Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 121 - 27. juni 2006 tíðindi Í samband við fram­ førsluna í kon­sert­ sali­num í Tivoli ko­m­ andi september, fekk Sosialurin eitt prát við Eivør Páls­dóttir í morgun. Tað var eyðsæð, at hon met­ ir hetta verða heilt stórsligið. Hon vísti á, at hon gleðir seg til at skriva sítt navn í longu og navn­framu søguna á hesum heimskenda kon­ sertsali Eivør í Tivoli Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) “Hetta verður heilt stórt. Eg havi verið inni í salinum, og har eru ótrúliga góðar um­støður. Akustikkurin er frálíkur, og tað vakra um­hvørvi ger tað heila enn størri”, sigur hon. “Fleiri av teimum heilt stóru tón­lei­k­a­ nøvnunum hava spælt har, og so er tað so stuttligt at hugsa sær, at um nakrar mánaðir, skal eg framføra har”. Unga gentan sum sleit sínar barn­a­ skógvar í Gøtu, hevur førkað seg út í verðina. Eivør er av álvara við at gerast kend í útheiminum, og er hetta nak­ að sum føroyingar eru ernir av. Unga Eivør hevur spælt nógvar konsertir í losjuni í Gøtu, so hetta má kennast sum eitt risalop. Ein stór verkætlan Salurin er stórur. Hann tek­ur út við 1700 fólk, so tað er ongin ivi um, at hetta er ein av teimum størru konsertunum fyri Eivør. “Hetta er eitt stórt til­tak. Tað heila er ordiliga professionelt”, sigur hon. “Hóast tað eru fleiri mánaðir til konsertin verður, so eru all­ar fyrireikingar longu komn­ar uppá pláss. Vit hava enn­tá longu avgjørt hvørji løg vit fara at spæla, tí at her eru so nógv fólk sum eru við í verkætlanini”. “Har verða nógvir tón­leik­ ar­ar, so har er nógv ið skal venj­ast og tilrættisleggjast. Hóast eg havi spælt saman við tónleikarunum áður, so verður hetta nakað heilt serligt”. Eivør hevur spælt saman við hesum tón­leik­ arum á teimum báð­um “Tríggjar Havfrýr”- kon­ sert­u­num, sum hava verið í Føroyum og í Danmark. “Hesaferð verður tað bara mítt tilfar, sum vit framføra, og tí eri eyka spent uppá kon­sertina”, sigur hon. Tá ið Eivør fer á pallin, hevur hon bæði føroyskar og danskar tónleikarar aft­ ur­at sær. “Í løtuni situr ein dani og útsetir nøkur av mínum løgum til eina strúkikvartett. Eg gleði meg til at hoyra tað úrslitið. Ann­ars er tað eisini eitt sindur serligt, at eg havi tvær danskar kórsangarar við mær. Tær duga ikki so væl at syngja føroyskt, so tað verður mest til Uhh og Ahh”, sigur Eivør grínandi. “Afturat teimum báðum donsku kórsangarum hevur Eivør fingið Unn Patursson at syngja við. “So kann hon hjálpa við tí føroyska”, leggur hon skemtandi aft­ ur­at. Tað gongur rætta vegin Tað sær út til, at danir taka Eivør og hennara tónleik til sín. Fyri ári síðan gav hon út fløgu saman Dan­ mark Radio Big Band. Hetta big band er kent víða um, og tískil er tað at kallað eitt privilegium at sleppa at framføra við tí bólkinum. Fløgan sum tey góðu út saman, hevur verið væl móttikin, og tær eftirfylgjandi konsertirnar hava verið væl vitjaðar. Men er Eivør um at gerast kend í Danmark? “Eg vil ikki siga at eg eri kend. Her stendur onki blað­ fólk uttanfyri mína hurð”, sig­ur hon skemtandi. “Men eg merki, at tað koma fleiri og fleiri fólk á mínar kon­ sertir. Tá eg spæli, er tað sum oftast útselt, so eg haldi at tað gongur rætta vegin”. “Men tað er ikki so, at nógv fólk steðga mær á gøtuni. Eg haldi heldur ikki, at eg eri eitt tílíkt listafólk. Tey sum hava áhuga fyri mær og mínum tónleiki, koma á konsertirnar og fara heim aftaná. So tað er ikki tað stóra við at skriva autografar. Men