir!
Yvirlýsing um
yvirtøku av Vága
Floghavn er
almannakunngjørd
27. juni, eftir
Ríkisfundin í
Suðurjútlandi. Har
verður nevnt at
Danmarkar partur í
Vága Floghavn verður
latin føroyskum
myndugleikum
at eiga og reka.
Miðjað verður eftir
at yvirtaka hendan
partin 1. februar
2007, sigur løgmaður.
Flogvøllurin
Jóhan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Stjóri á Atlantic Airways,
Magna Arge, sigur í
viðmerking til Sosialin,
at tað hevði verið ein
gleðiboðskapur
um
viðurskiftini
umkring
flogvøllin komu uppá pláss
soleiðis at tey vórðu dagførd
til nútímans viðurskifti.
– Tað er uppá tíðina at hesi
viðurskifti koma í rætt lag,
tí umstøðurnar eru ótolandi
fyri bæði ferðafólk og
arbeiðsfólkið.
Finnboga Niclasen, stjóri
á Vága Floghavn. Er samdur
í, at umstøðurnar fyri bæði
ferðafólk og arbeiðsfólk
eru ótolandi. Har gerst ofta
sera trongt at arbeiða og hjá
ferðafólki at koma til og av
flogvøllinum, sigur Finnbogi
Niclasen.
Hann er sera væl
nøgdur við útviklingina.
Nógv hevur verið tosað
um hetta málið, men nú
kemur vónandi gongd í
hetta av álvara. – Nógvar
frágreiðingar eru komnar
herfrá og ein arbeiðsbólkur
hevur arbeitt við málinum
og hevur lagt hetta fyri
løgmanni. Og síðan er avger
m.a. tikin við støði hesum
arbeiði. Finnbogi er sera
væl nøgdur við hesa avger,
sum er at lesa í eini felags
yvirlýsing frá løgmanni
og forsætisráðharranum.
Hetta síggi eg sum eina
stóra avger og yvirtøkan
er eisini í lagi. Tað hevur
riggað væl við Statens
Luftsfartsvæsen,
men
eigaraskiftið er í ordan.
Ein av okkara
heimildarmonnum
hevur júst verið á
konsert hjá 200 á
Roskilde Festival.
“Tað var totalt
feitt”, var hansara
niðurstøða.
tónleikur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
200 framførdu í einum
stórum tjaldi. Sagt verður,
at umstøðurnar vóru sera
góðar – ljóðgóðskan var
í topp, og umstøðurnar
annars vóru á góðari leið.
Fleiri 1000 fólk mundi vera
til staðar, og av teimum
mundi eini 200 (stuttligt
nokk) vera føroyingar.
Áðrenn 200 komu á
pallin, rungaði tjóðsangurin
tvær ferðir í tjaldinum.
Hetta man hava verið
nakað serligt fyri tey sum
ikki eru føroyingar. Men so
komu 200 uppá pallin, og
teir leveraðu eina framúr
góða konsert, verður sagt.
Tað var sera gott lív í, hóast
at heimildarmaður okkara
sigur, at tað vóru nøkur, sum
ikki skilti hvat ið fór fram í
tjaldinum.
Hæddarpunktið á kon-
sertini var “Muscleman
Blað”. Annars spældu 200
tilfar frá teimum báðum
fyrstu útgávunum, og
eisini okkurt av tí komandi
Graceland. 200 vóru enntá
róptir upp aftur, og tá spældu
teir 2 eykaløg. Hetta má
sigast at vera sera flott klára
av okkara punkarum.
Sambært okkara keldum,
fingu 200 stak góð ummæli
í festivalavísini. Vit royna at
fáa hendur á ummælinum til
í morgin.
Gott at viðurskiftini koma í rætt lag Tað kókaði hjá 200 í Roskilde
Magni Arge, stjóri í Atlantic
Airways
Uni Àrting, trummusláari í 200