allíkavæl haldi eg, at nógv fólk vita hvør eg eri”, sigur hon. “Men tað heila er mestsum stille og roligt”, vísur hon á. Nógvar spennandi framførslur Eivør skal framføra rætt­i­ liga nógv í summar. Longu fríggjadagin skal hon á pall á Roskilde Festivalinum. “Eg skal framføra á einum lítlum palli, sum fyrst og fremst er ætlaður sokallaðum singer/ songwriter tónleik”. Hóast hon hevur nógvar framførslur fyri framman, so sigur Eivør, at hon heldur hetta vera eitt rættiliga Um góðar tveir mán­ aðir verður kon­sert­sal­ urin í Tivoli karmur um eina ta størstu kon­sertina nakrantíð, har ein føroyingur er høvuðspersónur, tá Eivør Pálsdóttir fer á pallin at syngja fyri eini 1.700 áhoyrarum Eivør í Tivoli Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) Konsertin verður leyg­a­r­ kvøl­d­ið 9. september kl 20. Tá fer Eivør á pallin sam­an við nøkrum av mat­ astu tónleikarunum í kong­ a­­rík­i­num, og talan verður um tónleik á høgum stigi, tí talan er veruliga um teir bestu tónleikararnar, sum Ei­v­ør hevur savnað sær til hetta kvøldið. Tað er blaðið »Kvinna«, sum skipar fyri konsertini. Tónleikararnir verða bæði danir og føroyingar: Troels Skovgaard á gitt­ ara. Hann hevur spælt sam­an við Hanne Boel og Cæcilie Norby. Klaus Men­ zer leikar trummur. Hans­ ara tónlistarliga karr­i­era byrjaði í bólkinum Sneak­ ers, har navnframka Sanne Salemonsen var sangari. Okkara Edvard Nyholm De­bess fer at leika bass. Hann hevur í nógv ár verið virkin innan jassin í Føroy­um og í Norðurlondum annars, men hevur seinastu árini eisini verið nógv at hoyra í bólkinum »Headache Blues Treo«. Magnus Johannesen er kanska fyrst og fremst kenur úr superbólkinum »Plúmm«. Magnus hevur síðani spælt við einum ótali av bólkum so sum »Terji & Føstufressar«, »Frændir« og »Taxi«. Umframt hesar framúr góðu tónleikarar er ein strúk­i­kvartett við fyri at víðka um ljóðmyndina. Eivør hevur eisini tríggjar kórsangarar afturat sær, og tær eru Cristine Birksøe, Stine Findsen og tann før­oysk­a songkvinn­ an Unn Paturs­son.  Sviin Pelle Giöbel tekur sær av ljóðinum. Hann hev­ ur drúgvar royndir innan ljóð­viðgerð og verður rokn­ aður sum ein hin besti til at gera “live” ljóð. Tónlistarlig ævintýr Lívið og tónleikurin hjá Eivør kann lættliga sam­ an­berast við eitt ævintýr. Hennara ævintýr byrjaði longu, tá ið hon sum 13 ára gomul vann Ársins Song­rødd-kappingina. Longu tá varð hon skírd tað størsta talentið nakrantíð í Føroyum. Eivør mentist støðugt, og flutti av land­ i­num fyri at liva sum tónleikari burturav. Áðrenn nak­ar vardi, var Eivør Páls­ dóttir vorðin ein stór stjørna í grannalandinum Íslandi. Eivør hevur framført sín tónleik í nógvum ymiskum lond­um, og allastaðni verð­ ur hon móttikin við opnum ørm­um. Ummælarar í hóp­a­tali rósa henni, hvar hon so er. Og enn er hon blaðung...  Nú skal songkvinnan úr Gøtu so trína á pallin í konsertsalinum í Tivoli. Hesin salurin hevur hýst fleiri av heimsins størstu stjørnum, og nú eigur Ei­vør tørn. Konsertsalurin í Tivoli er tiltikin. Onga aðrastaðni finnur tú so full­fíggjaðar umstøður til eina heildaruppliving sum í konsertsalinum. Salurin varð umvældur fyri kortum og hevur nú ein heilt ein­a­ stand­andi akustikk. Salurin tekur um 1.700 fólk, so hetta er í veruleikanum ein hin størsta konsertin, ið nakar føroyingur hevur havt nakrantíð. Á konsertini slepp­ur áhoyrarin at hoyra eitt bland av tí besta til­far­i­ num hjá Eivør. Eivør skal syngja í Tivoli Eivør: »Hatta er ein dreym